týsdagur 11. mars 2014síða 48
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
fótbóltur 2014
Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum
Fleiri B36'arar
í B36
Bóltfelagið B36
Tíðarskeiðið við landsliðsspælarum av bygd í árstalsfelagnum er av –
fyribils í hvussu so er – og nú eru tað tveir útlendskir lyklaspælarar saman
við nýggja venjaranum Sámali Erik Hentze og nógvum, ið eru uppvaksnir
í felagnum, sum skulu menna liðið og halda tørn um bronsuplássið
Tað eru nýggjar tíðir í B36. Mynstrið
hevur leingi verið, at landsliðsspælarar eru
komnir av bygd og í felagið, har teir hava
verið millum berandi kreftirnar. Súni Olsen
er farin aftur til Gøtu, og Gilli Sørensen er
farin til Aalborg. Eingin er komin av bygd
og í teirra stað. Heldur verður vónað, at
fleiri av yngru monnunum í felagnum skulu
mennast og taka ábyrgd. Tað roynist betri
í longdini, og so hevur tað nógv at siga, at
hesin loysturin er bíligari.
B36 hevur repað seglini fíggjarliga.
Kortini verður vónað, at tað skal bera til at
varðveita støðuna. Í fjør lyfti liðið seg móti
kappingarenda upp á bronsuplássið. Síðani
er nýggjur ábygdarpersónur komin. Sámal
Erik Hentze heldur um stýrisvølin, og hann
arbeiðir við at fáa liðið at rigga í 4-3-3
útgávu.
Í málinum er Tórður Thomsen fyrsta
val. Aftrart honum eru Trygvi Askham og
Árni Guldborg Nielsen. Í fjør stóðu ungu
menninir seg væl í miðverjuni, og tað eru
framvegis Hørður Askham, Robert Heðin
Brockie og Karl Martin Danielsen, sum eru
bestu boðini.
Høgni Eysturoy eigur vongverjan í
høgru, og Símun Joensen verður í vinstru,
um hann verður førur fyri at spæla, og
um venjarin ikki flytur hann á verjukent
miðvallarpláss, har Róaldur Jacobsen, Eli
F. Nielsen og superveteranurin Klæmint
Matras eru onnur boð.
Lukasz Cieslewicr er fremstur á mið
vøllinum, og á framrættaðu plássunum
eru Sandri Færø, Tóki á Lofti sum í fjør
var besti málskjútti á næstbesta liðnum,
Rasmus Dan Sørensen, sum í fleiri ár
hevur skorað mál og á gáttini at vinna fast
pláss, Høgni Midjord, sum í fjør var við í 23
dystum, Hanus Thorleifsson, sum eisini var
í felagnum 2006-2009, Ámund Nolsøe,
Benjamin Heinesen og Jákup á Borg, sum nú
er hjálparvenjari.
Siðsta FM heitið varð vunnið í 2011. Tá
vóru tað sekstan spælarar, sum vóru við
í minsta lagi í tíggju dystum. Av teimum
eru tíggju ikki longur í felagnum. Fleiri vóru
keyptir til felagið. Eitt nú Meinhard Joensen,
Jonas Flindt Rasmussen, Súni Olsen, og Atli
Danielsen. Burtursæð frá Súna Olsen var
eingin av hesum á liðnum í fjør.
At ungu B36 spælararnir megnaðu sín
leiklut siga tølini. Tað fóru 35 mál ígjøgnum.
Einasta liðið, sum átti tættari verju enn
B36, vóru grannarnir og meistararnir, ið
lótu eitt mál færri fara ígjøgnum. Tað er
lítið vera at ivast í, at verjuparturin ikki
verður verri í ár.
Sammett við onnur ár skoraðu út
lendsku lyklaspælararnir ikki so nógv
mál. Serliga stóran týdningar hevur tað,
at Lukasz Cieslewicz ikki verður so meint
raktur av skaðum, sum hann hevur verið.
Í fjør var hann við í 21 landskappingar
dystum. Hann er sjálvskrivaður at spæla
allar dystirnar á tamb. Í fjør varð hann
tvær ferðir skiftur inn, og seks ferðir
noyddist hann av vøllinum. Tað ber boð um,
hvussu støðan var. Kortini skoraði hann
12 mál. Adeshina Lawal skoraði 10 ferðir í
24 dystum. Í fjør skoraðu fimm feløg fleiri
mál enn B36. Um hesir báðir verða væl
fyri, og um ungu menninir vísa ábyrgd, so
kann tað bera langt. Men tað verður stór
avbjóðing hjá Sámali Erik Hentze og hans
ara monnum.
Meistari (9) 1946, 1948, 1950, 1959, 1962, 1997, 2001,
2005, 2011
Steypavinnari (5) 1965, 1991, 2001, 2003, 2006
Greipuvinnari (1) 2001
Í bestu deildini (70 ár) 1942-1943, 1945-1984, 1986,
1988-
Í Europa (12) 1992, 1997, 1998, 1999, 2000, 2002, 2004,
2005, 2006, 2008, 2009, 2012
B36 Stovnað 28. mars 1936 Formaður Heiðrikur Christiansen
4
V
i
t
t
i
p
p
a
Hópurin
1
Tórður Thomsen
16
Trúgvi Askham
24 Jákup Højgaard
3
Símun Joensen
4
Robert Heðin Brockie
5
Karl Martin E. Danielsen
8
Hørður H. Askham
17
Alex Mellemgaard
20 Høgni Eysturoy
6
Eli Falkvard Nielsen
12
Árni G. Nielsen
10 Róaldur Jakobsen
14 Høgni Midjord
18 Benjamin Heinesen
19
Sandri Færø
22 Klæmint Matras
24 Hanus Thorleifsson
9
Jákup á Borg
11
Lukasz Cieslewicz
PÓL
15
Tóki á Lofti
23 Rasmus Dan Sørensen
30 Adeshina Abayoni Lawal
nig
Venjarar Sámal Erik Hentze
og Jákup á Borg
Frágongd: Súni Olsen, Evrard Blé og Gilli Sørensen
Tilgongd: Alex Mellemgaard, Hanus Thorleifsson
og Klæmint Matras