týsdagur 11. mars 2014síða 50
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
fótbóltur 2014
Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum
– Um tú tekur okkum spælara fyri spælara og setir okkum upp ímóti
øðrum liðum, so eru hini liðini sterkari enn vit. Men ein Morris Mini klárar at
yvirhála ein Ferrari, tað snýr seg bara um at vera dugnaligari, sigur venjarin
hjá B36, Sámal Erik Hentze, sum hevur sett sær Evropa sum mál
Nakað av útskifting hevur verið í høvuðs
staðarfelagnum B36, har størsti missurin má
sigast at hava verið ein av avgjørdu profil
unum í landskappingini, Súni Olsen, sum nú
hevur skift til Víking. Nýklakti landsliðsleik
arin, Gilli Sørensen, er eisini farin. Hann er
farin til danska AaB. Eisini á venjarabeinkinum
er útskifting farin fram; gullvenjarin frá 2011,
Mikkjal Thomassen, er givin, og í hansara
stað er komin Sámal Erik Hentze úr granna
felagnum AB.
Verandi meistararnir, somuleiðis grannar
nir – úr HB – hava longu meldað út, at málið
er at endurvinna FM. Vit spurdu Sámal Erik,
um gull eisini er málið í B36.
– Málsetningurin hjá øllum má innast inni
vera at vinna. HB skal hava greipuna, EB/
Streymur greipuna, Víkingur vil verða meistari
og KÍ vil heilt fram í oddan. Tað er greitt, at
onkur verður vónbrotin. Men í einum stórum
felag sum B36 má málsetningurin í øllum
førum vera at koma í Evropa aftur, og um tað
verður bronsa ella eitt 4. pláss, sum verður
nóg mikið, kemur tíðin at vísa. Eg haldi, at tað
er meiri realistiskt at stíla eftir tí, sigur Sámal
Erik og heldur fram:
– Um eg fái tað besta burturúr hvørjum
leikara, so er tað realistiskt at koma langt.
Um tú tekur okkum spælara fyri spælara og
setir okkum upp ímóti øðrum liðum, so eru
hini liðini sterkari enn vit. Men ein Morris Mini
klárar at yvirhála ein Ferrari, tað snýr seg
bara um at vera dugnaligari, sigur Sámal Erik.
Eftirlýsir ávísar árgangir
Sámal Erik Hentze hevur hug at seta spurnar
tekin við, hvar summir árgangir ímillum
leikararnar í B36 blivu av. Róaldur Jacobsen
og Høgni Eysturoy eru teir eldru ímillum teir
yngru, men síðani er langt upp til Jákup á
Borg, Klæmint Matras og aðrar uppruna B36-
arar. Hann heldur, at hópurin manglar eldri
leikarar, sum hava spælt fast, men heldur seg
annars hava verið í felagnum ov stutt til at
lýsa styrkirnar í hópinum.
– Eg veit ov lítið enn, men tað kemur fram
tá ið vit byrja at spæla um trý stig. Tá komi
eg at síggja hvussu teir reagera og annað.
Samansjóðingin er í lagi, soleiðis sum eg havi
upplivað tað upp til kappingina, sigur hann.
B36 skal við bronsuheiðursmerkjunum um
hálsin út í Evropa at spæla í ár. Er hópurin nóg
breiður til tríggjar kappingar, spyrja vit Sámel
Erik.
– Hópurin er ikki breiður, men hatta er ilt
at svara uppá. Um ein klárar at komensera
við leikarum og raka rætt, so er hann nóg
breiður, men í fjør upplivdi eg í AB at hava 10
spælarar úti við skaða, og tá er eingin hópur
nóg breiður, sigur hann og slær fast, at tað
hevur nógv við skaðar at gera, hvørs ein
hópur er nóg breiður ella ikki.
– Men um eitt lið hevur succés, so klára
allir at spæla, leggur hann aftruat.
Klæmint er umráðandi
Eftir ein styttri steðg er fyrrverandi lið
skiparin og uppruddarin á miðvøllin, Klæmint
Matras, aftur tøkur á besta liðnum hjá B36.
Hetta fegnast B36-venjarin um, tí við oman
fyri 300 dystir fyri besta liðið hjá B36 metir
hann at Klæmint hevur eina rúgvu at geva av
sær.
– Tað er hansara hug- og kropsburður at
stríðast og gera tað gott bæði í venjing og
dysti. Slíkar leikarar mangla vit ímillum teir
ungu í Føroyum, sigur Sámal Erik og heldur
fram:
– Við Klæminti fáa vit ein leikara, sum
tekur hond um hinar. Hann hevur royndirnar
og veit hvat hann tosar um. Tað er sera um
ráðandi at allir taka ráðini til sín, tá ið Klæmint
tekur sær tíð at geva frá sær, metir Sámal
Erik.
Vil eisini Evropa
B36 hevur áður spælt seg víðari í Evropa við
sigrum á eitt nú Birkirkara av Malta og ÍBV úr
Íslandi, og fyrraárið vóru teir eisini um reppið
at koma víðari í Champions League tá ið bara
ein brotssparkskapping skilti B36 og Linfield
úr Norðurírlandi.
Sámal Erik metir, at tað ber til hjá B36 at
gera seg galdandi í Evropa aftur.
– Við rætta hugburðinum ber alt til. Tú
kanst ikki fara á vøllin og hugsa, at tú ikki
kanst, tí so skalt tú ikki vera við. Ein skal
hava trúnnað upp á at tða ber til og gera tað
so lætt sum gjørligt at fáa tað góða úrslitið,
sigur Sámal Erik og undirstrikar, at lutakastið
hevur ógvuliga nógv at siga fyri føroysku
liðini.
Øðrvísi í stórfelagi
Sámal Erik Hentze hevur seinastu árini verið
venjari hjá AB, men áðrenn tað hevur hann
verið venjari hjá HB í eitt ár. Hann heldur, at
tað er munur at vera venjari í einum lutfals
liga lítlum felagi sum AB í mun til einum stór
felagi sum B36.
– So løgið tað ljóðar, so eru tað fleiri fólk
um eitt lítið felag. Tað er eins og fólk eru
góð við tað lítla felagið og felagið er eitt
savningarstað. Tú sært ikki B36-arar hyggja
eftir venjing og práta sum í AB, har tað er
stórur áhugi og tey helst kenna seg sum ein
part av felagnum júst tí tað er so lítið. So jú,
tað er stórur munur, sigur Sámal Erik, sum
tó vísir aftur, at tað er størri trýst í einum
stórfelag.
– Nei, tað haldi eg ikki. Tað er ikki eitt krav
at vinna FM-heitið. Trýstið verður kanska
størri næsta ár, tí tá síggi eg hvat fer at
mangla og tá kann trýstið blíva stórt at fáa
brikkarnar at rigga saman. Vit vita ikki hvar vit
flóta og eingin hevur sett FM sum eitt krav,
sigur Sámal Erik Hentze at enda.
Evropa er málið