týsdagur 11. mars 2014síða 52
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
fótbóltur 2014
Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum
NSÍ aðru hvørja
ferð nummar fýra
Nes Sóknar Ítróttarfelag
Hópurin
Stóri profilurin í arbeiðnum hjá lokalu venjarunum at verja borg
er lítið lætni liðformaðurin og toppskjúttin Klæmint A. Olsen, sum
seinastu fýra árini, tá ið NSÍ við einum undantaki er endað millum
fýra tey fremstu, hevur skorað 64 mál í landskappingini
Tað var óvæntað, at NSÍ skuldi skifta
venjara eftir síðsta kappingarár. Liðið
endaði á fjórða plássi, og fram ímóti kapp
ingarenda svingaði tað væl, tá ið tað í tíggju
umførum eydnaðist at vinna átta ferðir.
Eina ferð var javnt, og í næstsíðsta umfari
var tað avgerandi, at NSÍ tapti 3-1 í Fugla
firði og harvið endaði á fjórða plássi.
Síðani 2005 hevur kappingin fevnt
um 27 umfør, og í fimm av hesum níggju
kappingarárunum hevur NSÍ endaðstøðan
verið fjórða plássið. Eitt av hinum árunum –
í 2007 – vann NSÍ fyrsta og higartil einasta
FM heitið.
Nýggjur venjari er Trygvi Mortensen, og
hjálparvenjari er Helgi L. Petersen. Teir eru
báðir uppvaksnir í felagnum. Hóast Trygvi
ikki hevur verið venjari í bestu deildini síðani
2006, tá ið hann fyrstu 21 umførini var í
NSÍ, so hevur hann drúgvar venjararoyndir
bæði í barndómsfelagnum og aðra staðni.
Eitt nú hevur hann áður vant NSÍ í fimm ár.
Longu fyri 22 árum síðani, tá ið hann var
24 ára gamal, tók Trygvi fyri fyrstu ferð
við ábyrgdini, eftir at venjarin var sagdur úr
starvi, og í 1999 endurtók tann søgan seg.
So var hann venjari aftur í felagnum í 2000
og 2005.
Síðani síðsta kappingarár eru tríggir
lyklaspælarar farnir aðra staðni. Einasti
nýggi maðurin er málverjin Andras Gango,
sum er kendur í felagnum. Saman við
honum er bara 16 ára gamli Karstin Hansen,
sum í fjør var málverji á U18 FM liðnum í
fjør.
Á U18 liðnum í fjør vóru fleiri spælarar,
sum fara at gera um seg á besta liðnum.
Onkrir fingu møguleikan longu í fjør, og
aðrir eru í ár fastir menn í hópinum. Tað er
sannlíkt, at onkur teirra fer at vera millum
ella tætt uppat teimum fyrstu ellivu.
Miðverjar eru Jens Joensen, Per
Langgaard, Einar Tróndargjógv, Leivur
Højgaard og Sjúrður Jacobsen. Jónhard
Frederiksberg, sum í fjør var einasti
útispælarin, ið spældi alla kappingina á
tamb, er vongverji í høgru, og Monrad Holm
Jakobsen er annað boð. Umframt Einar
og Sjúrð er Albert Róin Johannesen evni á
vinstra vongverja.
Royndu sentralu miðvallararnir eru
Magnus Olsen og Jústinus R. Hansen, og
so kunnu Jann Martin Mortensen og Árni
Frederiksberg, ið annars eru síðuspælarar,
eisini nýtast har saman við ungum monnum
sum eitt nú Ara Langgaard og Jákup
Andrias Gaardbo. Í borðunum eru umframt
Jann Martin og Árna Debes Danielsen, Andy
Olsen og Jóannes Hansen.
Liðið er eyðkent av at vera samhaldsføst
eind. Um nakar skarar framúr, so er tað
liðformaðurin og álopsspælarin Klæmint
A. Olsen. Í fjør var hann toppskjútti við
21 málum. At máltevið er framúr verður
undirstrikað av, at Klæmint í landskapping
unum fýra tey seinastu árini hevur skorað
64 mál! Haraldur R. Højgaard er gott boð
upp á framrættað pláss, og so eru tað
eitt nú Arni W. Gregersen og Andrias á
Líknargøtu.
Tað er næstan siðvenja, at NSÍ endar í
ovara helmingi. Einasta undantakið síðani
2005 er 2012, tá ið endastøðan var 7.
pláss. Kappingin tykist fara at verða tøtt,
og tað kann gott vera, at teir í Runavík fara
at verða fegnir um enn eitt fjórða pláss.
1
Andras Gango
ung
29 Karstin Hansen
2
Per Langgaard
3
Monrad Holm Jacobsen
4
Jens Joensen
5
Jákup Andrias Gaardbo
12
Einar Tróndargjógv
17
Jónhard Frederiksberg
21
Sjúrður Jacobsen
24 Albert R. Johannesen
6
Jústinus R. Hansen
7
Jann Martin Mortensen
8
Jóannes Hansen
9
Debes Danielsen
11
Árni Frederiksberg
13
Ari Langgaard
14 Meinhard E. Olsen
18 Magnus H. Olsen
22 Leivur Højgaard
27 Andy Olsen
10 Klæmint A. Olsen
15
Arni W. Gregersen
16
Andrias Klein á Líknargøtu
19
Haraldur R. Højgaard
Venjarar Trygvi Mortensen
og Helgi L. Petersen
Frágongd: Andras Frederiksberg og Karl Á. Løkin
Tilgongd: Andras Gango og Jústinus R. Hansen
Meistari (1) 2007
Steypavinnari (2) 1986, 2002
Greipuvinnari (0) Ongantíð
Í bestu deildini (29 ár) 1976, 1979, 1984-1988, 1991-
1992, 1994-1995, 1997-
Í Europa (9) 2003, 2004, 2005, 2007, 2008, 2009, 2010,
2011, 2012
NSÍ Stovnað 24. mars 1957 Formaður Kinna Fritsdóttir Olsen
7
V
i
t
t
i
p
p
a