týsdagur 11. mars 2014síða 54
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
fótbóltur 2014
Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum
NSÍ heldur fram við arbeiðinum at byggja sær eitt lið upp, sum
gjørt hevur verið síðstu tvey árini. – Góðir árgangir eru á veg,
so vit brúka heldur tíð og pengar upp á okkara egna fólk, enn at
keypa okkum styrk, sigur NSÍ-venjarin, Trygvi Mortensen
– Okkara fyrstu ellivu standa seg ímóti
einum og hvørjum av hinum liðunum, og eg
haldi, at tað sær heilt hampuligt út hjá okkum.
Men vit hava kanska ikki tann størsta og
breiðasta hópin, so fyri okkum hevur tað nógv
at siga, at vit koma væl frá byrjan.
Tað sigur venjarin hjá NSÍ, Trygvi
Mortensen, sum aftur er komin at sita í
venjarasessinum í Runavík, eftir at hann hevur
havt mestsum fullan steðg frá fótbólts
venjing, síðani hann gavst sum hjálparvenjari
hjá Víkingi í 2010.
– Tað er gott at vera í gongd aftur, og hetta
er nakað heilt nakað annað, tí umstøðurnar
kring fótbótin eru á hægri stigi enn í 2005,
tá eg var har síðst, sigur Trygvi, sum tó
eisini hjálpti eitt lítið sindur til í fjør við
málmansvenjing, men heldur ikki meira
enn tað.
– At eg bleiv spurdur, um eg vildi vera
venjari hjá NSÍ í ár, kom nokk so knappliga á,
og eg hevði ikki hugsað um tað áðrenn. Men
mær dámar væl at venja og at vera við til at
menna spælarar og síggja teir gera framstig,
so tá avtornaði, fall valið nokk so lætt.
Við sína lið hevur Trygvi Mortensen ein
annan garvaðan NSÍ-ara, Helga L. Petersen,
sum hjálparvenjara, og hóast teir kanska
ikki sum spælarar hava mint so nógv um
hvønnannan, er tað sama fótbóltsfilosofi, ið
gongur aftur hjá báðum.
– Vit líkjast ikki, men hava allíkavæl nógv
til felags. Tá vit til dømis skulu seta eitt lið,
so hevur tað longu víst seg, at tað ofta verða
mestsum teir somu fyrstu ellivu, sum vit
raka. Men tað kann kanska eisini siga nakað
um, at hópurin ikki er so øgiliga breiður, sigur
Trygvi.
– Tað verður soleiðis, at eg havi allar
avgerðirnar, men vit tosa øgiliga nógv saman
um, hvat vit skulu gera og hvussu vit gera
tað. Helgi er ein øgiliga góður sparrings
partnari, og eisini er hann eitt gott bindilið
millum meg og spælararnar. Hann er aktivur
og ikki bara ein, sum skal flyta keylur.
Ungir og royndir
Liðið, sum NSÍ hevur nú, er ikki serliga gamalt,
tí tað eru bara Sjúrður Jacobsen og Jónhard
Frederiksberg, sum eru yvir 30 ár. Men
hóast hinir eru yngri, eru eisini fleiri royndir
spælarar, so sum Einar Tróndargjógv, Jann
Martin Mortensen, Andy Olsen, Magnus H.
Olsen og aðrir, og nú er eisini Jústinus R.
Hansen kom aftrat.
– Vit hava nógvar við royndum, men teir
eru bara ikki so gamlir, men hetta er gott fólk,
og eg haldi, at talan er um eina góða blanding.
Júst nú hava vit eisini ein sera homogenan
hóp, har eingin skarar burturúr, uttan kanska
Klæmint, so klára vit okkum uttan skaðar og
karantenur, so kann alt henda, sigur venjarin
við Løkin.
Hóast NSÍ til tað síðsta var við í kappingini
um heiðursmerki og europeiskan fótbólt í
fjør, so verður ikki dult í felagnum, at talan
framvegis er um at byggja eitt nýtt lið upp, og
tann hugburðin hevur Trygvi eisini.
– Vit hyggja eitt sindur longur fram, tí
nógvir góðir árgangir eru á veg hjá okkum,
bæði U16 og U14, so tí menna vit og byggja
upp, sum felagið hevur gjørt tað síðstu tvey
kappingarárini, sigur Trygvi.
– Vit meta ikki í løtuni, at vit vilja brúka
pengar uppá at keypa spælarar uttanífrá,
men vilja heldur brúka tíð og pengar uppá at
menna okkara egna fólk.
Spurdur, hvat hann væntar sær av
komandi landskappingini, heldur Trygvi
Mortensen, at illa ber til at koma uttan um
HB, sum verður drúgt, men at hann annars
væntar, at tað helst verður øgiliga tætt
millum hini.
– Tað er ikki komið fyri tey nógvu síðstu
árini, at báðir uppflytararnir eru fluttir niður,
so nógv av liðunum kunnu skjótt kenna eitt
trýst á sær. Men tað verður bæði tætt og
hart, og fyri øll ræður um at byrja væl, sigur
NSÍ-venjarin.
Framvegis uppbygging