týsdagur 11. mars 2014síða 56
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
fótbóltur 2014
Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum
Skreytið aftur á
skrá í Sundalagnum
EB/Streymur
Hópurin
Tilfarið er til plasering millum tey bestu. Avgerandi
spurningurin er, hvussu tað verður við førleikanum hjá
lyklaspælarum, og hvussu svangir teir nógvu eru, sum
áður hava verið við til at vinna FM og fleiri steypafinalur
Tá ið EB/Streymur í 1994 fyri fyrstu
ferð royndi seg í bestu deildini, mundu tað
vera fá, sum ímyndaðu sær, at felagið
ikki so nógv ár seinni skuldi verða millum
tey fremstu. Fyrsta árið dumpaði liðið
so rudduliga. Fimm stig í 18 dystum, 10.
plássið og niðurflyting vóru úrslitið.
Tað gekk heldur ikki nakað serligt fyrstu
árini, tá ið liðið var aftur at síggja millum
tey fremstu. 8. plássið í 2001 og 9. plássið
í 2002 siga, at liðið hevði verið aftur í
næstbestu deildini og vent, um ásetingin
var galdandi, sum sigur, at tvey tey niðastu
skulu flyta niður.
Seinni hevur gingið rætta vegin, og
síðani kappingin í 2005 varð víðkað at fevna
um 27 umfør, hevur EB/Streymur verið
millum tey fremstu. Nú felagið fer undir
15. árið í bestu deildini, er spurningurin, um
tað aftur fer at eydnast at vera við at seta
dagsskránna. Síðsta kappingarár kendist
sum lutfalsligur aldudalur, tí endastøðan
var fimta pláss í landskappingini og tap í
steypafinaluni.
Rúni Nolsøe hevur annað árið ábyrgdina,
og hann hevur royndar spælarar á liðnum.
Teir eru ikki so nógvir sum onkra aðra
staðni, og tí kann tað skjótt vísa seg, at liðið
viknar, um tað verður rakt av skaðum ella
leikbannum.
Onkrir av stuðulsspælarunum eru farnir,
men teir, ið eru komnir aftrat, fara at gera
mun. Talan er um landsliðsspælararnar
Jónas þór Næs og Pól Jóhannus Justinus
sen. Stríðsandanum hjá teimum bilar einki,
og tað er við til at lyfta liðið.
Spurningurin er, um teir, ið hava verið
við øll tey glæsiligu árini, enn eina ferð
spenna seg út, eftir at fleiri hava verið við
til at vinna FM í 2008 og 2012 og steypa
finalurnar í 2007, 2008, 2010 og 2011.
Hóast hann ongantíð hevur fingið
møguleikan á landsliðnum, er René Tórgarð
enn millum bestu málverjarnar. Aftrat
honum eru Símun Jóhan Wolles og Jákup
Andrias Joensen málverjar.
Ivi hevur verið um Egil á Bø og Marna
Djurhuus, men teir eru aftur miðverjar.
Gert Hansen, Hans Pauli Samuelsen, Leif
Niclasen og Arnbjørn Hansen eru eisini
framvegis millum lyklaspælararnar. Brian
Olsen hevur verið við leingi, og seinastu
árini hevur Arnar Dam ment seg rættuliga
nógv.
Rógvi E. Nielsen, Niels Pauli Danielsen
og Gunnar Zachariasen rigga væl í Sunda
lagnum, og nú verður vónað, at onkrir
av yngru monnunum skulu megna størri
leiklut, enn teir higartil hava havt. Talan er
um eitt nú Árna G. Olsen, Allan Hansen,
Andru Jakobsen, Jóhannes Hansen, Hanus
Olsen, Jónstein Magnussen, Jens Michael
Jensen og Róa Olsen.
Í fjør vóru teir við Margáir skerdir,
tí vandamiklasti málskjúttin nógvu tey
seinastu árini, Arnbjørn Hansen, sum er
upplagt landsliðsval, tá ið hann er upp á sítt
besta, ikki var tøkur. Arnbjørn var so skaða
darvaður, at hann bara var á vøllinum í 14
landskappingardystum, og bara 9 dystir
var hann førur fyri at spæla á tamb.
Leif Niclasen hevur tikið alt størri ábyrgd
sum tann, ið umsetur møguleikar til mál.
Kortini er tað einki at ivast í, at dygdin í
álopspartinum er av sovornum slagi, tá
ið teir tríggir – Hans Pauli Samuelsen, Leif
Niclsen og Arnbjørn Hansen – eru teir
fremstu, at hon ikki finst betri.
1
René Tórgarð
24 Jákup Andreas Hansen
2
Rógvi E. Nielsen
3
Árni G. Olsen
4
Gert Hansen
6
Pól Jóhannus Justinussen
7
Jónas Þór Næs
8
Egil á Bø
12
Marni Djurhuus
23 Rói H. Olsen
5
Høgni Madsen
11
Hans Pauli Samuelsen
14 Jónstein Magnussen
15
Hanus Egil Olsen
17
Niels Pauli Danielsen
18 Brian Olsen
20 Jóhannes Hansen
21
Ólavur Ejdesgaard
9
Arnar Dam
10 Gunnar Zachariassen
13
Jens Michael Jensen
22 Arnbjørn Hansen
23 Leif Niclasen
Venjari Rúni Nolsøe
Frágongd: Levi Hanssen og Pætur Dam Jacobsen
Tilgongd: Pól Johannus Jústinussen, Jónas Þór Næs
og Høgni Madsen
Meistari (2) 2008, 2012
Steypavinnari (4) 2007, 2008, 2010, 2011
Greipuvinnari (1) 2008
Í bestu deildini (15 ár) 1994, 2001-
Í Europa (7) 2007, 2008, 2009, 2010, 2011, 2012, 2013
EB/Streymur Stovnað 13. februar 2011 Formaður Sigvald Zachariassen
3
V
i
t
t
i
p
p
a