týsdagur 11. mars 2014síða 58
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
fótbóltur 2014
Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum
EB/Streymur er steypaliðið við teimum framúrskarandi mótálopunum.
Tað, at teir standa seg væl í mótálopunum, er venjarin varugur við, og
tað skal gagnnýtast. – Hetta er ein styrkur hjá okkum og eisini nakað
vit hava fokus á, sigur Rúni Nolsøe, venjari hjá EB/Streymi
Tað gekk ikki heilt eftir vild hjá EB/Streymi
í fjør. Í øllum førum ikki í landskappingini, har
liðið endaði á 5. plássið, men ein uggi var tað
hjá sundalagsfólkum, at tað gekk væl í hinum
kappingunum. EB/Streymur megnaði nevniliga
at spæla seg víðari úr fyrsta undanumfari í
Europa League, eins og teir – hóast torført
lutakast – komu í steypafinaluna, har teir tó
taptu ímóti Víkingi.
Rúni Nolsøe, sum fyrireikar seg til annað
árið sum venjari hjá EB/Streymur, metir at
málið má vera at betra seg.
– Jú, málsetningurin er at betra um 5.
plássið frá í fjør og helst vera ímillum trý tey
bestu liðini. Eisini er eitt mál at halda stiman
í steypakappingini og koma í finaluna, sigur
Rúni.
EB/Streymur hevur seinnu árini ment
seg til at vera eitt satt steypalið, og hevur
felagið verið við í teimum seinastu sjey
steypafinalunum.
Ikki í Evropa
Tað var í fjør, at EB/Streymur av álvara gjørdi
um seg í Europa League. Heppið var lutakastið
og á mótstøðuhálvuni var FC Lusitans úr
Andorra, sum fekk eina yvirháling frá sunda
lagsmonnum. 5-1 vann EB/Streymur á heima
vølli, áðrenn ein 2-2-javnleikur á
útivølli tryggjaði teimum samanlagdan
7-3-sigur. Í næsta umfari hittu teir Dinamo
Tblisi úr Georgia, sum gjørdist ein ov stórur
biti og taptu sundalagsmenn tá samanlagt
2-9.
Hóast góða avrikið í Evropa í fjør, so
sleppur EB/Streymur ikki út aftur í Evropa
at spæla í ár. 5. plássið í landskappingini og
silvurið í steypakappingini var ikki nóg mikið til
at fáa atgongumerki til evropeisku kappingina.
Hetta metir venjarin vera ein fyrimun fyri at
standa seg væl í heimligu kappingunum, og
harvið møguliga spæla seg í steypafinaluna
áttanda árið á rað.
– Sjálvandi er tað keðiligt fyri felagið
fíggjarliga ikki at vera við, men ítróttarliga
kann tað avgjørt vera ein fyrimunur at
leikararnir einans hava heimligu kappingina at
hugsa um, metir Rúni.
Breiður hópur
Hóast tveir av lyklaleikarunum frá í fjør,
Pætur Dam Jacobsen og Levi Hanssen, eru
farnir úr felagnum, so hevur EB/Streymur
fingið góðar avloysarar.
– Vit hava mist Levi og Pætur frá í fjør,
men vit hava fingið Pól Jóhannus Justinussen,
Jónas Tór Næs og Høgna Madsen. Eisini eru
nakrir ungir leikarar komnir at venja við 1.
liðshópinum, vísir Rúni Nolsøe á.
Tveir landsliðsleikarar eru ikki smávegis
avloysarar at fáa, má sigast, og hetta er Rúni
eisini væl nøgdur við.
– Vit hava kanska meiri javnvág í hesum
hópinum og vit eru blivnir sterkari á sentrala
miðvøllinum. Sleppa vit nøkurlunda snikka
leysir við skaðum, so er hesin hópurin breiðari
enn í fjør, heldur Rúni fyri.
Profilar venda aftur
Í fjør var verjuskansin hjá EB/Streymi, Egil
á Bø, bara við í eitt sindur meiri enn helvtini
av dystunum, somuleiðis sum toppskjúttin
Arnbjørn Hansen ikki var við í stórt meiri enn
tað vegna skaða.
Tað hevur verið sáddur ivi um hvørs Egil
á Bø og Marni Djurhuus vera við í ár, men tað
bendir alt á at teir vera við.
– Tað er ógvuliga umráðandi at hesir leik
arar eru tøkir. Hesir eru saman við øðrum
profilar á liðnum og eru av avgerandi týdningi
fyri einum góðum úrsliti, sigur Rúni og heldur
fram:
– Marni spældi alla kappingina í fjør, meðan
Egil var við onkrar dystir. Arnbjørn var nógv
darvaður av skaða og er tað tíverri eisini í upp
taktini í ár, men vit vóna at hann kemur fyri
seg skjótt, sigur Rúni.
Venja mótálop
Tað er lítið at taka seg aftur í, at EB/Streymur
helst man vera besta lið í Føroyum tá ið tað
snýr seg um mótálop. Í øllum førum hava teir
gjørt seg sermerktan á hesum øki og skotið
hópin av málum umvegis smótálop. Man
hetta vera nakað, sum EB/Streymur venur og
dúvar upp á?
– Ja, hetta er ein styrkur hjá okkum og
eisini nakað vit hava fokus á. Vit skulu kanska
blíva betri til at stýra dystum og vera meiri á
bóltinum, men umstillingarnar eru avgjørt ein
partur av okkara spælistíli, sigur Rúni Nolsøe
at enda.
EB/Streymur smyr
kontramaskinuna