týsdagur 11. mars 2014síða 62
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
fótbóltur 2014
Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum
Fyrsta FM
bíðar framvegis
Víkingur
Hópurin
Eftir tríggjar ferðir gull í steypakappingini, tvær ferðir bronsu í landskappingini
og góð úrslit í europeisku kappingunum hevur Víkingur styrkt seg við landsliðs
spælarum, ið kunnu verða avgerandi í royndini at lyfta seg nærri toppinum í
landskappingini, sum gøtumenn áttu einsamallir fyri 15-20 árum síðani
Víkingur er yngsta felagið í bestu
deildini. Tað eru seks ár, síðani GÍ og LÍF
í 2008 kastaðu saman. Síðani hevur
tað skorist væl. Víkingur hevur vunnið
kappingina um løgmanssteypið tríggjar
ferðir – í 2009, 2012 og 2013 – og í lands
kappingini hevur felagið vunnið bronsu
krónurnar tvær ferðir – í 2009 og 2011.
Dreymurin og vónin er at vinna FM. Í
Leirvík hava tey ongantíð smakkað gull
rákan. Tað hava tey gjørt í Gøtu. GÍ vann FM
í 1983 og 1986, og GÍ var einaráðandi mið
skeiðis í nítiárunum, tá ið úrtøkan var fýra
ferðir FM – í 1993, 1994, 1995 og 1996.
Ofta verður tikið til, at kappingin er so
mikið jøvn, at spurningurin er, hvat felag
fáir lyklaspælarar umboða, tá ið tað verður
avgjørt, hvør skal vinna FM.
Sigfríður Clementsen, sum tók venjara
ábyrgdina á seg síðsta summar, hevur
saman við leiðsluni í felagnum hildið fast
um, at tað eru lokalir spælarar, ið skulu
mynda besta liðið, og at aðrir skulu bara
fáast aftrat, um teir av álvara styrkja um
liðið.
Eingin ivast í, at teir báðir, sum eru
komnir aftrat, eru profilar. Talan er um
Súna Olsen og Hall Hansson. Teir hava
nógvar royndir í fremstu røð, teir hava
royndir í útlendskum fótbólti, og teir hava
spælt á landsliðnum. Og so telur tað
sjálvandi rætta vegin, at Súni Olsen er
ættaður úr Syðrugøtu og uppvaksin í GÍ.
Á liðnum eru nógvir royndir spælarar,
sum vita, hvat tað snýr seg um, og hvat
skal til, um Víkingur skal vera við í kapp
ingini um gullið og pláss í europeisku kapp
ingini, har Víkingur í fjør framdi bragd, og
har Víkingur aftur í summar fer at taka lut.
40 ára gamli Geza Turi fer undir níggj
unda árið í Sarpugerði, og aftrat sær í kapp
ingini um málverjuplássið hevur hann 17
ára gamla Elias Rasmussen. Atli Gregersen
og Erling Jacobsen eru miðverjar, og á
vongverjunum eru Bárður Hansen, sum
skoraði bæði málini í 2-1 sigrinum í stór
steypadystinum ímóti HB, og Hjartvard
Hansen, sum báðir í fjør av og á spældu
longri frammi á vøllinum, Dánjal Pauli
Lervig og Hanus Jacobsen, sum í fjør ofta
eisini varð longri frammi á vøllinum.
Á miðvøllinum eru veteranurin Hans
Jørgen Djurhuus, Heðin Hansen, sum í fjør
spældi seg alt nærri plássi millum teir
fyrstu ellivu, Súni Olsen, Hallur Hansson,
ágangandi og hugflogsríki Filip Djordjevic,
og Inga Sørensen, Sámal Jákup Joensen,
Jákup Olsen, Gunnar Vatnhamar, Svein
Justinussen, Martin Olsen og Magnus
Jarnskor, sum ikki hava spælt so nógv.
Fleiri teirra hava roynt seg í fremstu ketuni,
har tað kortini eingin ivi er um, at Finnur
Justinussen er fyrsta valið.
Umframt hesar verða Sam Jacobsen,
Sølvi Vatnhamar og Andreas Lava Olsen, ið
allir eru profilar, roknaðir upp í hópin. Teir
eru uttanlands og útbúgva seg og ætlast at
styrkja um liðið í summar.
Kanska eru teir í løtuni ikki so nógvir,
sum kappast um plássini, men eingin ivi er í
royndunum og dygdunum. Um tað eydnast
at sleppa undan skaðum og leikbannum,
og um úrtøkan verður á góðari leið fram til
summarsteðgin, er tað sannlíkt, at Víkingur
fram móti kappingarenda fer at kappast
um plássini í toppinum, og tá verður tað
ikki so langt til, at dreymurin um at vinna
fyrsta FM heitið kann verða veruleiki.
1
Geza Turi
ung
27 Elias Rasmussen
3
Hanus Jacobsen
4
Atli Gregersen
5
Dánjal Pauli Lervig
12
Bárður J. Hansen
13
Erling Jacobsen
18 Hjalti Strømsten
6
Sámal Jákup Joensen
7
Súni Olsen
8
Heðin Hansen
10 Sølvi Vatnhamar
11
Hallur Hansson
15
Jákup Olsen
16
Hans Jørgen Djurhuus
19
Martin Olsen
20 Gunnar Vatnhamar
22 Ingi Sørensen
2
Andreas Lava Olsen
9
Filip Djordjevic
ser
14 Magnus Jarnskor
17
Finnur Justinussen
21
Svein Justinussen
Venjarar Sigfríður Clementsen,
Erland Tvørfoss og Magni Mohr
Tilgongd: Súni Olsen, Hallur Hansson
og Andreas Lava Olsen
Frágongd: Kaj Leo í Bartalsstovu, Hjartvard Hansen,
Jann Ingi Petersen og Sam Jacobsen
Meistari (0) Ongantíð
Steypavinnari (3) 2009, 2012, 2013
Greipuvinnari (0) Ongantíð
Í bestu deildini (7 ár) 2008-
Í Europa (3) 2010, 2012, 2013
Víkingur Stovnað 14. januar 2008 Formaður Brandur Jacobsen
2
V
i
t
t
i
p
p
a