Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-11, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mars 2014síða 64

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 fótbóltur 2014 Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum – Klára vit at sleppa undan skaðum og karantenum, kunnu vit koma langt, og spæla vit upp til okkara besta, steðgar eingin okkum, sigur venjarin hjá Víkingi, Sigfríður Clementsen, ið heldur seg hava nakrar spælarar í bestu fótbóltsárum at ráða yvir Víkingur hevur vunnið steypakappingina tríggjar ferðir síðstu fimm árini, umframt at liðið tríggjar ferðir hevur verið úti í Europa og roynt seg. Ikki minst stóð Víkingur seg væl í fjør, tá tað eydnaðist at koma víðari við at vinna samanlagdan 2-1 sigur á finska Inter Turku. – Í baklandinum hjá Víkingi, og kanska serliga í Gøtu, liggja stoltar traditiónir, ið núverandi spælarar fegnir vilja gera upp við, so tí argar tað onkrar av teimum, at teir ikki hava nátt somu hæddir sum GÍ gjørdi, sigur venjarin hjá Víkingi, Sigfríður Clementsen, tá hann skal lýsa eitt sindur, hvat býr í einum so lutfalsliga nýggjum felag sum Víkingi, sum ikki gongur longur aftur enn til 2008. – Men at liðið hevur staðið seg so væl í steypakappingini hesi árini, umframt at tað í fjør eydnaðist okkum at vinna okkum víðari í Europa, er helst nakað, sum kann avstíva menn­inar, so teir ikki skulu halda, at teir standa í skugganum av GÍ og LÍF, sum felagið er sprottið úr. Og steypafinalurnar hava givið Víkingi eina av teimum fáu traditión­ unum, hetta unga felag hevur fingið bygt sær upp. Júst tað, at steypakappingin hevur verið tað stóra hjá Víkingi higartil, kann vera við til at gera, at hetta er ein kapping, felagið leggur stóran dent á, tí steypasigurin kann kasta bæði eitt og annað av sær. – Sjálv steypafinalan er størsti einstaki dysturin, spælarar í føroysku kappingini kunnu fáa, hóast føroyameistaraheitið sjálvandi er tað størsta at vinna. Men fyri eitt ungt felag sum Víking, hevur tað týdning, at nakrar traditiónir verða skaptar, og har hava vit hesar tríggjar steypasigrarnar at vísa á, sigur Sigfríður, sum eisini ásannar, at hepnast steypa­kappingin er tað skjótasti vegur út í Europa. Kollektivið telur Eitt annað eyðkenni fyri Víking er, at stórur dentur verður lagdur á at brúka egið tilfeingi, hóast onkur uttanífrá eisini er við. – Hjá okkum eru tað bara Filip Djordjevic og Hallur Hansson, sum í veruleikanum ikki eru hiðani, og í Víkingi eru vit ernir av, at vit kunnu byggja eitt lið rundan um egnar spælarar, og framvegis verða kappingarførir, sigur Sigfríður Clementsen, ið eisini letur væl at fólkinum, hann hevur, tí hetta eru fyri tað nógva spælarar, sum eru í sínum bestu fót­ bólts­árum. – Klára vit at sleppa undan skaðum og karantenum, kunnu vit koma langt, og spæla vit upp til okkara besta, steðgar eingin okkum. Hjá okkum er altavgerandi, at kollektivið virkar, tí ger tað ikki tað, so er øgiliga skjótt, at vit kunnu koma undir trýst. Vit hava ongan Cieslewiecz ella Hans Paula, ið kunnu vinna dystirnar fyri okkum mestsum einsamallir, tá kollektivið ikki virkar, sigur venjarin hjá Víkingi. Í Víkingi eru tey spent at síggja, hvussu tað fer at gangast í komandi kappingarárinum, og Sigfríður Clementsen væntar, at kappingin helst verður akkurát líka jøvn sum í fjør, og at um HB ikki fer avstað beinanvegin, so koma øll liðini at fylgjast. – Vit kunnu enda nummar eitt, men eisini nummar átta, um vit ikki levera, tí eingin dystur er lættur, sigur hann og vísir á, at tað er serliga ringt hjá einum liði í Eysturoynni og har um leiðir at gera seg galdandi, orsakað av teimum nógvu grannadystunum, sum ongan­ tíð áðrenn kunnu sigast at hava ein upplagdan vinnara. – Um vit telja KÍ og EB/Streym upp í Eystur­oynna, so eru sjey feløg í einum øki, sum kappast sínamillum. Tað vil siga, at vit fáa tilsamans 18 lokaluppgerðir, tá vit møta hinum liðunum í hesum økinum. Tað kann vera ein stórur vansi, ið kann kosta Eystur­ oynni og Klaksvík at fáa ein meistara, tí í høvuðsstaðnum eru bara trý lið, ið spæla hesar dystirnar ímóti hvørjumøðrum, sigur hann. Ikki so nógvir profilar