Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-11, síða 66
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mars 2014síða 66

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 fótbóltur 2014 Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum AB hevur kós burtur úr botninum Argja Bóltfelag Hópurin Bill Jacobsen og Oddbjørn Joensen á beinkinum, Hans Jørgensen í málinum og Jóan Símun Edmundsson í álopinum skulu saman við teimum, ið stóðu seg so væl í seinnu hálvu í fjør, vera við til at lyfta argjamenn fram millum tey fimm fremstu og harvið bestu endastøðuna nakrantíð í bestu deildini Tað skal ikki vera neyðugt at seta spurnar­tekin við, um AB er nóg væl fyri at vera partur av bestu deildini. Hetta er út­ gangs­støðan, nú argjamenn fyrireika seg til fimta árið í bestu deildini. Fyrsta árið var í 2009, tá ið AB rakk besta úrslitinum higartil - 34 stig og 6. plássið. Annað árið er tað torførasta eftir upp­flyting verður ofta tikið til. Soleiðis vísti tað seg at vera hjá AB í 2010. Tá endaði AB aftast og flutti niður við 14 stigum. Í fjør var úrslitið 7. plássið og 31 stig. Nú fæstat síggja, um tað aftur hesa ferð verður torført annað árið eftir upp­flyting­ ina. Síðsta kappingarár bendi tað leingi á, at returbilettin til 1. deild var bíløgd. Tá ið fyrsti triðingurin av kappingini var farin, var úrtøkan tvey stig, og tað vóru 11 stig fram til 8. plássið og bjargingina. Tølini søgdu, at talan var um ómøguliga uppgávu. Men leiðslan í AB, spælararnir og venjarin, Sámal Eril Hentze, endurtóku, at liðið var ov gott at flyta niður, og at gongdin fór at venda. Fyrsti sigurin varð vunnin í 12. umfari, og so gekk tað skjótt, tí í 17. umfari var AB á 7. plássinum, sum liðið endaði á. Sámal Eril Hentze, sum svingaði væl saman við AB, roynir aðrar avbjóðingar. Nýggjur á beinkinum er Bill Jacobsen, sum undir liðini á sær hevur meistaravenjaran í HB í fjør Oddbjørn Joensen. AB og Bill og Oddbjørn halda tað vera vánir fyri, at liðið kann lyfta seg longri fram. Amboðið at røkka tí úrslitinum er fyrst og fremst, at tað beinanvegin roynist betri, enn tað gjørdi fyrstu umførini í fjør, og at úrtøkan verður nógv størri, enn hon var fyrsta triðingin. Um tað eydnast, so kann tað røkka langt. Størsti veikleikin í fjør var, at liðið átti ongan spælara, sum taldist millum bestu málskjúttarnar. Tølini siga, at tað bara vóru niðurflytararnir 07 Vestur og TB, sum skoraðu færri mál enn AB, og at mið­vallar­ arnir Rógvi Poulsen og Dion B. Splidt vóru topp­skjúttar við seks málum. Nú eru stig tikin fyri at fáa tyngd í álopið. Stóri trumfurin er, at sáttmáli er undirskrivaður við Jóan Símun Edmunds­ son. Fremsti álopsspælarin á landsliðnum er aftur í Føroyum, og nú hevur AB egnt væl fyri honum. Jóan Símun er uppvaksin á Toftum, har hann hevur havt Bill Jacobsen sum venjara. Aðrir royndir spælarar, sum eru komnir í felagið, og sum kunnu roknast at fara at verða stuðulsspælarar, eru málverjin Hans Jørgensen, sum áður hevur verið í nánd av landsliðnum, miðvallarin Bárður Olsen, sum umframt í barndómsfelagnum í Sundalagnum hevur verið í B36 og HB og fyrrverandi KÍ miðverjin Jógvan Isaksen. Sorin Anghel kann brúkast í øllum ketum. Millum teir, ið mentust nógv í fjør, eru Jónas Stenberg, Leivur Joensen, Martin Midjord, Beinir Ellefsen, Mikkjali T. Hentze, Jobin Drangastein, Dion B. Splidt, Hørðuri H. Mohr, Gert Drangastein, Dan Petersen, Bjartur Kjærbo og Karstin Højgaard. Royndir stuðlar eru Kári Nielsen og Morten Overgaard, og millum aðrar, sum ætla at royna seg á Argjum, eru Andras Brixen Vágsheyg, Cristian í Garði, Petur Frank Holm, Søren Samuelsen og Jógvan Skeel Nolsøe. 1 Hans Jørgensen 16 Heðin Stenberg 2 Andras Brixen Vágsheyg 3 Petur Frank Holm 4 Jógvan Isaksen 5 Sørin Samuelsen 6 Morten B. Overgaard dan 8 Martin Midjord 12 Teitur Olsen 13 Jónas Stenberg 19 Leivur Holm Joensen 24 Áki Dahl 7 Jobin Drangastein 11 Bárður Olsen 14 Mikkjal T. Hentze 15 Hørdur Mohr 17 Dan Petersen 18 Dan í Soylu 21 Gert Drangastein 22 Beinir Ellefsen 26 Kári Nielsen 27 Magnus Egilsson 9 Jóan Símun Edmundsson 10 Sorin Anghel rum 20 Karstin Højgaard 23 Jógvan Skeel Nolsøe 25 Cristian í Garði Venjari Bill McLeod Jacobsen Hjálparvenjari Oddbjørn Joensen Tilgongd: Jógvan Isaksen, Andras Brixen, Jógvan Skeel Nolsøe, Dan í Soylu, Sørin Samuelsen og Magnus Egilsson Frágongd: Rógvi Poulsen, Rói Danielsen, Dion Splidt, Ahmed Keita, Bjartur Kjærbo og Dmitrije Jankovic Meistari (0) Ongantíð Steypavinnari (0) Ongantíð Greipuvinnari (0) Ongantíð Í bestu deildini (5 ár) 2007, 2009-10, 2013- Í Europa (0) Ongantíð AB Stovnað 15. august 1973 Formaður Erling Ellendersen 8 V i t t i p p a