Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-11, síða 68
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mars 2014síða 68

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 fótbóltur 2014 Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum Tað sigur danksi miðverjin hjá AB, Morten Overgaard, sum í dag hevur familju og býr á Argjum. – Tað er ongin vandi fyri eini endurtøku av 2010, sigur Morten greiður á málinum. Tá AB fór sendandi niður í næstbestu deildina, eftir eitt gott ár í bestu deildini Tað er samansjógardagur á Argjum. Tað er leygarmorgun og AB hevur júst gjørt sáttmála við Jóan Símun. Coast Zone greiðir frá at hópurin verður deildur upp í trý lið. Longu í uppdeilingspartinum mutla nevndarlimirnir hjá AB sína millum. Teir eru samdir um, at liðið sum fær Morten Overgaard í sín lut vinnur. Tað er sjón fyri søgn longu í fyrstu upp­gáv­ uni, sum skal loysast. Liðið hjá Morten kemur á mál fyrst og skal víðari til næstu upgávu. Trýr upp á topp 5 Morten er ikki smæðin og pakkar einki inn. Á Argjum hevur tað ongantíð eydnast yvirlivað í bestu deildini í tvey samanhangandi ár, men tað Morten ikki í iva um, at tað eydnast hesa­ ferð. – Vit hava møguleika at røkka upp millum fimm tey fremstu, sigur Morten avgjørdur. Spurdur hvussu hann kann verða so vísur í tí, kemur svarið stutt og greitt. – Tí nú hava vit ein kvalitets áleypara. Tað hava vit ikki havt fyrr, sigur 26 ára gamli miðverjin, sum í fjør átti sín stóra lut í, at AB yvir­livdi eftir eina marrubyrjan. Morten vísir á, at AB ongantíð hevur havt ein ordiligan góðan áleypara síðani hann kom til AB í 2007. – Vit høvdu Stig-Roar Søbstad í seinnu hálvu av 2009, men annars hava vit manglað ein áleypara við kvaliteti. Tað hava vit nú í Jóan Símun Edmundsson, sigur Morten Overgaard og leggur afturat, at AB kundi verið endað longur frammi á stigatalvuni í fjør, um felagið hevði rætta áleyparan. Ongin endurtøka av 2010 Eitt av svartastu árunum hjá AB mundi verða, tá felagið í 2010 endaði langt aftast í landskappingini. Eftir eitt gott 2009 gekk ikki longur. Felagið kom illa fyri fíggjarliga og fleiri spælarar takkaðu fyri seg undan kappingarenda. – Tað er ongin vandi fyri eini endurtøku, tí felagið er í eini øðrvísi støðu í dag. Tá vóru fíggjarligir trupulleikar og spælarar skiftu úr felagnum í summarsteðginum, greiðir miðverjin frá og leggur afturat. – Soleiðis er støðan ikki í ár. Vit hava fingið til­gongd av spælarum sum Jóan Símun, og felagið er ikki í fíggjarligum vandasjógvi, sigur Morten. Størsta broytingin á Argjum er at nýggjur venjari er komin til. Venjarin farnu fýra árini, Sámal Erik Hentze, hevur skift til B36. Nýggjur venjari er Bill McLeod Jacobsen. Mót­setningarnir eru til at fáa eyga á. Sámal Erik vil hava liðini hjá sær at spæla á ein heilt serligan hátt, meðan Bill tykist geva spælarunum meiri rúm at avgera sjálvir. – Teir eru ólíkir, men vónandi kann saman­renningin av stílinum hjá Bagga og Bill geva eitt positivt úrslit í ár, sigur Morten Overgaard. Elski Føroyar Danski miðverjin kom til Føroyar í 2007. Tá var ætlanin ikki at verða verandi í Føroyum, men tað broyttist alt. Morten ætlaði sær at brúka AB sum eitt springbretti at koma víðari, men í staðin bleiv hann forlovaður á Argjum. – Eg hevði ikki væntað, at eg fór blíva veradi her í so nógv ár, men tú blívur góður við felagið og fólkið rundan um. Eg havi bara verið í trimum feløgum í míni tíð, so eg rokni meg sjálvan fyri at verða ein loyalan spælara, sigur Morten Overgaard, sum ásannar, at skaðar kunnu gera enda á aktiva fót­bólts­ lívinum hjá miðverjanum. Mangan hevur verið gjørt grin við Morten og øllum forbindinginum, sum hann spælir við. Tann skemtiliga partin flennur hann eftir, men slitna krossbondini eina ferð afturat, so gevst hann. – Slitna krossbondini eina ferð afturat, so gevist eg við fótbóltinum, sigur Morten, sum tó ikki vil steðga meðan leikur er góður. – Eg haldi ikki at tú skal uppgeva nakað sum tú elskar, bara tí okkurt keðiligt kann henda, sigur miðverjin víðari. Fótbóltslívið hjá Morten stendur í fagrasta blóma, tá hann í 2008 fær sin fyrsta skaða í knæið. Í 2010 er aftur gali. Slitnar nakað afturat í knænum, so er aktiva fótbóltstíðin hjá Morten liðugt. Morten er longu í holt við at fáa sær venjara­pappírini upp á pláss. Hann sigur, at tað altíð hevur búð ein venjarin í honum. Tí er ikki óhugsandi, at vit eisini koma at síggja Morten Overgaard øðrum leikluti í føroyskum fóbólti. Hann hevur ongar ætlanir um at flyta av landinum. – Eg elski Føroyar og eg elski at verða her, sigur Morten Overgaard at enda. Eg elski Føroyar og AB