Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-11, síða 70
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mars 2014síða 70

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 fótbóltur 2014 Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum Trolið í Klaksvík skal bøtast Klaksvíkar Ítróttarfelag Hópurin Fyri at sleppa undan endurtøku av sera lítið sannførandi verjuspælinum í fjør, tá ið KÍ fram ímóti kappingarenda var illa hótt av niðurflyting, eru Jonas Flindt Rasmussen og Ndende komnir til Klaksvíkar, har Eyðun Klakstein og mongu ungu spælararnir, ið hann leingi hevur vant, nú skulu standa royndina Eyðkennið fyri fótbóltsflaggskipið í Klaksvík hevur seinnu árini verið, at avrikini hava verið sera óstøðug, og at úrtøkan hevur verið soltin. Eftir at liðið í 2010 var í næstbestu deildini og vendi, hava signalini frá felag­ num verið, at KÍ skal aftur í toppin at kappast um pláss í Europa og meistara­ heitið, sum felagið ikki hevur vunnið síðani í 1999. Tað var roknað sum oyðimarkar­ gongd, tá ið einki FM heiti varð vunnið millum 1972 og 1991. Nú eru 14 ár farin síðani síðsta FM heitið, og so er ikki so langt til tey 19 árini, ið vórðu roknað at vera oyðimarkargongd. Meðan onkur signal seinastu árini hava verið frá leiðsluni um, at nú skal tað vera, so hava onnur undirstrikað, at tað hevur ikki verið grundarlag at rokna við topp­ plasering. Tað hevur verið langt millum royndu spælararnar, og javnvágin á liðnum hevur ikki verið góð. Tað sást ikki minst í fjør, tá ið tað varð lagt fyri sum eitt ódnarveður, og KÍ var ovast eftir 4 umfar. Síðani gekk tað støðugt skeiva vegin, inntil tað at enda eydnaðist at skava so mikið av stigum saman, at tað slapst undan vanlukkuni, sum enn ein niðurflyting hevði verið. Tølini siga, at tað gekk væl í álops­part­ inum. KÍ skoraði 54 mál og var millum tey fimm, ið skoraðu flest mál. Verri var tað í verjuni. 55 mál fóru ígjøgnum ella fleiri enn hjá øllum hinum uttan 07Vestur. Spurningurin er nú, hvussu støðan er. Eyðun Klakstein tók eftir 11 umfør í fjør við ábyrgdini av liðnum, og hann hevur havt ábyrgdina av fyrireikingunum til nýggja kapp­ingarárið. Burtursæð frá veteraninum Heðin á Lakjuni, ið var sera stinnur í fjør, er bulurin mest sum tann sami, sum hann var í fjør. Í Klaksvík verður vónað, at tað fer at gera stóran mun, at tveir spælarar við góðum dygdum í verjuspælinum, eru komnir aftrat. Talan er um miðverjan Jonas Flindt Rasmussen, sum var við til at vinna FM við B36 í 2011, og Ndende Adama Guéye, sum er kendur frá B68 og TB. Felags fyri teir báðar er, at teir eru álitis­ fullir og skilagóðir. Royndastu spælararnir á KÍ liðnum eru málverjin Meinhard Joensen og mið­ vallararnir Atli Danielsen og Hjalgrím Elttør. Aftrat teimum er ein ørgrynna av ungum spælarum, sum í fjør fingu týdningar­miklar royndir, ið liðið eigur at fáa ágóða av í nýggja kappingarárinum. Fremstur av teimum er álopsspælarin Páll A. Klettskarð, sum tvey tey seinsatu árini hevur verið toppskjútti. Millum hinar eru Johan Jacobsen, Gunnar Christiansen, Sørmundur Kalsø, Tórur Justesen, Ivan Joensen, Heðin Klakstein, Ísak Simonsen, Álvur F. Christiansen, Jóannes Bjartalíð, John D. C. Guðjónsson og meiri royndi Henry Heinesen, sum upp undir kappingar­ byrjan hevur verið nógv skaða­plágaður. Í fjør gekk tað í løtum sum eftir ánni. Eingin ivi er í evnunum at samanspæla í framrættaða partinum. Avbjóðingin er at fáa støðug avrik í verjupartinum. Um tað eydnast at tetta verjuna, so kann tað fara at vísa seg at vera stutt fram til at kappast har, sum klaksvíkingar og norðoyingar halda, at KÍ skal vera uppií. 16 Meinhardt Joensen 22 Kristinn Akursmørk 2 Gunnar Christiansen 3 Ísak Simonsen 4 Jonas Flindt Rasmussen dan 5 Rudolf Eliasen 6 Sørmundur Kalsø 19 Jóhan Jacobsen 20 John Daniel Gudjónsson 23 Andrias Frederiksberg 7 Ivan Joensen 8 Jóannes Bjartalíð 11 Atli Danielsen 12 Henry Heinesen 13 Dávid Langgaard 14 Tórur Justesen 18 Kristian á Lakjuni 15 Ndende Adama Guéye sen 21 Heðin Klakstein 9 Páll Klettskarð 10 Hjalgrím Elttør 17 Álvur F. Christiansen 24 Rodrigo Silva bra Venjari Eyðun Klakstein Hjálparvenjari Pauli Poulsen Tilgongd: Jonas Flindt Rasmussen, Ndende Adama Guéye og Rodrigo Silva Frágongd: Gunnar á Steig, Heðin á Lakjuni, Oddmar Marsten, Jógvan Isaksen og Kristoffur Jakobsen Meistari (17) 1942, 1945, 1952, 1953, 1954, 1956, 1957, 1958, 1961, 1966, 1967, 1968, 1969, 1970, 1972, 1991, 1999 Steypavinnari (5) 1966, 1967, 1990, 1994, 1999 Greipuvinnari (3) 1966, 1967, 1999 Í bestu deildini (71 ár) 1942-1943, 1945-2009, 2011- Í Europa (8) 1992, 1995, 1997, 1999, 2000, 2002, 2003, 2007 KÍ Stovnað 24. august 1904 Formaður Tummas Lervig 6 V i t t i p p a