týsdagur 11. mars 2014síða 72
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
fótbóltur 2014
Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum
– Vit eiga at vera í ovaru hálvu á stigatalvuni, so vit kunnu kappast
um heiðursmerki og dyrgja eftir møguleikanum fyri at koma út
í Europa, sigur KÍ-venjarin, Eyðun Klakstein, sum vil hava meira
burtur úr mongu málunum, liðið altíð megnar at skjóta
Síðsta kappingarár vóru tað bara trý
lið, ið megnaðu at skjóta fleiri mál enn KÍ,
og allíkavæl endaði KÍ á triðaftasta plássi.
Orsøkin til tað var fyrst og fremst, at liðið læt
alt ov nógv mál fara inn, og tí bleiv ársúrslitið
eisini hareftir.
– Hondina á hjarta, so hava vit seinnu árini
havt tendens til at spælt opnar og livandi
dystir, og tað hevur í veruleikanum verið eitt
sindur av indianarafótbólti og tilsvarandi
undirhaldandi, men tað kann eingin liva við.
Árið í fjør var sjálvandi ikki nóg gott, og eingin
av okkum kundi vera nøgdur við tað, sigur KÍ-
venjarin, Eyðun Klakstein.
– Vit mugu fáa eina meira greiða spæl
skipan, ið hongur eitt sindur betur saman, og
yvirhøvur skulu vit spæla bóltin meira. Hetta
byrjaðu vit uppá í fjør, so vit royna at arbeiða
víðari við tí sama nú.
KÍ skrivaði ein døkkan kapitul í síni søgu,
tá besta mansliðið í 2010 spældi í næstbestu
deildini, men samstundis var hetta eitt høvi,
sum felagið brúkti til at byrja av nýggjum og
at satsa meira upp á egnar kreftir.
– Tað hevur felagið sjálvandi eisini gjørt,
og við góðum úrsliti, so vit hava fingið eitt
nýtt og meira lokalt grundarlag. Men fyri tað
hevur tað ongantíð verið ætlanin, at tað bara
skuldi vera lokalt, tí vit hava brúk fyri at fáa
spælarar uttanífrá, sum kunnu styrkja hópin
og geva okkum nakað, vit kanska ikki hava
frammanundan, sigur Eyðun.
Góðan styrk
– Vit hava í vetur roynt at fingið gjørt nakað
við støðuna, so vit hava funnið styrk til tey
pláss, har vit eru mest útsettir. Tí hava vit
fingið tveir góðar mans uttanífrá, so bæði
verjan og miðvøllurin, sum vanliga er fyrsta
stig í verjuspælinum, skulu vera betur fyri.
Og eg haldi meg kunna siga, at vit hava verið
hepnir við teimum báðum spælarunum, vit
hava fingið.
Annar er danski verjuspælarin, Jonas
Flindt Rasmussen, sum í 2011 og 2012 spældi
við B36, og hin er senegalski miðvallar
spælarin, Ndende Adama Guéye, sum spældi
við B68 í fimm ár, til hann í fjør skifti til TB.
– Báðir hava roynst væl í venjingardyst
unum, og teir kunnu lyfta hinar spælararnar
upp við sær. Jonas er ein góður verjuspælari,
sum fyllir nógv í allar mátar, og Ndende er
øgiliga arbeiðssamur á miðvøllinum, sigur
Eyðun Klakstein, ið nevnir ein spælara aftrat,
sum skuldi blivið ein styrkur fyri álopið.
– Ja, tað er Rodrigo Silva, sum eisini var
her í 2008. Nú kemur hann so aftur, og hóast
vit hava sama álopið sum í fjør, kunnu vit við
honum fáa ein offensivan »jokara« aftrat.
Rodrigo er 31 ára gamal, og hóast formurin
ikki er so góður nú, eru ráð fyri tí.
Vil longur upp
KÍ-venjarin dylur ikki fyri, at hóast úrslitini
ikki vóru eftir vild í fjør, hevur hann bjartar
vónir fyri komandi kappingarárið, sum hann
eisini torir at seta orð á, so eingin skal ivast í
ambitiónunum:
– Vit skulu ikki liggja í botninum, men stíla
eftir at liggja millum tey fremru. Frá áttanda
plássinum í fjør er eitt langt lop, men eg haldi,
at vit eiga at vera í ovaru hálvu á stigatalvuni,
so vit kunnu kappast um heiðursmerkini og
dyrgja eftir møguleikanum fyri at koma út í
Europa, sigur Eyðun Klakstein, ið væntar eina
javna kapping.
– Fyrst og fremst, so haldi eg, at HB er
heilt klárt favorittur, men aftan á tað, so
haldi eg fleiri lið vera so mikið jøvn, at tað
verður hørð kapping millum sjey tey næstu,
og at tað kunnu verða smá ting, ið fara at
avgera dystirnar millum hesi liðini, har tað
fer at koma teimum til góðar, sum hava fleiri
streingir at spæla uppá og eru kropsliga væl
fyri. Tað er altíð strævið hjá uppflytarunum,
og eg vænti ikki, at hetta kappingarárið verður
nakað undantak í so máta.
Hoyra heima longur uppi