týsdagur 11. mars 2014síða 74
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
fótbóltur 2014
Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum
Aftur til røturnar
á Svangaskarði
Tofta Ítróttarfelag
Hópurin
Hesa ferð eru tað mest sum bara spælarar, ið eru uppaldir á Svangaskarði,
sum skulu arbeiða fyri at røkka málið, sum hjá toftamonnum er undir leiðslu
av tveimum fyrrverandi spælarum at menna ungu menningar so nógv, at tað
skal eydnast at varðveita plássið í bestu deildini, sum B68 vann sær í fjør
Tað bíðar B68 stór avbjóðing. Eftir í fjør at
hava verið í 1. deild og vent skulu toftamenn
við liði, sum fyri tað mesta er mannað við
óroyndum monnum í fremstu røð, arbeiða
fyri at varðveita plássið. Tað verður gjørt,
uttan at felagið skal koma sær í vanda fyri
at fíggjarligi bogin skal bresta.
Royndirnar eru Kristian Joensen í
málinum og á sentrala miðvøllinum, har
unglingaspælarin Hákun Edmundsson er
saman við trimum nýggjum, um sammett
verður við liðið, sum í fjør flutti upp. Jann
Ingi Petersen er komin aftur í barndóms
felagið eftir at hava verið í Sarpugerði, og
Ovi Brim er komin aftur eftir lestur á flat
londum. Og so er tað Evrard Blé, sum í fjør
var í 07Vestur og B36.
Nýggjur stýrimaður í miðverjuni er
danski Mads Rosenberg, sum er komin
úr KA í Íslandi. Tað er ikki nøkur loyna, at
felagið hevur leitað eftir einum málverja
og einum álopsspælara. Tað varð vónað,
at Jóan Símun Edmundsson fór at vera í
felagnum, inntil hann møguliga aftur fer av
landinum, men soleiðis verður tað ikki.
Tveir danskir málverjar hava royndar
vant, men í báðum førum hava teir borið
seg undan, tá ið teir eru komnir niður aftur.
Tá ið B68 vann fyrstu FM heitini í 1984
og 1985 var tað við lokalum spælarum og
danska John Kramer, sála, við róðrið. Tá ið
triðja FM heitið varð vunnið í 2002, var tað
við Jógvani Norbúð, sála, við ábyrgdini, og
tá vóru onkrir aðrastaðni frá og hjálptu til.
Nú eru tað tveir av gomlu FM vinnar
unum, Jógvan Marin Olsen og Øssur
Hansen, sum hava ábyrgdina av liðnum, har
onkrir av spælarunum eru næsta ættarlið
hjá meistaraspælarum.
Onkrir av teimum, sum vóru eyðsýndir,
tá ið uppflytingin varð tryggjað í fjør, eru
burturi og koma møguliga aftur seinni í ár.
Tí arbeiða venjararnir við at mynda heilt
nýtt lið. Í tí sambandinum er nógv fokus
á samanhaldinum og at fáa stríðsviljan
fram, at økja um tilvitanina av týdninginum
av sambandinum millum keturnar og at
kveikja sjálvsálitið, so spælararnir tora at
varðveita bóltin og bjóða seg til, eisini tá ið
teir eru trýstir.
Í evstu løtu eydnaðist tað at fáa Kristian
Joensen millum stólparnar at standa – í
hvussu so er fram til summarsteðgin. Tað er
stórur styrkur, og Ragnar Lindholm og Mads
Nesá bakka upp. Bergur Gregersen er komin
úr Gøtu at røkja vinstra vongverjan, Niklas
Poulsen er vongverji í høgru, Jóhan Dávur
Højgaard er miðverji, og aðrir verjuspælarar
eru eitt nú Høgni Hansen, Otto Reinert
Petersen, Ari Johannesen og Aron Højgaard.
Aðrir miðvallarar enn omanfyri nevndu
eru Emil Ronaldsson, Dávur Hansen, Esmar
P. Clementsen, Fróði Johannesen og Janus
V. Mortensen. Framrættaðu menninir eru
Jónleif Højgaard, sum í fjør var topptskjútti
í 1. deild, veteranurin Kristian Anton
Andreasen og Óli Højgaard Olsen, sum
hevur gott máltev, men sum ofta hevur
verið burturi í arbeiðsørindum. Búi í Hjøllum
og André Olsen eru langtíðarskaddir,
og seinni í ár verður roknað við, at eisini
Niklas F. Joensen, Oddur Højgaard og Remi
Langgaard koma aftrat.
Síðani 1981 hevur B68 verið í bestu deild
ini burtursæð frá 2005, 2007 og 2013 ella
í 30 ár. Um tað í ár eydnast við nýggjum liði
og fyri tað mesta óroyndum spælarum at
varðveita plássið, so verður málið rokkið.
1
Mads Nesá
16
Kristian Joensen
25 Ragnar Lindholm
2
Aron Højgaard
3
Niklas Poulsen
4
Mads Rosenberg
dan
6
Bergur Gregersen
11
Jóhan Dávur Højgaard
18 Otto Petersen
20 Ari Johannesen
5
Evrard Blé
fíl
7
Hákun Edmundsson
12
Dávur Hansen
13
Jann Ingi Petersen
14 Ovi Brim
15
Janus Mortensen
17
Høgni Hansen
8
Kristian Anton Andreassen
9
Óli Højgaard Olsen
10 Jónleif Højgaard
16
Esmar P. Clementsen
Venjarar Øssur Hansen
og Jógvan Martin Olsen
Frágongd: Niclas F. Joensen, Bjarki Johannesen,
Emil Ronaldsson, Oddur Á. Højgaard,
Remi Langgaard, Jóhannus Hansen, Búi í Hjøllum,
og Fróði Johannesen
Tilgongd: Jann Ingi Petersen, Evrard Blé
og Mads Rosenberg
Meistari (3) 1984, 1985, 1992
Steypavinnari (0) Ongantíð
Greipuvinnari (0) Ongantíð
Í bestu deildini (30 ár) 1981-2004, 2006, 2008-2012,
2014-
Í Europa (4) 1993, 1996, 2001, 2002
B68 Stovnað 21. desember 1962 Formaður Beinta Mikkelsen
9
V
i
t
t
i
p
p
a