týsdagur 11. mars 2014síða 76
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
fótbóltur 2014
Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum
– Málsetningurin er at varðveita sætið í bestu deildini, og eydnast
tað, so er bara væl vorðið, tí nógv av hinum liðunum, sum eru í
Effodeildini nú, hava verið har so mikið leingi, at tey vita, hvat skal
til, sigur Jógvan Martin Olsen, ið er farin aftur á slóðina
Fyrrverandi landsliðsspælarin, Øssur
Hansen, og fyrrverandi landsliðsvenjarin,
Jógvan Martin Olsen, eru menninir, ið skulu
stjórna B68 í Effodeildini í ár, og tað er ein
uppgáva, tann eldri av teimum sigur seg
síggja fram til.
– Øssur og eg hava ikki arbeitt saman
fyrr upp á henda mátan, so hetta er bara
spennandi. Vit fáa sum venjarar hjá einum
uppflytara helst úr at gera hetta komandi
kappingarárið, sigur Jógvan Martin Olsen,
sum miðskeiðis í fjør legði frá sær eftir hálv
fimta ár sum venjari í Víkingi.
– Higartil hevur tað riggað fínt hjá okkum
báðum, og eg haldi, at vit harmonera nokk so
væl saman. Vit eru síðustillaðir, so tað er ikki
soleiðis, at annar er venjari og hin hjálpar
venjari, tí vit arbeiða við hesum saman og á
jøvnum føti.
B68 av fyrstan tíð kom upp í bestu deildina
í 1981, har tað eydnaðist at halda sessin 24
ár á rað, men so hevur tað verið eitt sindur
meira svikaligt seinnu árini, og bæði í 2005,
2007 og í fjør hava toftamenn verið niðri í
næstbestu deildini og vent.
– Fyri meg er tað ein heilt øðrvísi uppgáva
sum venjari, eg nú skal taka mær av einum
uppflytara, tí avbjóðingarnar hava bæði í
Víkingi og NSÍ verið av heilt øðrum slagi, men
vit hava í øllum førum nakrar stak hugagóðar
spælarar, sum tað er stuttligt at arbeiða við,
sigur Jógvan Martin.
– Nógvir av teimum eru blaðungir, kanska
bara 17 ella 18 ára gamlir, og hava ongantíð
spælt í bestu deildini fyrr. Teir skulu so venja
seg til meira venjing við hægri intensiteti.
Soleiðis má tað vera, tí alt gongur eitt sindur
skjótari fyri seg í Effo enn í 1. deild, so minni
tíð verður til at taka avgerðirnar.
Hava mist fleiri
Sjálvur hevur Jógvan Martin verið við á lið
num hjá B68 øll trý árini, sum toftamenn
hava vunnið føroyameistaraheitið, og
triðju og seinastu ferðina, í 1992, skutu
Øssur og Jógvan Martin tey bæði seinastu
landskappingarmálini fyri B68 hetta árið í
grannadysti á grasinum á Svangaskarði ímóti
NSÍ, áðrenn medaljurnar komu um hálsin og
meistarasteypið varð lyft upp um høvd.
– Um eg skal skrúva tíðina aftur til tey árini
í 80-unum og 90-unum, tá eg sjálvur spældi
við B68, og so hyggi at, hvussu tað er í dag,
so er øgiliga nógv broytt. Her á Toftum hevur
tað verið sum so nógva aðrastaðni, at felagið
sjálvt hevur stóra frágongd, tí fólk fara burtur
í lestrarørindum, sigur Jógvan Martin, og vísir
á, at bara frá í fjør, so eru fleiri av teimum
berandi kreftunum, ið spældu B68 upp í bestu
deildina aftur, slett ikki við longur, men eru
farnir uttanlands at lesa.
At fólkagrundarlagið ikki er størri enn tað
sama, er við til at gera uppgávuna eitt sindur
tunga, tí tað er øgiliga einfalt at seta stykkið
upp, sum Øssur, Jógvan Martin og allir hinir
hjá B68 hava fingið fyri í ár:
– Ja, málsetningurin er at varðveita sætið í
bestu deildini, og eydnast tað, so er bara væl
vorðið, tí nógv av hinum liðunum, sum eru í
Effodeildini nú, hava verið har so mikið leingi,
at tey vita, hvat skal til, sigur Jógvan Martin.
Sjálvur væntar hann eina javnari kapping
enn tey seinnu árini, har HB er størsti
favoritturin, og so kemur restin. Men B68-
venjarin dugir eisini at síggja ein vansa í,
at Eysturoyggin er so væl mannað í bestu
deildini:
– Av tí sama fáa vit so øgiliga nógvar
lokaluppgerðir, har tað sjáldan er altav
gerandi, hvussu liðini eru fyri, tí tað ofta eru
aðrar mekanismur, sum gera seg galdandi.
Tað kann so verða ein fyrimunur fyri havnar
feløgini, KÍ og EB/Streym, tí lokaldystirnir
krevja altíð eitt sindur eyka og kunnu ávirka,
hvussu samlaða úrtøkan verður, sigur Jógvan
Martin Olsen.
Ræður um at yvirliva