týsdagur 11. mars 2014síða 78
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
fótbóltur 2014
Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum
Nýtt ættarlið
er sálin á Skála
Skála Ítróttarfelag
Hópurin
Í fimm ár hevur Skála ikki verið partur av bestu deildini. Eftir í fleiri ár at
hava verið við í kappingini um heiðursmerkini og FM heitið, datt korthúsið
saman, og gamla liðið fór í upploysn. Men eftir tvær niðurflytingar
er eitt nýtt ættarlið av skálamonnum aftur í fremstu røð
Fótbóltsfepurin er aftur farin at gera um
seg á Skála. Eftir at hava verið burturi í
fimm ár, er Skála aftur í bestu deildini.
Skála og Stendur standa saman um
hondbóltin og fótbóltin. Meðan StÍF í hond
bóltinum støðugt megnar at kappast um
heiðursmerkini og FM heitið, so hevur tað
verið meiri upp og niður í fótbóltinum á
Skála.
Toppurin varð náddur í 2004 og
2005, tá ið Skála vann bronsukrónurnar.
Serliga seinna árið var Skála við til at seta
dagsskránna, og leingi var liðið favorittur
at vinna FM. Síðani fór at ganga afturá.
Lítla felagið orkaði ikki at rinda lutfalsliga
stóru upphæddina, sum skuldi til, og so
skrædnaði. Liðið flutti niður í næstbestu
deildina í 2008, og árið eftir endaði tað við
niðurflyting í 2. deild.
Liðið var mannað við blaðungum og
lokalum spælarum. Onkrir fóru í onnur
feløg at royna seg á hægri støði, men
kortini gekk tað støðugt framá. Í 2010 vann
Skála triði bestu deildina, og síðani hava
skálamenn sett dám á toppin í næstbestu
deildini. Í fjør endaði tað við uppflyting.
Skála er aftur í fremstu røð. Við heilt
fáum undantøkum búgva spælararnir í
lokala økinum, og samlaði kostnaðurin av at
reka liðið er á tílíkum støði, at skrædlið fyri
fimm árum síðani verður ikki endurtikið.
24 ára gamli skálamaðurin Eliesar Olsen
heldur fram í venjarastarvinum, sum hann
hevur røkt fýra tey seinastu árini. Aftrat
sær hevur hann Boga Gregersen, ið var
ein av eyðsýndu framrættaðu monnunum,
sum settu dám á bestu deildini fyri nøkrum
árum síðani.
Skálamenn halda seg hava orsøk at
rokna við, at liðið fer at standa seg. Treytin
er, at liðið sleppur undan skaðum og
leikbannum, tí tað kann vera so skjótt, at
liðið viknar, um lyklaspælarar fella frá.
Suni Ernstsson kappast um plássið
millum stólparnar við russiska Mark Ryutin.
Petur Pauli Mikkelsen og Teitur R. Joensen
eru miðverjar. Veteranurin Pauli G. Hansen
er framvegis upptikin av hondbóltinum.
Seinna partin av kappingini í fjør var hann
miðverji, og tað er sannlíkt, at hann eisini
í ár verður at síggja í eyðkendu Skála
troyggjuni. Aðrir verjuspælarar eru Jákup
Jacobsen og fyrrverandi HB spælarin Rói av
Fløtum, sum upp undir kappingarbyrjan fyri
tað mesta hava verið vongverjar.
Á miðvøllinum eru Andras Frederiksberg
og Pætur Dam Jacobsen sentralir og
royndir. Fleiri aðrir eru við í kappingini,
eitt nú Poul N. Poulsen, Ólavur Mikkelsen,
vestmenningurin Holgar Durhuus og Edvin
Jacobsen. Í borðunum hava fyri tað mesta
verið Jákup Johansen og Hendrik á Fríðriks
mørk . Aðrir møguleikar eru Karsten
Justesen og Uni Jacobsen.
Seinastu árini hevur Brian Jacobsen
verið sjálvskrivaður á fremsta plássinum
og toppskjútti. Tølini siga,at tað hevur
stóran týdning fyri málmaskinuna á
Skála, at toppskjúttin er væl fyri. Trý tey
seinastu árini hevur hann skorað 53 mál
í landskappingini: 19 mál í 2013, 16 mál í
2012 og 18 mál í 2011.
Fótbóltsprátið og fótbóltsfepurin eru
aftur millum strandingar og skálamenn.
Sálin er aftur í fótbóltsfelagnum, sum nú
skal prógva, at liðið er nóg gott at standa
seg millum tey bestu.
1
Mark Ryutin
dan
12
Suni Ernstsson
3
Petur Pauli Mikkelsen
4
Jákup Jacobsen
5
Teitur R. Joensen
17
Uni Jacobsen
21
Rói av Fløtum
22 Marnar Poulsen
7
Ólavur Mikkelsen
8
Andras Frederiksberg
20 Edvin Jacobsen
23 Poul N. Poulsen
24 Pætur Dam Jacobsen
9
Brian Jacobsen
10 Jákup Johansen
11
Holgar Durhuus
14 Hendrik á Fríðriksmørk
15
Karstin Justesen
Venjari Eliesar Olsen
Hjálparvenjari Bogi Gregersen
Frágongd: Markus Olsen, Hallur E. Fláaberg,
Símun Petur Poulsen, Jógvan Berg,
Sjúrður Djurhuus, Pauli G. Hansen
og Erland B. Danielsen
Tilgongd: Pætur Dam Jacobsen,
Andras Frederiksberg, Holgar Durhuus
og Rói av Fløtum
Meistari (0) Ongantíð
Steypavinnari (0) Ongantíð
Greipuvinnari (0) Ongantíð
Í bestu deildini (8 ár) 2002-08, 2014-
Í Europa (2) 2005, 2006
Skála Stovnað 15. mai 1965 Formaður Kaysten Rasmussen
10
V
i
t
t
i
p
p
a