týsdagur 11. mars 2014síða 80
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
fótbóltur 2014
Fótbóltsblaðið hjá miðlahúsinum
Hóast hann bara er 24 ára gamal, so var upprunaliga ætlanin, at
hann longu í fjør skuldi gerast venjari í bestu deildini. – Eg ræðist
ikki uppgávuna, sigur Eliesar Olsen, sum heldur vil flyta niður
við einum sunnum raksti, enn at keypa sær eina bjarging
Hann er sjálvsama venjarasøgan í før
oyskum fótbólti hetta árið. Hann er bara 24
ár, men er longu oddamaður fyri einum fót
bóltsliðið í bestu deildini. Hann hevur sett sær
høg mál, ræðist ikki hinar venjararnar og tey
stóru feløgini.
Eliesar er greitt yngsti venjarin í Effo-
deildini í ár, men var tað upp til hann, so var
hann longu venjari í bestu deildin sum 23 ára
gamal.
– Faktiskt, so var málið at verða venjari í
bestu deildini, sum 23 ára gamal. Ætlanin var
at flyta upp fyrra árið, sigur nú 24 ára gamli
venjarin í Effo-deildini.
Sostatt kemur tað ikki óvart á Eliesar,
at hann nú stendur sum venjari hjá felagið í
bestu deildini.
– Eg setti mær sum mál, at blíva tann
yngsti venjarin í bestu deildini. Eg veit, at tað
eru aðrir, ið hava veri yngri enn eg, men síðani
lógirnar eru broyttar og tú skal hava prógv
fyri at verða venjari, so eri eg tann yngsti í
bestu deildini, sigur Eliesar Olsen.
Ræðist ikki uppgávuna
Eliesar Olsen ræðist ikki uppgávuna, sjálvt
um hann á papírinum hevur veikasta hópin í
Effo deildini. Aðrir uppflytarar hava verið fyri
lemjandi ósigrum og ikki vunnið í longri tíð,
men hesum ræðist Eliesar als ikki.
– Eg hugsi ikki um tað, ella eg royni ikki
at hugsa teir tankarnar. Eg trúgvi at ein av
orsøkinum, at fleiri lið ikki klára seg, er tí tey
nettup fara inn á vøllin við hasum tankunum,
sigur venjarin hjá Skála, sum heldur at
sjálvsálit er ein grundsteinur undir at spæla
fótbólt.
– Mín inngangsvinkul til fótbólt er, at um
tú hevur sjálvsálit, so er tað líka mikið um
spælararin eitur Per ella Pól. Um vit klára
at arbeiða saman hví skulu vit so keypa
eina rúgvu av spælarum inn aðrastaðni frá,
sigur Eliesar í svar til spurning um vantandi
stórkeyp.
– Tað kostar nógv at reka eitt felag, men
vit vilja reka eitt positivt felag. Tá eg tók yvir,
tá skyldaðu vit fleiri hundrað túsund krónur.
Í dag hava vit pluss á botnlinjuni. Tað ætla
vit at halda fram við, sigur Eliesar og leggur
afturat.
– Vit taka bara spælarar inn, sum eru betri
enn teir, ið vit longu hava. Allir spælararnir,
sum vit hava fingið til felagið hava royndir úr
bestu deildini, sigur Eliesar Olsen staðfestur.
– Eg vil heldur flyta niður uttan skuld,
enn at yvirliva við stórari skuld, sigur yngsti
venjarin í bestu deildini avgjørdur.
Hinir mugu renna aftaná Eliesari
Eliesar er tann nýggi óroyndi venjarin í Effo-
deildini, men tað merkir ikki at tað verður
hann, sum skal renna aftaná royndu venjar
unum.
– Tað er ein spurningurin um teir klára at
fylgja við mær, tí eg ætli mær at koma við
nógvum nýggjum, so er spurningurin um
teir klára at finna eitt mótspæl til tað, sigur
Eliesar við einum brosi.
Fyri Eliesar og Skála, so kemur skjóta og
tekniska fótbóltsspælið at fylla mest. Tað var
eisini tað, sum eyðkendi Skála seinast liðið var
í bestu deildini.
– Vit vilja spæla fótbólt. Tað lýsir eisini
Skála best. Eisini tá teir vóru í bestu deildini
seinast. Vit hava ikki stórar tungar menn, sum
bara berjast. Vit hava góðar bóltspælarar og
tað kemur at eyðkenna spælið hjá okkum,
sigur Eliesar, sum eisini metir, at fleiri
spælarar hjá Skála kunnu gera um seg.
– Eg haldi vit hava nakrar. Brian Jacobsnen
liggur á gáttini til at traðka fram á stóra pall
inum. Eg kann eisini nevna Ólav Mikkelsen,
Edvin Jacobsen og Jákup Jacobsen. Tað eru
menn, sum ikki hava verið í bestu deildini, men
hava verið við allan vegin. Teir eru svangir og
vilja sleppa at vísa seg fram, sigur Eliesar
Olsen at enda.
Fyri Skála tykist málið ikki bara verða yvir
living. Tað skal gerast á rættan hátt – bæði á
og uttanfyri vøllin.
Eliesar ræðist ikki
stóru uppgávuna