hósdagur 13. mars 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. mars 2014 · Nr. 31
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Jón Brian Hvidtfeldt
Týdningurin av makrelav
taluni millum ES, Norra og
Føroyar er alstórur. Tað er
breiða fatanin, nú fýra ára
føroyskur
sjálvdráttur
á
makrelfeltinum er av. Miku
kvøldið skrivaðu hesi trý
londini undir eina stranda
landaavtalu, galdandi í fimm
ár, har tey taka sær sjálvum
tilsamans 84,4 prosent av
makrelinum.. Føroyski part
urin av hesum 84,4 prosent
um er 14,93 prosent. Og av
samlaða makrelstovninum
eiga Føroyar við avtaluni 12,6
prosent.
Restin av kvotuni er settur
av til ”onnur lond”, sum tað
verður tikið til í fráboðan
frá Fiskimálaráðnum. Sipað
verður her til Ísland, Russ
land og Grønland.
Hans
Ellefsen
er
bú
skaparfrøðingur og hevur
skrivað eina ph.d ritgerð
um avtalurnar um upp
sjóvarfiskin
í
Norður
atlantshavi. Hann verður í
dag brúktur sum taktiskur
ráðgevi í føroyska samráð
ingartoyminum, sum Jacob
Vestergaard setti á stovn í
august í fjør.
– Sagt eitt sindur fýrkant
að, so gevur makrelavtalan
somu nøgd sum í fjør, men
kann í prinsippinum koma
at geva tvífalt so høgan prís
fyri hvørt kilo, sigur Hans
Ellefsen.
Í fjør útfluttu Føroyar
makrel fyri 800 milliónir
krónur. Men tá var ES-
marknaðurin, sum vanliga
gevur nógv besta prísin,
stongdur
fyri
føroyskan
makrel síðsta triðingin av
árinum.
–
Roknistykkið
er
sjálvandi
treytað
av,
at
handilsboykottið
verður
tikið av og vinnan aftur fær
atgongd til góða marknaðin í
ES, sigur Hans Ellefsen.
Í fjør ásettu Føroyar sær
egna makrelkvotu, sum gav
stívliga 150.000 tons í okk
ara part. Men hóast føroyski
bitin av køkuni við avtaluni
er munandi minni í pro
sentum, so er samlaða kvotan
í tonsum væl størri í ár enn í
fjør. Tí eiga Føroyar 156.000
tons av makreli í ár.
– Hesi 12,6 prosentini av
heildarkvotuni skulu helst
setast upp ímóti teimum 23
prosentunum, sum Føroyar
helst annars høvdu ásett
sær við eginkvotu. Men við
avtaluni ber til at flyta seg
aftur frá fokus á nøgd til
fokus á dygd og prís, sigur
Hans Ellefsen.
Búskaparfrøðingurin
heldur tað vera sannlíkt, at
landingarvirðið á makreli
num kann økjast við okk
urt
um
600
milliónum
krónum í ár, sammett við í
fjør. Og harumframt kann
betri atgongd, ein opin ES-
marknaður og tryggari karm
ar fyri vinnuna lættliga geva
eini 200 milliónir krónur aft
urat.
– Tí kann hendan avtalan
um makrelin, ið varð undir
skrivað mikukvøldið, lættliga
geva 800 milliónir krónur í
meirvirði í útflutninginum,
metir Hans Ellefsen.
Við atgongdini til at fiska
makrelin í norskum ella ES-
sjógvi kemur eisini spurn
ingurin, hvørt tað fram
haldandi skal vera eitt mál
at fáa rávøruna upp á land og
virkaða til matna í Føroyum.
– Tað verður ein spurn
ingur hjá politikarunum at
taka støðu til, sigur Hans
Ellefsen.
Sambært Jacob Vester
gaard,
landsstýrismanni
í fiskivinnumálum, gevur
makrelavtalan
føroyskum
skipum møguleika fyri at
fiska 35 prosent av makrel
kvotuni í norskum sjógvi,
meðan 30 prosent kunnu
fiskast í ES-sjógvi.
Ísland
Atgongdin at fiska makrelin,
tá hann er bestur, umframt
útlitini fyri at ES-boykottið
verður avtikið, vigar munandi
meira í hugaheiminum hjá
Hans Ellefsen, sammett við
atlitið til Ísland.
– Sjálvandi er harmiligt,
at Ísland ikki er við í hesi
avtaluni. Og bara tíðin vil
vísa, um føroyska avgerðin
fer at ávirka komandi fiski
vinnusamráðingar við Ísland,
sigur Hans Ellefsen og heldur
fram:
– Tá fýra parta samráð
ingarnar slitnaðu, so vóru
tvinni alternativ fyri Føroyar.
Antin at vera við í eini trý
partaavtalu. Ella halda seg
uttanfyri eina avtalu, sum
ES og Norra helst høvdu
gjørt einsamøll. Eftir mínum
tykki hevði kostnaðurin ver
ið størri enn vinningurin,
um Føroyar valdu at standa
uttanfyri, sigur Hans Ellef
sen.
Ein stórur knútur í sam
ráðingunum var íslendska
kravið um at sleppa at fiska
makrel
í
grønlendskum
sjógvi. Tað gjørdist ein kardi
nalspurningur fyri hini trý
londini, sum í síni avtalu
hava bundið seg til ikki at
fiska makrel í grønlendskum
sjógvi.
Íslendski
fiskimálaráð
harrin, Sigurdur Johannsson,
sigur í kjalarvørrinum á semj
uni millum ES, Norra og Før
oyar, at Ísland fer at áseta sær
sína egnu makrelkvotu innan
nakrar vikur. Somuleiðis er
greitt, at Grønland tillutar
sær sjálvum 100.000 tons
av makreli at fiska í egnum
sjógvi í ár. Harvið er greitt,
at samlaða kvotan verður
væl hægri enn tey 1.240.000
tonsini, sum longu er hægri
enn tað ICES metir verða
ráðiligt at fiska í ár.
Kortini heldur Hans Ellef
sen fast um, at makrelavtalan
hevur avgerandi týdning.
– Í avtaluni er lagt upp
fyri, at Ísland kann koma við
seinni, sigur Hans Ellefsen og
sipar til tey 15,6 prosentini av
heildarkvotuni, sum tey trý
londini ikki hava tikið til sín
sjálvs.
Eisini metir Hans Ellefsen,
at makrelavtalan kann slóða
fyri eini komandi avtalu um
norðhavssildina.
Fimm lond samráðast um
býtið av norðhavssild. Norra
er stóri aktørurin í hesum
samráðingum, meðan hini
strandalondini í hesum høpi
eru Ísland, Russland, ES og
Føroyar. Her er støðan tann
øvugta, nevniliga at hini
fýra londini eru samd um
eitt býti, sum Føroyar ikki
kunnu góðkenna. Men eftir
makrelavtaluna fara ES og
Føroyar aftur til samráðingar
um býtið av norðhavssild,
longu í næstu viku.
Fimm ár
Samstundis sum makrelav
talan tryggjar ES, Norra og
Føroyum trygg viðurskifti
kring
makrelfiskiskapin
næstu fimm árini, so setir
hon Ísland og Grønland í
eina heilt aðra støðu.
– Vísir tað seg, at makrel
urin broytir ferðingarmynst
ur næstu árini, so er ikki
óhugsandi at ES, Norra og
Føroyar næstuferð fara at
taka sær sjálvum alla makrel
kvotuna, meðan Ísland og
Grønland tá als ikki fáa
atgongd til makrelin, metir
Hans Ellefsen.
Tað er tó eingin logisk
frágreiðing til, hví makrel
avtalan er galdandi í júst
fimm ár. Talan er hinvegin um
ein samráðingarspurning.
– Fimm ár er væl fram
vegis ov stutt tíðarskeið
til at fáa allar vísindaligu
kanningar gjørdar, soleiðis at
makrelstovnurin kann lýsast
niður í smálutir. Men avtalan
gevur stabil viðurskifti, stað
festir Hans Ellefsen.
Mest sannlíkt verður ein
komandi sildaavtala tó bara
galdandi í eitt ár.
– Tað kemst av tí einfaldu
orsøk, at vísindaliga arbeiðið
í samband við at kortleggja
sildastovnin verður liðugt
í heyst. Tann niðurstøðan
verður
grundarlag
undir
einum framtíðar býti av
norðhavssildini, sigur Hans
Ellefsen.
Búskaparfrøðingurin,
ið sum nevnt er taktiskur
ráðgevi í føroyska samráð
ingartoyminum,
metir
sannlíkindini vera góð fyri
at strandalondini gera eina
eitt ára avtalu um býtið av
norðhavssildini.
– Ja, eg meti tað vera sann
líkt at ein sildaavtala kemur
uppá pláss í næstum, sigur
Hans Ellefsen.
Í
gomlu
sildaavtaluni
áttu Føroyar stívliga fimm
prosent av heildarkvotuni.
Hans Ellefsen hevur einki
boð uppá, hvussu nógv fellir
í føroyska partin í eini kom
andi avtalu.
Normalisering
Síðstu fýra árini hevur før
oyska fiskivinnan verið í
eini serstøðu. Landsstýris
maðurin í fiskivinnumálum
hevur á hvørjum ári ásett
Føroyum egna makrelkvotu
og hevur síðani býtt kvotuna
út eftir tí meginreglu, at allur
flotin skal hava burturav.
Sama støða hevur verið
galdandi í samband við norð
havssildina síðani í fjør.
Við
makrelavtaluni
er
støðan aftur normal. Føroyar
hava samráðst seg til eina
kvotu, og landsstýrismaðurin
og vinnan vita, at næstu
fimm árini eiga Føroyar 12,6
prosent av heildarkvotuni.
Tað eigur at síggjast aftur í
fiskivinnupolitikkinum, met
ir Hans Ellefsen.
– Jú, argumentið um at
vit eru í eini serstøðu er nú
burtur. Støðan er nú aftur
normal. Tí eiga tey skip,
sum eru best egnað at fiska
makrelin, eisini at sleppa
at fiska hann, sigur Hans
Ellefsen.
Búskaparfrøðingurin
hevur eisini sítt boð uppá,
hvussu tað eigur at gerast:
– Útgangsstøði má vera,
at samfelagið má fáa sum
mest burtur úr hesum ríki
dømi. Sæð út frá einum
búskaparligum sjónarmiði,
so hevði verið rættast við
einari
marknaðarbaseraði
skipan, tað vil siga eini eini
uppboðssølu ella útbjóðing
av onkrum slag, sigur Hans
Ellefsen.
Hann vísir á, at nú er tað
ikki longur eitt krav at øll
tonsini partú skulu fiskast.
– Fiskivinnupolitiskt hava
vit ikki longur tað kravið
hangandi oman yvir okkum,
at vit skulu prógva, at vit
megna at fiska alla kvotuna,
enntá í føroyskum sjógvi.
Avtalan gevur møguleikar
at
leggja
fiskiskapin
til
rættis fyri harvið at fáa sum
mest burturúr, sigur Hans
Ellefsen.
Avtalan leggur 800 milliónir
omaná makrelvirðið
– Atgongdin til at fiska makrelin lutfalsliga frítt og útlitini fyri at fáa ES-boykottið
burtur hevur nógv størri týdning, enn at Ísland stendur uttan fyri avtaluna, metir Hans
Ellefsen, ph.d í búskapi og taktiskur ráðgevi í føroyska samráðingartoyminum
- Makrelavtalan slóðar fyri eini komandi avtalu um
norðhavssildina, metir Hans Ellefsen, sum hevur skrivað ph.d.
ritgerð um avtalur um uppsjóvarfiskin í Norðuratlantshavi