hósdagur 13. mars 2014síða 42
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
1 • 14. mars 2014
Eg havi ongan sjálvstøðuga meining um bókstavraðið. Tá eg tosi við fólk, sum
helst sóu z og c og slikar bókstavir fara aftur har, sum teir komu frá, haldi eg
tað ljóðar rætt, og at eingin skilagóð orsøk er til, at somu ljóðini skulu umboðast
fleiri ferðir i einum bókstavraði. Tá eg tosi við fólk, sum vilja verja teir illa lýddu
útlagdu bókstavarnar í móti puritanskum hýsteríi, haldi eg, at tað ljóðar rætt, og
at eingin orsøk er til at burturvísa teir, um onkur er góður við teir. Teir gera sum
so ongan skaða.
Tað er ein sonn gleði onkuntíð at sleppa sær burturúr at hava eina meining.
Eg havi eisini næstan klárað onga meining at hava um lív í miðbýnum í Havn,
kommunuskúla og vesturskúla og framtíð høvuðstaðsins. Í hvussu so er havi
eg klárað at hildið tað fyri meg sjálva, tá ein meining hevur stungið seg upp,
og nú noyðast eg als ikki at hava eina meining. Tí nú er tað avgjørt. Gamli
kommunskúlin skal ikki longur vera skúli, hann skal vera mentanarnarhús.
Eitt mentanarhús er eitt hús, sum hevur orðið mentan í sínum heiti. Og orðið
mentan er eitt gandaorð. Tað tykist í hvussu so er at vera so. Soleiðis fáa vit
sjálvan nakað at vita um innihald, tá vit skulu hava nýggj mentanarhús. Tað
er sjálvt orðið mentan, henda serstaka samanseting av fimm bókstavum, sum
hevur týdning. Tá orðið mentan verður nýtt, mugu vit bara vera glað, ella mugu
vit tað?
Tað er ringt at hava eina meining um nýggja mentanarhúsið í Havn, tí vit
vita næstan einki um, hvat innihaldið fer at vera. Men eg haldi ikki, at vit bara
skulu vera glað, tí vit fáa okkurt við orðinum mentan uppií. Mentan má ikki blíva
eitt gandaorð, vit skulu eisini krevja okkurt av húsum við nøvnum, sum hava
mentan skoytt uppí. Dygd, nýhugsan. Okkurt.
List og mentan er neyðugir partar av samfelagnum. Lutir, sum skulu røkjast,
fyri at samfelagið hongur saman. Men hvørki list ella mentan eru góð og
týdningarmikil, bara tí tað eru list og mentan. Eitt mentanarhús er hvørki gott
ella týdningarmikið, tí tað inniheldur orðið mentan, og tað sama er galdandi fyri
eitt mentanarblað.
Tí vóni eg, at tit øll fara at krevja okkurt av hesum mentanarblaði, og at her
verður so mikið nógv innihald, at tit kunnu hava eina meining um tað. Annars er
tað bara bókstavir.
ritstjóri
Inger Smærup Sørensen
Oddagrein
Trívist í millumrúminum
4
Mentanin er ein súla í ferðavinnuni
20
Í baksýni
london
plakat
Mítt Yndislistaverk
Bókaummæli
Listaútbúgving
Barnamentanarsíðan
viðtal við Trónd Bogason
Ein nýggj tøgn frá Tóroddi
»7« - Kjartan Hansen, sjónleikari
Tak listina í álvara
Kom og les, The Hunger Games, Thorbjørn Egner og Rakel Helmsdal
Uttanlands við Jens L. Thomsen
6
16
12
22
108
18
Útgevari: Sosialurin Ritstjóri: Inger Smærup Sørensen Grafiskt snið og umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen