mánadagur 17. mars 2014síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 17. mars 2014 · Nr. 32
Jákup Mørk
Á útivølli móti Kyndli var
talan um trupla uppgávu
hjá kollfirðingum, men teir
prógvaðu í gjár, at teir fram
vegis ætla sær í FM-finaluna
í manshondbólti.
Móti Kyndli byrjaðu teir
reyðu sera væl. Við eini
verju, sum var før fyri at
steðga sterku skjúttunum
hjá Kyndli, fekk KÍF alt
fyri eitt fatur á dystinum,
og seinna partin av fyrra
hávleiki varð alt mest sum
avgjørt. Tá bar einki til hjá
Kyndli eina góða løtu, og so
fall hamarin náðileyst, tá KÍF
økti leiðsluna upp í 18-7.
Eftir hetta var spenn
ingurin mest sum burtur, og
hóast Kyndi royndi at vinna
seg aftur í dystin, so var
hetta til fánýtis.
Sarko skaddur
Í Vestmanna tóku strand
ingar av, tá teir fingu møgu
leikan móti einum VÍF-liði,
sum var nakað skert til
dystin. Eli Muller var ikki í
málinum, og úti á vøllinum
var tað dyggur smeitur, at
Sarko tíðliga í dystinum
keikti fótin. Hinvegin var
Áki Egilsnes aftur at síggja
á vøllinum, men hóast hann
skeyt nøkur góð mál, so
er kanónin enn ikki tunað
heilt inn til tað, sum hon var
undan skaðasteðginum.
Fyri steðgin hevði VÍF fyri
tað nógva takið, men dygst
undan steðginum leyp StÍF
avstað. Og tá StÍF í seinna
hálvleiki útbygdi leiðsluna,
varð tað upp til VÍF at renna
aftaná, tað sum eftir var av
dystinum, og tað eydnaðist
altso ikki at fanga gestirnar
aftur.
– Mær dámar einki serligt
at koma fleiri mál frmaum
tíðliga í dystinum, tí tað kann
skjótt gerast ein sovipúta.
Men vit kláraðu alla tíðina
at halda teimum burtur, og
sigurin kom ongan tíð av
álvara í vanda, segði StÍF-
venjarin,
Jónleif
Sólsker,
eftir dystin.
Neistin vann aftur
Hjá Neistanum vóru nakrar
vikur, síðani liðið seinast fór
av vøllinum sum vinnari,
men tað megnaðu teir móti
Team Klaksvík leygardagin.
Neistin var allan dystin
væl og virðiliga omaná, og
sum dysturin gekk, so var
einasti spurningurin, hvussu
stórur sigurin skuldi vera.
hondbóltur
Neistin - Team Klaksvík 39-22 (18-11)
10 min: 5-2
20 min: 14-8
40 min: 24-14
50 min: 31-15
Neistin: Sjúrður Thomassen 8, Teitur Magnusson 7, Rói B. Hansen 5(4),
Andras Joensen 5, Jugosav Djumic 4, Torstein Balle 3, Herbjørn Lava 2,
Alek Buha 2, Hjalti í Jákupsstovu 2
Team Klaksvík: Andras Ellingsgaard 7, Dusko Petryeje 4(1),
Beinur Heðinsson 2, Jens Pauli Mohr 2, Einar Dam 2, Sámal á Tjaldrafløtti 2,
Eli Gærdum 1, Vilhelm Vilhelmsen 1
Brotskøst: Neistin 4/4, Team Klaksvík 1/1
Útvísingar: Neistin 2, Team Klaksvík 7
Diskvalifikatión: Team Klaksvík 1 (3X2 minuttir)
Dómarar: Tommy Ericsen & Ismet Kvakic
Kyndil - KÍF 28-33 (9-18)
10 min: -8
20 min: 7-14
40 min: 14-24
50 min: 19-27
Kyndil: Høgni Klein Olsen 11(4), Bárður Johannesen 5,
Hørður F. Sigtórsson 5, Andrias Sólsker 2, Finnur Hansson 2,
Josef Abrahamsen 1, David Edvardsen 1, Bjarni Sørensen 1
KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 11, Nicklas Selvig 9(1), Andrias Nielsen 6,
Rógvi Weihe 3, Janus Jacobsen 1, Rasmus Junker 1, Rúni Joensen 1,
Jákup Trygvason 1
Brotskøst: Kyndil 5/4, KÍF 2/1
Útvísingar: Kyndil 4, KÍF 3
Dómarar: Tommy Ericsen & Ismet Kvakic
VÍF - StÍF 28-30 (10-13)
10 min: 3-2
20 min: 8-5
40 min: 14-19
50 min: 20-25
VÍF: Filip Jojic 10(2), Áki Egilsnes 6, Sámal Joensen 4(2), Julian Olsen 2,
Andrias Eriksen 1, Mads Eriksen 1
StÍF: Kjartan Johansen 10(5), Marius Joensen 5, Sveinur Justinussen 4,
Jákup Berthelsen 3(2), Allan Norðberg 3, Borgar Danielsen 3,
Pauli G. Hansen 2
Brotskøst: VÍF 7/4, StÍF 8/7
Útvísingar: VÍF 3, StÍF 4
Dómarar: Heri Petersen & Gert Hansen
Atlantic Airways Deildin menn
nr. Lið
Dystir
Vunni
javnt
tapt
+mál
-mál
Munur
Stig
1 KÍF
21
14
1
6
615
537
78
29
2 VÍF
21
13
1
7
638
568
70
27
3 StÍF
21
12
1
8
571
553
18
25
4 H71
20
9
3
8
529
503
26
21
5 Kyndil
20
8
4
8
525
522
3
20
6 Neistin
20
7
2
11
526
564
-38
16
7 Team Kl.
21
3
0
18
535
692
-157
6
Eftir fleiri vikur í kreppulíknandi støðu bragdaði
brádliga hjá KÍF, tá teir vitjaðu Kyndil
Góða gongdin hjá StÍF seinastu vikurnar fær ikki Jónleif Sólsker uppfrá.
Vónin er FM-finalan, men onnur skulu snáva, um hetta skal gerast veruleiki
KÍF
vaknaði
Vit kunnu bara bíða
Jákup Mørk
Hóast VÍF hevur verið sera
væl koyrandi seinastu nógvu
vikurnar, so fingu teir annað
at síggja, tá StÍF vitjaði í
Vestmanna.
Strandingar vunnu trygg
an sigur, men hóast tað nú
bert eru tvey stig upp til
finaluplássið, so er tann
møguleikin ikki tað, sum
Jónleif Sólsker rópar harðast
um.
– Vestmenningar eru jú
betur enn vit innanhýsis, so
munurin er meira enn hasi
tvey stigini. Har hevði tað
verið betri, um KÍF hevði
snávað, tí har hava vit ein
dyst eftir, og vinna vit hann,
so eru vit betri enn teir
innanhýsis.
– Undir øllum umstøðum,
so er veruleikin, at vit kunnu
bara hugsa um at greiða
okkara setning hvørjaferð,
og so mugu vit bara vóna,
at onkur av hinum snávar.
Sjálvandi er dysturin í Kolla
firði ein lykladystur av teim
um, sum eru eftir, men hin
vegin skulu vit eisini vinna
móti bæði Kyndli og Neista
num. Vit skulu vinna hvørja
ferð hesar seinastu tríggjar
dystirnar, og so mugu vit
bara síggja, hvussu langt tað
ber. Røkka vit ikki finaluni,
so gerst ikki við, men so
skulu vit í øllum førum hava
bronsumerkini, sigur Jónleif.
Verjan riggar
Fyrstu nógvu umførini var
annars ikki nógv, sum bendi
á, at StÍF skuldi blanda seg
í oddastríðið. Strandingar
vóru saman við Team Klaks
vík botnproppar í deildini,
men síðini desember mánað
hevur annað lag verið á lið
num.
Hvat er tað, sum er broytt
somikið nógv, at tit nú eru
við í oddastríðnum?
– Vit fingu verjuna at
koyra sera væl, og so haldi
eg eisini, at málverjarnir
komu eina tonn upp. Alt
hongur jú saman á einum
hondbóltsvølli, og gongur
væl í verjuni, so er álops
spælið eisini lættari. Her
haldi eg eisini, at vit í dag
hava fingið munandi meira
ferð á álopsspælið, og so
leingi vit halda ferðini, so
koma
úrslitini.
Hinvegin
hava vit eisini dummað okk
um nakrar ferðir – eitt nú
móti H71 í miðvikuni, tá vit
søplaðu sigurin burtur. Har
hildu vit, at vit kundu ganga
sigurin heim, ístaðin fyri at
renna dystin heim, og tað
kostaði, sigur Jónleif Sólsker.
jakup@sosialurin.fo
Mynd: Álvur Haraldsen