Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mai 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 96 - 22. mai 2004 Nr. 96 - 22. mai 2004 3 Seinasta hóskvøld setti Marianna Joensen á Eiði seg framman fyri sjón- varpið at spæla Gekk, eins og hundratals aðrir føroyingar. Munurin á henni og hinum gekkaspæl- arunum var bara, at tá sendingin var liðug hevði hon vunnið tann stóra Gekkin, og var sostatt vorðin 120.000 kr ríkari GEKKAVINNARI Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo – Tað fyrsta eg hugsaði var, um eg hevði vunnið tann stóra ella tann minna Gekkin. Eg fekk so at vita, at eg hevði vunnið 120.000 kr. Eg vildi slett ikki trúgva tí. Eg minnist, at eg spurdi: Havi EG vunnið 120.000? Soleiðis greiðir Marianna Joensen frá kvøldinum. Hon fortelur, at eftir send- ingina komu fólk inn á gólvið at heilsa uppá hana og ynskja henni tillukku. – Telefonin gløddi tað kvøldið. Nógv fólk ringdu at ynskja mær tillukku, enntá systkinabørn hjá mammu míni ringdu, og tað fløvaði virkuliga. Tey høvdu sitið sum á nálum og sitið og gníst, tá eg vann. Deiligt at vita, at fólk untu mær pengarnar og gleddust um, at tað var eg sum vann, sigur hon. Hóast hon ikki sigur seg spæla Gekk so serliga ofta, so hevur hon tó vunnið einaferð áður. – Í apríl í fjør vann eg eisini í gekkinum. Tá vann eg ælabogan. Og tá haldi eg næstan, at eg var akkurát líka glað sum nú, eg vann pengarnar. Man væntar ikki at vinna, og tí verður man so kløkkur og glaður. Eg haldi ikki, at tað ger mun hvat man vinnur, kenslan er tann sama, greiðir Mari- anna frá. Hon sigur, at tá hon vann seinast, var akku- rát sama lívið. Fólk komu at vitja og tey ringdu alla- staðni frá at ynskja til- lukku. Og tað hevði líka nógv at siga fyri hana, at fólk gleddust við henni tá, sum nú. – Tað er ikki ordiliga gingið upp fyri mær enn, at eg havi vunnið. Eg havi ikki nýtt nakað av pengun- um enn, men eg vóni at tað fer til okkurt, sum veruliga sæst aftur. Havi hugsað um at nýta tað til umvælingar av húsunum. Vit hava búð her í 25 ár nú, so tað er ymiskt sum treingir til eina umvælandi hond, sigur hon. – Eg haldi ikki at tilveran broytist nakað, fyri tað um tú vinnur pengar. Eg havi so ikki merkt nakað serligt. Børnini eru kanska blivin eitt sindur spydig, men tað er einki negativt í tí. Herfyri var dótturin á vitjan, og hevði lítla ommu- sonin við. Hann spýði á sofuna, og eg royndi at turka sum frægast. Men dótturin helt, at eg bara kundi keypa mær eina nýggja sofu, nú eg eri blivin so rík, greiðir Mari- anna frá og flennir. – Men eg ætli mær so ikki at oyðsla við pengun- um, og havi heldur ikki flippað út uppá nakran sum helst máta. Tað tykist í grundini eitt sindur óveru- ligt, at eg havi vunnið. Eg haldi næstan, at eg bara fari at hava pengarnar stand- andi á konto eina tíð, og njóta at teir eru har, sigur hon at enda flennandi. Marianna Joensen á Eiði: Vann 120.000 í Gekkinum Herfyri vann Marianna Joensen fyri aðru ferð í Gekkinum. Fyrru ferð vann hon Ælabogan, hesuferð 120.000 kr. Mynd: Jens Kristian Vang Pól Arni úr All That Rain Pól Arni Holm er ikki long- ur sangari í rockbólkinum All That Rain. Partarnir eru vorðnir samdir um at gevast við samstarvinum, og All That Rain heldur fram sum ein trio. – Orsøkin er sera einkult munurin á monnum, hvussu ymiskir vit eru og hugsa, og hvat vit vilja. Og partarnir blivu tí samdir um at best var at halda áfram uttan Pól Arna, skrivar All That Rain á heimasíðu sínari. All That Rain heldur fram sum trio, og tað verð- ur gittarspælarin Hans Ravnsfjall, sum aftur fer at royna seg sum sangari. Hann hevur áður verið sangari í bólkinum, um- framt at hann spælir gittar. – Vit hava ikki avgjørt enn um vit fara at leita eftir nýggjum sangara, ella vit bara velja at vera tríggir. Næsta spælingin hjá okk- um er um eina góða viku, og vit halda áfram við øll- um spælingunum við full- um blussi, siga teir í All That Rain. Tempulljóð í Gøtu Temple of Sound verður eitt av nøvnunum, sum verða at hoyra á G! festi- valinum í juli mánaði. Tað eru teir báðir Neil Sparkes og Count Dubulah, ið báðir vóru við í víðagitna Trans- global Underground, ið standa fyri bólkinum. Mong halda, at teir vóru upprunin til Trip Hop sjangruna. Temple of Sound blanda saman tað ráa og upprunaliga úr øll- um heimspørtum. KONSERT Tíðindaskriv Havnarkórið endar sítt virkisár 2003-2004 við konsert í Fríðrikskirkjuni nú sunnukvøldið kl. 20.00. Á skránni verða kór- sang-ir eftir W. A. Mozart og Johannes Brahms fyri blandað kór og eisini onkrir fyri kvinnukór. Saman við kvinnunum syngja tær báðar Sanna í Brekkunum og Randi Hansen duett, og solo syngja Petra Iversen og Berghild Poulsen. Klaverleikarin Jóhann- es Andreasen spælir til bæði solosangin og kór- sangin, og fylgispæl hava eisini teir tríggir klari- nettistarnir Bjarni Berg, Oddur Hentze og Peder Riis-Jensen. Sum nakað serstakt verður eisini úrvaldur unglingastrúkarabólkur at hoyra. Tað er tann kendi tónlistamaðurin Benny Wilkinson, føringur í móðurlegg, sum her í várhálvuni hevur savnað 11 úrvaldar ungdómar í Havn og eisini av bygd til samanspæl. Umframt saman við kórinum at framføra ta gitnu Mozart- perluna Ave Verum, sum konsertin endar við, fer hetta vónríka unglingalið at framføra instrumenta- satsir eftir Antonio Vi- valdi og Georg Fr. Händ- el. Orkestrið endar sín leilklut við fyrsta satsi úr “Eine kleine Nachtmusik” eftir W. A. Mozart. Sum siðvenja við kirkjukonsertum í Føroy- um verður ikki atgongu- gjald, men høvi verður til sjálvboðið at stuðla kon- sertini fíggjarliga. Fjølbroytt klassisk konsert í Fríðriks- kirkjuni sunnudagin Siloakórið og sang- bólkurin fara at syngja í Fuglafirði í sunnukvøldið og í Norðurlandahúsinu m hvítusunnuaftan KONSERTIR Jóannes Hansen Næstu dagarnar verður møguleiki at hoyra Siloa- kórið og sangbólkin Salt syngja tvær ferðir. Talan verður um rættuliga fjøl- broyttar sangløtur. Fyrra konsertin verður í Mentun- arhúsinum í Fuglafirði nú sunnukvøldið klokkan 20.30, og konsertin í Norð- urlandahúsinum verður næsta leygardag, hvítu- sunnuaftan, klokkan 16. Siloakórið og sangbólk- urin Salt hava fleiri ferðir hildið konsertir seinastu árini. Sangirnir hava anda- ligt innihald. Felags fyri kór og bólk er, at tey fyri stuttum hava verið í Bret- landi og roynt seg. Í fyrra- árið gav Siloakórið fløgu út, og sangbólkurin Salt er farin undir fyrireikingar at geva fløgu út. Ætlanin hjá teimum er at taka upp í summar. Tá ið sangbólkurin og kórið hava konsert í felag, verður talan um fjølbroytta konsert. Salt syngur a capella ella uttan undir- spæl, og hjá Siloakórinum er nógv undirspæl. Tað eru seks sangarar í Salt, og tey hava sjálvi sett flestu løgini út, sum tey fara at syngja. Viðhvørt syngja tey í trim- um røddum, og onkra ferð- ina eru raddirnar seks. Tey, sum manna Eysturoyar bólkin, eru Arnvør á Torkilsheyggi, Paula Jesp- ersen, Elsebeth Lassaberg, Eydna Jacobsen, Óli Kristian á Torkilsheyggi, Jóhan Magnus Kristians- son og Bárður á Lakjuni. Skráin hjá Siloakórinum er sambært kórleiðaranum, Eyðun á Lakjuni, eitt sind- ur meiri gospelkend, enn hon plagar at vera. Eitt nú syngja tey løg hjá André Crouch og Oslo Gospel Choire. Solosangararnir í kórin- um eru á konsertunum í Fuglafirði og í Norður- landahúsinum Bárður á Lakjuni, Rógvi á Lakjuni, Elisabeth Hansen, Karlina Højgaard, Elsebeth Lassa- berg og Erla á Torkils- heyggi. Trio syngja Else- beth Lassaberg, Erla á Torkilsheyggi og Levi á Torkilsheyggi. Hjá Siloakórinum spælir Gunnar Guttesen tangentar. Pæur Dal-Christiansen spælir guitar, Svend Åge Drewsen spælir bass, og Dánjal Zachariassen situr handan trummurnar. Atgongugjaldið er bæði í Mentunarhúsinum og í Norðurlandahúsinum hundrað krónur, og hvør konsertin verður umleið tveir tímar. Fjølbroyttar konsertir næstu dagarnar C M Y K 3 2