Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-17, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. mars 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. mars 2014 · Nr. 32 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagfinn Olsen Myndir: Álvur Haraldsen Miðlahúsið, Kringvarpið og Norður­landa­ húsið skipaðu leygarkvøldið í felag fyri stóra FMA tiltakinum, Faroese Music Avards. Vit høvdu á sinni Prix Føroyar og vit høvdu Planet Awards. Men mangar hava røddir­nar verið frammi um, at tað líkasum mangl­aði okkurt – okkurt veruligt. Við flotta FMA tiltakinum leygarkvøldið er av álvara stig tikið rætta vegin. Kósin var beinanvegin sett og stílað var høgt. Eitt stórt tiltak í bestu kørmum, og fylgjast kundi við í loftmiðlum og á netinum. Og Norður­ landahúsið hevur røttu karmarnar, og legg­ ur eisini upp til, at fólk koma væl ílatin. Og hóast talan ikki júst var um eitt sonevnt galla­kvøld, so høvdu tey flestu hugsað seg eitt sindur um, innan tey fóru frá húsum. Ljóðleysir ljóðmenn Innstillaðu tónleikararnir og útgávurnar vóru býttir sundur í ymsar heitisbólkar, og ein vinnari skuldi so finnast millum tey innstillaðu nøvnini. Til bar senda sms og at­kvøða á tann hátt, og ein dómsnevnd var eisini knýtt at hvørjum heitisbólki. Skráin var drúgv, tí umframt mongu heiðurslønirnar í teimum ymsu heitisbólkunum, so vóru eisini tón­leika­fram­ førslur millum handanirnar. Men væl var skipað fyri, tí tiltakið gekk sum eftir ánni, hóast talan var um nógv pallskift og nógv fólk, sum skuldu inn og út av pallinum. Góða ljóð- og pallmanningin var líkasum ein náttúrligur partur av kvøldinum, og uttan hóva­sták duga hesir – ljóðleyst, og uttan at ein av álvara varnast teir - at gera tað so, at alt er til reiðar og kann halda fram, so sum skráin ber boð um. Hetta var flott at síggja leyg­ar­kvøldið. Og vertirnir knýttu alt so væl saman, og onga løtu var talan um, at nakað ken­d­ist tungt ella at okkurt ikki riggaði, sum tað skuldi. Og ein eigur ikki at gloyma tey, sum handaðu, tí tey vóru á palli, sum høvdu tey ikki gjørt annað. Í alt eitt gott og flott tiltak, sum hevur tyngd, og sum avgjørt fyllir eitt hol í tón­leika­ lands­lagnum, ið hevur staðið gapandi tómt. Eitt savnandi tiltak, bæði so og so, tí her er eisini talan um, at stóru miðlarnir samstarva, og eisini fremsta mentanarstað í Føroyum. Fyri­reikarar og luttakarar eiga takk fyri eitt fram­úr avrik. Talan hevur verið um at gera ymsar broyt­ ing­ar til eitt komandi FMA. Hetta er gott á tann hátt, at so vita vit, at hetta ætlandi verð­ ur eitt afturvendandi tiltak, men eisini tí at óivað kann okkurt gerast øðrvísi. Men hin­ veg­in skal ein ikki pilka ov nógv við okkurt, ið rigg­ar. FraMúr Avrik Tá FMA tiltakið leygarkvøldið varð hildið í Norðurlandahúsinum, fekk føroyskur tónleikur aftur ein pall og eitt forum, har tónleikurin kemur til heiður og í fyrstu røð