týsdagur 18. mars 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. mars 2014 · Nr. 33
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Niels arge Galán
Kjak síða 18
Tykta
tann tú
elskar...
Hansina berg
Kjaks síða 19
Ein
tøkk til
heima
hjálpirnar
Málið um at loyva samkyndum at
ganga saman í borgarligt hjúnalag
hevur volt fleiri tingfólkum trup
ulleikar.
Eyðvitað eru fleiri tingfólk, sum
hava sína greiðu meining um hesi
viðurskifti. Nøkur tvíhalda um, at
hjúnabandið er millum mann og
kvinnu, tí soleiðis hevur tað altíð
verið, og tí at tað stendur í Halgu
bók.
Onnur eru sannførd um, at øll
eiga rættin til at liva saman við tí,
sum tey sjálvi hava hug til, um tað
so er við fólki av sama kyni.
Løgmaður er sjálvur fyri, at sam
kynd fólk eiga at sleppa at giftast.
Og tað eru tey í ungmannafelagnum
hjá
Sambandsflokkinum
eisini.
Onnur tingfólk í flokkium eru eis
ini fyri.
Men fyri at fáa frið í samgonguni,
so hevur Kaj Leo Holm Johannesen
gjørt avtalu um, at øll samgongan
skal standa saman um at fella upp
skotið, sum Bjørt Samuelsen, Rig
mor Dam og Poul Michelsen hava
lagt fyri tingið.
Hóast Miðflokkurin nú er marg
inaliseraður í samgonguni – tørvur
er ikki á teirra atkvøðum, so tyk
ist flokkurin megna at halda all
ari samgonguni fast upp á grund
sjónarmiðini hjá flokkinum um,
at hjúnabandið einans er millum
mann og kvinnu. Hetta hóvar eis
ini væl Fólkaflokkinum, tí fleiri
av tingfólkum floksins hava somu
støðu.
Hetta merkir so eisini, at at Janus
Rein má svíkja sítt vallyfti um, at
samkynd skulu sleppa at giftast.
Janus Rein og Poul Michelsen eru
teir einastu, sum eru valdir upp á
at loyva samkyndum at giftast. Í so
máta hevur Janus Rein svikið sínar
veljarar, meðan Poul Michelsen
heldur sítt lyfti – lyfti frá einasta
flokki, sum hevur hjúnalag millum
samkynd í stevnuskránni.
Vit kunnu kanska freistast til
at finnast at løgmanni fyri at hava
gjørt eina avtalu um, at minnilutin
í samgonguni hevur valdið.
Men hetta er einki eindømi.
Somu avtalu hevur Høgni Hoydal
eisini gjørt, tá hann sat í samgongu.
Tað var tá málið um viðgitnu grein
266b var fyri fyrru ferð. Tá mátti
Høgni Hoydal og Tjóðveldi eisini
boyggja seg fyri sjónarmiðunum
hjá Miðflokkinum.
Harfyri er tað ikki rætt, at løg
maður bindur allar samgonguna
á hendan hátt. Men tey, sum eru
fyri hesum uppskoti, kunnu bara
bíða í tolni. Hetta er eitt mál, sum
skjótt fer at verða samtykt – eisini
við atkvøðum úr bæði Sambands
flokkinum
og
Fólkaflokkinum.
Tíðin stendur jú ikki í stað, hóast
ávísar kreftir berjast ímóti...
Sleppa ikki at hugsa sjálv
– Fríggjadagin 21. mars 2014
kl. 19.00 fara Føroysk Miðla
fólk at heiðra tað allarbesta
av føroyskum journalistikki í
undanfarna ári við sonevndu
Winther-heiðurslønini.
Soleiðis skrivar fakfelagið
hjá føroyskum fjølmiðlafólk
um í tíðindaskrivi um dagar
nar.
Og tá tey siga »tað allar
besta av føroyskum journali
stikki«, so er tó bara talan um
journalistikk í Kringvarpi
num, í fyrrverandi Dimma
lætting, á Portalinum og á
Vágaportalinum.
Fyri at verða við í hesi
kapping um besta journal
istikkin, so skalt tú sjálvur
skjóta títt egna tilfar upp til
at vinna hendan heiður. Tað
hava so hesir miðlar gjørt.
Í Kringvarpinum halda tey,
at føroya besti journalistikk
ur í 2013 er, at Kringvarpið
19. juni visti at siga, at Kári
P. Højgaard ætlaði at skriva
undir sáttmála um Eystur
oyartunnilin. Eisini halda
tey í Kringvaprinum, at tey
kunnu
vinna
Winthers
heiðurslønina fyri at hava
sagt, at ivi var um gegnið
hjá Annfinni Vitalis Hansen
at verða kanningarstjóri í
málinum um Skálafjarðar
tunnilin.
Tey sum vóru á Dimma
lætting áðrenn hon fór á
húsagang 13. september í
fjør halda, at tey eiga heið
urin fyri at hava skrivað um
margháttligu og ivasomu
lagnuna, sum Thor-skpið
Hercules fekk í Kili, har mót
sigandi útsøgnir vóru um
lagnuna.
Eisini halda tey á Portali
num og á í Kringvarpinum, at
tey eiga at fáa heiðurin fyri
tollmálið hjá Jørgen Nicla
sen, sum í løtuni liggur sum
kærumál í Fjølmiðlanevnd
ini.
Vágaportalurin og Kring
varpið hava sent inn hvør
sína mynd, sum tey halda
eiga heiðurin sum ársins
mynd.
– Sosialurin, Rás2, in.fo,
Portalurin fram til 13. juli
2014, Vikublaðið og Norðlýsið
hava einki tilfar sent inn til
kappingina og eru tí ikki við,
hóast tey kanska kortini hava
eitt sindur av tí »allarbesta
journalistikkinum í Føroy
um í fjør«...
Fýra halda seg vera best
– Vit hava havt neyvt samstarv
við menninar, sum vóru undir
illgruna fyri barnaporno. Tað
sigur Jón Klein Olsen, leiðari
á kanningardeildini hjá løg
regluni. Fyri einum mánaði
síðani komu tveir føroyingar
undir illgruna fyri at hava
barnaporno á telduni, ein í
Føroyum og ein í Danmark.
Men Jón Klein Olsen sigur,
at einki varð funnið á teld
unum, sum bendi á, at teir
vóru sekir og tað er heldur
einki, sum bendir á tað, legg
ur hann afturat.
Og týsmorgunin kunn
gjørdi løgreglan, at málið er
slept, og at teir báðir føroy
ingarnir ikki longur eru und
ir illgruna.
Einki barnaporno
Páll á Reynatúgvu úr Tjóð
veldi, hevur ikki so stórt álit
á Johan Dahl, at hann vil
geva honum fríar ræsur at
einskilja Strandferðsluna.
Løgtingið viðgjørdi týs
dagin eitt uppskot um at
geva landsstýrismanninum
í vinnumálum heimild at
einskilja sigling hjá Strand
ferðsluni.
Men tað eru tjóðveldis
fólk ikki sinnað til.
Tey halda, at talan kann
ikki verða um at geva Johan
Dahl ein blankokekk at ein
skilja Strandferðsluna.
– Áðrenn tað yvirhøvur
kann verða talan um at við
gera málið, má Johan Dahl
hava eina eitt greitt upp
legg um, hvussu hann ætl
ar at fara fram, sigur Páll á
Reynatúgvu.
Hann vísir á, hvussu
stríggið tað er at varðveita
tænastustigið hjá Strand
ferðsluni, nú hon er al
menn.
Hann stúrir illa fyri,
hvussu tað fer at gangast,
tá ið hon verður privat.
Hann hevur hug at rógva
framundir, at Strandferðsl
an verður niðurpínd við
vilja, nettupp fyri at slóða
fyri at hon verður einskild.
Floksfelagi hansara, Bjørt
Samuelsen heldur, at er
ónøgd við Strandferðsluna,
er bara at seta henni krøv.
– Tað ber væl til at seta
einum stovni krøv um eitt
ávíst tænastustig, hóast
hann er almennur, sigur
hon.
Hevur ikki neyðugt
álit á Johan Dahl
Neyvan fer ein løgmaður
aftur at binda tingfólk soleiðis