týsdagur 18. mars 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. mars 2014 · Nr. 33
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Útlendingar
uttan rættindi
Lagnan hjá indonesisku og sponsku fiskimonnunum við
garnaskipinum Anitu var eina og aleina í hondunum á reiðaranum.
Teir høvdu eingi rættindi í føroyska samfelagnum
Jón Brian Hvidtfeldt
Tað er framhaldandi eitt
loyndarmál, hvat útlendsku
fiskimenninir
við
før
oyskt skrásetta garnaskip
inum Anitu fingu í hýru.
Manningin varð lønt sam
bært innanhýsis sáttmála
millum reiðaran og mann
ingina.
Reiðarin,
Søren
Christiansen, ynskir ikki at
upplýsa innihaldið í sátt
málanum,
sum
føroyska
Fiskimannafelagið ongantíð
hevur sæð.
Samstundis sum lønin
er loynilig, so stendur púra
greitt, at útlendingarnir hava
ongan rætt til minstuløn úr
Trygdargrunninum.
Anita
skal, eins og onnur føroysk
fiskiskip, rinda eitt prosent
av avreiðingarvirðinum inn í
Trygdargrunnin. Kortini fær
manningin onga trygd.
- Lógin sigur, at eg skal
gjalda inn, men eg fái einki
útaftur. Tað haldi eg ikki
vera rættvíst, sigur Søren
Christiansen.
Frágreiðingin er at finna
í
lóggávuverkinum
kring
Trygdargrunnin. Tí sambært
kunngerðini um inntøkutrygd
verður minstuløn bara veitt
fiskimonnum við bústaði í
Føroyum. Tað merkir somu
leiðis, at fiskimenninir skulu
rinda skatt í Føroyum.
– Kravið um føroyskan
bústað er ein leivd frá gomlu
skipanini,
sigur
Hanni
Thomsen,
deildarleiðari
fyri Trygdargrunnin, sum
samstundis
staðfestir,
at
útlendingar við føroyskum
fiskiskipum fáa ongar pengar
úr grunninum.
Alfred Petersen, stýrisfor
maður fyri Trygdargrunnin,
vísir á, at tað er ein politisk
avgerð, at soleiðis skal tað
vera.
– Jú, tað er rætt, at part
arnir á arbeiðsmarknaðin
um nú taka sær av Trygdar
grunninum. Men grunnurin
er kjølfestur í løgtingslóg og
kunngerð, og tí er tað løg
tingið, sum hevur sett treyt
irnar, sigur Alfred Petersen.
Sum nevnt fær almenn
ingurin ikki at vita, hvørja
hýru manningin við Anitu
fekk frá reiðaranum. Men
løgreglan er tó kunnug um
hesi viðurskiftini.
– Vit hava avhoyrt mann
ingina, eisini vísandi til
reglurnar í útlendingalógini,
har vit spyja um setanar- og
lønarviðurskifti. Men hesi
viðurskifti eru ikki almenn,
sigur
Linda
Hesselberg,
ákæri.
Jón Brian Hvidtfeldt
Hóast Anita er føroyskt
fiskiskip, sum fiskar før
oyska kvotu í føroyskum
sjógvi, so er lítið føroyskt
við skipinum. Bara skiparin
var føroyingur, meðan øll
manningin var útlendsk.
Sambært
reiðaranum,
Søren Christiansen, er tað
ein orsøk til, at neyðugt var
at fara út um landoddarnar
eftir manning.
– Føroyingar tíma ikki at
sigla við skipum sum Anitu.
Føroyskir fiskimenn leita
sær í stóran mun til Norra,
ella fara teir í oljuvinnuna,
sigur Søren Christiansen.
Reiðarin hevur ilt við at
útgreina orsøkina til hesa
støðu, sum hann tó sigur
vera veruliga.
Teir 33 menninir, sum
til
fyri
stuttum
vóru
mynstraðir við Anitu, vóru
úr Indonesia og Spania.
Fokus kom á skipið, tá
ein vanlukka umborð kravdi
eitt mannalív. Manningin á
Anitu var við at seta gørn,
týskvøldið 11. februar, tá
ein av manningini fekk ein
enda um beinið og fór út við
gørnunum. Tveir aðrir av
manningini sóu tilburðin,
og teir royndu at draga
gørnini innaftur í eini roynd
at fáa mannin aftur. Anita
var tá stødd umleið 180
fjórðingar í ein útsynning
úr Suðuroynni. Hóast leitað
varð eftir indonesiska fiski
manninum, so kom hann
ikki afturíaftur.
Framtíðin
Sum nevnt í aðrari grein her
á síðuni er øll manningin
send av landinum, tí teir
hava ikki neyðugu arbeiðs-
og uppihaldsloyvini. Sør
en Christiansen sigur seg
framvegis ikki hava tik
ið støðu til, hvussu hann
í framtíðini ætlar sær at
manna Anitu, ið síðstu tíð
ina hevur ligið á Fuglafirði.
– Nei, har er eingin
støða tikin, sigur Søren
Christiansen, sum heldur
ikki kann svara uppá, hvørt
hann fer at royna at útvega
arbeiðs- og uppihaldsloyvi
til útlendska manning, ella
hann í staðin fer at royna
at fáa føroyingar umborð
á Anitu.
Tað er eingin loyna,
at Anita hevur verið í
ringum
ljósi
hjá
Fiski
mannafelagnum,
sum
heldur lítið um leistin hjá
reiðaranum at reka sítt
virksemi. Spenta støðan
fekk 24. februar formannin
í
Fiskimannafelagnum
at melda reiðaran, Søren
Christiansen, til politiið.
Reiðarin varð meldaður
fyri at brúka ólógliga ar
beiðsmegi, tá skipið skuldi
landa
sína
veiðu.
Tað
var gjørt, tá fiskimanna
felagsformaðurin segði seg
hava frætt, at manningin á
Anitu sjálv landaði skipið,
hóast manningin ikki hevði
arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
Søren
Christiansen
vil ikki útgreina, hvat tað
hevði
merkt
fíggjarliga,
um so er at reiðaríið valdi
at løna manningini sam
svarandi sáttmálanum hjá
Fiskimannafelagnum.
– Eg havi ikki hug at
diskutera handan spurn
ingin. Eg havi alt ov nógv
onnur viðurskifti at taka
mær av júst nú, sigur Søren
Christiansen.
Jón Brian Hvidtfeldt
Eftirspælið í samband við
manningarviðurskiftini
á Anitu gevur eina mynd
av, hvussu reglurnar skulu
tulkast, um so er at eitt reiðarí
velur at manna eitt føroyskt
fiskiskip við útlendingum.
Útlendingamál eru danskt
málsøki, meðan føroyska Út
lendingastovan fær øll mál
til ummælis.
– Niðurstøðan í hesum
máli er, at kemur eitt fiski
skip í føroyska havn meira
enn 10 til 15 ferðir um árið,
so skulu útlendingar um
borð hava arbeiðs- og uppi
haldsloyvi í Føroyum, stað
festir Ken Nónklett, leiðari á
Útlendingastovuni.
Definitiónin “at koma í
føroyska havn” skal í hesum
føri skiljast í rættuliga breið
um týdningi. Tað er til dømis
ikki nóg mikið hjá einum
fiskiskipi at sigla inn móti
landi og skifta manning við
einum sonevdum mobbáti,
fyri á tann hátt at umganga
reglurnar.
Hóast
útmeldingarnar
eftir niðurstøðuna hjá Ud
lændingestyrelsen í Dan
mark í ítøkiliga málinum við
Anitu hava verið ymiskar
og onkur hevur undrast á
hesa definitión, so er einki
nýtt undir sólini í somáta,
sambært ákæruvaldinum.
– Henda reglan hevur
verið alment kend í áravís. Vit
hava enntá eitt umleið 10 ára
gamalt mál, har útlendingar
við føroyskum fiskiskipi eru
útvístir vegna manglandi
arbeiðs- og uppihaldsloyvi,
júst tí at skipið kom ov ofta
í føroyska havn, sigur Linda
Hesselberg, ákæri.
Ken Nónklett og Linda
Hesselberg vísa bæði á, at
tað er ein orsøk til at elastik
er í skipanini og talið kann
sveiggja frá 10 til 15. Hetta
kemst av, at myndugleikarnir
skulu í hvørjum einstøkum
føri hava frælsi til at meta
um ítøkiligu støðuna hjá tí
fiskiskipi, sum talan er um.
Kunnu søkja
Indonesarnir vórðu sendir
av landinum at kalla beinan
vegin, tað varð staðfest, at
teirra formligu viðurskifti
ikki vóru í lagi. Teir fóru
av landinum, so skjótt løg
reglan var liðug við sínar
avhoyringar.
– Teimum stendur tó
frítt at søkja um arbeiðs-
og uppihaldsloyvi her. Tað
krevur, at teir hava eitt ítøki
ligt arbeiðstilboð at vísa á,
sigur Ken Nónklett og heldur
fram:
– Meginreglan er tá, at vit
skulu fáa upplýsingar um
lønar- og setanarviðurskifti
hjá teimum.
Eitt arbeiðs- og uppi
haldsloyvi hjá einum indo
nesiskum fiskimanni, sum
mynstrar
við
føroyskum
fiskiskipi, gevur tó ikki av
sær sjálvum honum rætt til
pengar úr Trygdargrunn
inum.
– Nei, tað merkir tað ikki.
Trygdargrunnurin
krev
ur bústað og fulla skatt
skyldu í Føroyum, og har
umframt sigur kunngerðin
fyri grunnin, at fiskimaður
skal vera løntur sambært
føroyskum sáttmála, stað
festir Hanni Thomsen, deild
arleiðari hjá Trygdargrunn
inum.
– Føroyingar
tíma ikki umborð
Orsøkin til at Anita er mannað
við útlendingum er, at føroyingar
fáast ikki umborð á eitt garnaskip,
sigur Søren Christiansen, reiðari
Vístir av landinum
Kemur eitt skip fleiri enn 10 til 15 ferðir í føroyska havn, so skulu
útlendingar umborð hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi. – Reglurnar eru
gjørdar soleiðis, at tað skal bera til at meta um støðuna í hvørjum
einstøkum føri, sigur Ken Nónklett, leiðari á útlendingastovuni
Avgerðin um støðuna útlendingum við føroyskum fiskiskipum
byggir á grein-13 í útlendingalógini
§ 13. Udlændinge skal have arbejdstilladelse på Færøerne for at
tage lønnet eller ulønnet beskæftigelse, for at udøve selvstændig
erhvervsvirksomhed eller for mod eller uden vederlag at udføre
tjenesteydelser på Færøerne. Arbejdstilladelse kræves tillige til
beskæftigelse på færøsk registreret skib, der som led i rutefart
eller i øvrigt regelmæssigt ankommer til færøsk havn.
Í ítøkiliga málinum við Anitu er tað síðsti setningurin í grein-13,
sum Udlændingestyrelsen velir at tulka sum 10 til 15 ferðir
síðsta árið.
Ofta hevur verið víst á, at skip skulu kunna koma í føroyska
havn 26 ferðir um árið, uttan at manningin skal hava arbeiðs- og
uppihaldsloyvi. Men tá verður ítøkiliga sipað til grein-34, stk.4
í útlendingakunngerðini, sum neyvt snýr seg um farmaskip.
Ella, sum kunngerðin er orðað, “personale på færøske lastskibe
i international trafik.”
FAKTA