Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 19. mars 2014 · Nr. 33 TÍÐINDI Haldórsvíkar skúli Skúlagøta 2, 440 Haldórsvík Í Haldórsvíkar skúla ganga 5 næmingar. Einalærari er Asbjørn Berthelsen. Hósvíkar skúli Vørðuvegur 5, 420 Hósvík Í Hósvíkar skúla ganga 45 næmin- gar. Fyrstilærari er Eydna M. Midjord. Hvalvíkar skúli Skúlavegur 1, 430 Hvalvík Í Hvalvíkar skúla ganga 59 næmingar. Fyrstilærari er Aslaug Olsen. Norðskála/Oyrar skúli Skúlavegur 5, 400 Oyrarbakki Í Norðskála-Oyrar skúla ganga 83 næmingar. Fyrstilærari er Nomi Jacobsen. Felagsskúlin, 8.-10. flokk Skúlin er bygdur í 1974 og út- bygdur í 1980. Seinnu árini eru umfatandi dagføringar gjørdar av skúlanum. Á felagsskúlin á Oyrarbakka ganga upp ímóti 100 næmingar í 8., 9., og 10. flokki. Næmingarnir eru úr Sunda og Eiðis kommunum, sum eru sa- man um skúlan. Skúlin hevur sjálvstøðugan roknskap. Kost- naðurin at reka skúlan verður býttur út á báðar kommunurnar, ið gjalda lutfalsliga eftir næmin- gatalinum. Skúlin hevur fimleikarhøll og svimjihøll. Skúlastjóri er Jón Ingi Ejdesgaard. FAKTA Leo Poulsen Skúlaeindirnar eru flokkaðar í 1.-3. flokk, 4.-6. flokk og so 7.- 10. flokk. Í tí sambandi ynskir Sunda kommuna at flyta 7. flokk í Felagsskúlan, so tann eind­in kann samansjóðast betur. – Vit hava uppsagt sátt­ málan við Eiðis kommunu í tí sambandi, men formalia er ikki fylgt heilt, tí tað skrivi skuldi verið komið inn áðrenn 1. september, men tað kom so ikki fyrr enn 9. september, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu. Hann sigur tó, at støðan er ikki øðrvísi enn tað, at tað kann gerast ein nýggjur sáttmáli um alt tað, ið komm­ unurnar samstarva um. Í brævinum, sum Sunda kommuna hevur sent Eið­is kommunu stendur, at sátt­ málin teirra millum verður uppsagdur, og at ein nýggjur sáttmáliverður gjørdur sum sigur, at Sunda kommuna flytur 7. flokk úr kommunalu skúlunum í Felagsskúlan á Oyrarbakka. – Har liggja tvey ting í tí, nevniliga at vit sleppa undan at útbyggja kommunala skúl­ an, tí tað er nóg mikið av plássi i Felagsskúlanum, og tann nýggja eindardeilingin, sum leggur 7. flokk saman við 8.-10. flokk, sigur Heðin Zachariasen. Hetta hevur einki at gera við, at Sunda kommuna ikki vil hava Eiðisbørn at ganga í Felagsskúlanum. – Tað hevur einki við tað at gera. Eiðis kommuna eigur sín part av skúlanum. Næmingarnir av Eiði ganga her í sínum egna skúla, og tað koma teir eisini at gera í framtíðini. Tað einasta vit ynskja er, at okkara næm­ ingar í 7. flokki sleppa í Felagsskúlan at ganga, sigur Heðin Zachariasen. Hann sigur, at hann sær tað als ikki sum ein trupul­ leika, at skúlin hevur eina leiðslu fyri allar flokkar frá 1. til 10. flokk. – Tað er bara ein spurn­ ing­ur um planlegging. Og lat meg siga tað, at talan er bara um broytingar fyri næmingar í Sunda komm­ unu, og ikki fyri næmingar av Eiði, sigur Heðin Zacha­ riasen. Lata seg ikki kroysta Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði, heldur ikki, at talan er um tað stóru ósemjuna. – Eg veit ikki, um tað skal leggjast so nógv í hesa ósemjuna akkurát. Tað var soleiðis, at vit settu ein samstarvsbólk við um­boð­um frá Eiðis og Sunda komm­unu, sum skuldi finna eina loysn á Felagsskúlanum og skúla­ økinum sum so í økinum, sigur Jógvan í Skorini. Tað kom eingin semja tá, og síðani hevur Sunda komm­una tikið sakina í egnar hendur. – Vit hava einki ímóti tí, teir mugu gera tær broytingar, teir hava hug til. Men í byg­ naðarbroytingunum er Fe­ lagsskúlin á Oyrarbakka eis­ ini við, og har eiga vit okkara part, og tí vilja vit ikki verða við, fyrr enn semja er um tær bygnaðarbroytingar, ið skulu vera, sigur Jógvan í Skorini. Tað snýr seg ikki bara um at fáa 7 flokk í Felagsskúlan. – Nei, teir vilja hava eina leiðslu fyri Felagsskúlan á Oyrarbakka, og tað er gjørt, uttan at teir hava boða okk­um frá tí. Vit hava ein sátt­mála á økinum, og tað kann ikki gerast sambært tí sátt­málanum, sigur Jógvan í Skor­ini. Sáttmálin gongur í 10 ár fram til 1. september 2016. – Skal sáttmálin sigast upp, skal tað henda við trý ára freist, og tað vil siga áðrenn 1. september 2013. Og tað er ikki gjørt. Tað stendur í sáttmálanum, at er hann ikki uppsagdur í rættari tíð, heldur sáttmálin fram í trý ár aftrat til 1. september 2019, sigur Jógvan í Skorini. Hann sigur, at tað kann ljóða sum um teir bara vilja seta føtur í spenni. – Men tað er ikki so. Vit met bara, at tað skal fara rætt fram, og tað er tað ikki. Vit vija fegnir hava eitt samstarv við Sunda kommunu. Men eg má sum borgarstjóri verja ognirnar hjá Eiðis borgarum, og tað gera vit á besta hátt, meta vit, sigur Jógvan í Skor­ ini. Nógv samstarv Hann væntar kortini ikki, Ósemja um Felagsskúla á Oyrarbak Tað hevur tikið seg upp ein ósemja millum Sunda kommunu og Eiðis kommunu um Felagsskúlan á Oyrarbakka, í sambandi við, at Sunda kommuna ynskir at flyta 7. flokk í hølini hjá Felagsskúlanum Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, heldur ikki, at talan er um stórar broytingar við Felagsskuilan á Oyrarbakka Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði, heldur ikki, at talan er um stórar broytingar, men tað skal ganga eftir bókini