Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-18, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 2014síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. mars 2014 · Nr. 33 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 GIS-samskipari til Umhvørvisstovuna Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400, fax 342401, us@us.fo Umhvørvisstovan sóknast eftir einum GIS-samskipara, ið skal taka sær av menningini av eini lendislýsingarskipan. Umhvørvisstovan leggur stóran dent á eitt gott og vælvirkandi dátugrundarlag og vil nú menna virkisøkið enn meira. Vit bjóða Vit eru eitt arbeiðspláss við góðum trivnaði og samstarvi millum fakbólkar. Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv á einum stovni við sera fjølbroyttum uppgávum, har tú hevur góðar møguleikar at menna tínar førleikar. Tú skalt samskipa GIS-arbeiðið og menna GIS-skráir innan virkisøkini hjá Umhvørvis- stovuni. Tú verður við til at verkseta ætlanir innan digitalisering, harundir integratión av GIS við aðrar fakskipanir. Ein av uppgáv- unum verður at menna eina føroyska lendis- planskrá, ið skal innihalda allar galdandi byggisamtyktir, umframt aðrar upplýsingar. Tú skalt spjaða GIS á stovninum grundað á ArcGIS-tøkni, ið stovnurin júst hevur ogn- að sær, og tú fert at gera applikatiónir, sum skulu stuðla digitalum arbeiðsgongdum. Eisini fert tú at læra upp og vegleiða starvs- felagar tínar í nýtsluni av GIS-skipanini. Vit vænta Vit sóknast eftir einum fólki við áræði, góðum samstarvseginleikum og framfýsni at náa settum málum. Tú sært nýggjar og skiftandi arbeiðsuppgávur sum eina spenn- andi avbjóðing, dugir væl at samstarva og samskifta við onnur, bæði í skrift og talu, og tú arbeiðir sjálvstøðugt. Tú skalt verða útbúgvin landmátari (landinspektørur), geografur, arkitektur, KT-frøðingur ella hava aðra líknandi út- búgving. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur relevantar arbeiðsroyndir við GIS-arbeiði og kunnleika til digital infrakervi. Setanarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv og verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmála- ráðið og avvarðandi fakfelag. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal sendast til: Umhvørvisstovan Postboks 2048 165 Argir ella sum teldupostur til: us@us.fo. Umsóknir skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi tann 1. apríl 2014. Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Stein Fossá, deildarleiðara, tlf. 342410, steinf@us.fo ella Petur Nielsen, stjóra, tlf. 342400, peturn@us.fo. • • • • • • • • • • • • •