Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mai 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 96 - 22. mai 2004 15 Týr nýggjan gittarspælara Føroyski rockbólkurin Týr hevur fingið nýggjan gittarspælara. Bólkurin hevur í eina tíð leitað eftir nýggjum gittarspælara, og hann hava teir funnið í Íslandi. Tað er Ottó Páll Arn- arson, sum hevur spælt gittar, síðani hann var 16 ára gamal. hann var durðavørur í Akureyri, tá ið Týr spældi har fyri tveimum árum síðani, og honum hev- ur dámt tónleikin hjá Týr síðani. Ottó hevur roynt seg saman við hinum tón- leikarunum í Týr, og teir halda seg passa væl saman. – Málið hjá okkum er at gerast yrkistón- leikarar, og sjálvandi krevur hetta nógv ar- beiði, áðrenn inntøkan er nøktandi. Tískil krevur hetta eisini hugsjónir og vilja hjá monnunum fyri at røkka síni mál. Vit fegnast um at siga frá, at Ottó P. Arnarson hevur somu mál sum hinir tríggir í bólkin- um, sigur Týr í tíð- indaskrivi. Týr hevur nógv spennandi fyri framm- an við tveimum festi- valum í Týsklandi og trimum festivalum í Russlandi kommandi summar og heyst. Fyrst av øllum vera Týr at hoyra í Føroy- um, millum annað í Klaksvík. – Hóast tað ikki hevur verið nógv at sæð til bólkin í sein- astuni, so hendir nógv aftanfyri tjøldini. Um- mælini av fløguni Eric the Red gerast alsamt fleiri, nú eru umleið 60 komin inn, og øll hava tey gott at bera bólkin- um, siga teir í bólk- inum. Strangt vaktar- hald hjá Felipe Vaktarhald til brúd- leypið hjá spanska krúnprinsinum Felipe, sum verður í morgin, er sera strangt. Eini 20.000 løgreglufólk skulu syrgja fyri, at eingin ger seg inn á teir mongu kongaligu gestirnir í Madrid, og brúðarparið sleppur ikki at koyra í opnum vogni, sum danska krúnprinsapari gjørdi fyri einari viku síðani. Sponsku myndugleik- arnir stúra fyri yvir- gangsálopi, og tí er vaktarhaldið óvanliga strangt. Villmenn gera um seg FLØGUÚTGÁVA Tíðíndaskriv Í dag kemur nýggj fløga út á marknaðin. Hetta er fløga hjá tón- leikabólkinum »Vill- menn«, og er heiti á henni »Feikleikans ringrás«. Bólkurin sum fyrr nevndist »Holgar & Villmenn«, vísir við hesum eisini sín nýggja ham. Tón- leikurin er blivin held- ur meira ráur og skitin, og manningin í bólkin- um er eisini nakað broytt. Núverandi manning er: Steve Foggin (trummur), John Edvin Joensen (Bass), Holgar Jacob- sen (guitar og sang) og Finnur Joen-Jacobsen (sang og acc.guitar). Hesir hava allir rættu- liga fitt av tónleikalig- um royndum í ymisk- um samanhangi. Í samband við fløgu- útgávuna ætla Vill- menn at fara á konsert- ferð kring landið. Lagt verður fyri við útgávu- konsert í ítróttarhøllini á Giljanesi leygar- kvøldið 22.mai, har Villmenn, Páll, Finnur Páll og ROK spæla. Samstundis sum Villmenn skifta ham, er hetta eisini fyrsta út- gáva hjá plátufelag- num BG-studio, ið hevur heimstað í Sør- vági. Fløgan er tikin upp og ljóðblandað í BG-studio. Við hesi fløgu, byrjar BG- music sítt upptøku- og útgávuvirksemi, og ætlanin er at fleiri fløgur verða útgivnar her í framíðini. Steve Foggin hevur staðið fyri upptøkun- um til fløguna, og Finnur Hansen hevur staðið fyri mastering. Sniðið á fløguhúsan- um hevur Finnur Joen- Jacobsen gjørt. Síðani á heysti 2003 hava 46 børn gingið á privatum naziskúla í Kirkjubø. Endamálið er at skapa ein mót- pol til "skaðiligu sosialdemokratisku heilavaskingina" í norðurlendska skúla- verkinum ALNÓTIN Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Hvat? Naziskúli í Kirkju- bø?? Ja mín sann, hetta er veruleikin sambært enskari heimasíðu! Alnótin hevur mangt og hvat løgið at borðreiða við, men fyri okkum føroyingar kemur tað dátt við, at onkur veru- liga hevur endavent idyll- iska veruleikan á vøkru og fjarskotnu oyggjum okkara í norðuratlantshavinum. Sambært hesi heimasíðu er ein donsk kvinna við navninum Vibeke Øster- gaard í gongd við ymiskt virksemi í Føroyum, og m.a. hevur hon eftir tógvið stríð við føroysku stjórnina sett á stovn ein føroyskan privatskúla í Kirkjubø. Lítla bygdin, sum gjøgnum tíðina hevur verið ímyndin av føroyska tjóðskapinum, er nú sambært heimasíðuni farin at hýsa national- sosialistiskari rørslu. Vit kunnu bara staðfesta, at mangt broytist á mansins ævi. Á heimasíðuni verður eisini sagt, at skúlin hevur til endamáls at vera ein mótpolur móti skaðiligu sosialdemokratisku heila- vaskingini í norðurlendska skúlaverkinum. 46 børn vórðu meldað til á heysti í 2003, tá skúlin fór í gongd (!?). Hvat ólukkan, hugsaði undirritaði uttan at vita, um man skuldi gráta ella flenna eftir hesum upplýsingum, enskttalandi heimurin av alnótini fær at vita um Føroyar. Norðurlandahúsið Men ikki nóg mikið við tí. Avvarðandi til heimasíðuna (hvør ólukkan tað so enn er) hevur verið so nær- lagdur at leggja eina mynd av naziskúlanum í Kirkjubø á heimasíðuna, og her røkka vit tindunum fyri allari fantasi: "Skúlin" lík- ist ikki sørt okkara kæra Norðurlandahúsi…!! Eg sum helt, at Norðurlanda- húsið skuldi hýsa blómandi list og mentan, er nú skýrt at vera háborg nazistanna í útnorði. Undirritaði fór at kanna, um nakar við leiti- orðinum Vibeke Østergaard kom fram á telduskíggjan, og ymiskt kom fram um "white nationalist com- munity", men eingin er at finna við hesum navninum í donsku ella føroysku tele- fonbókini. Tað kunnu helst vera fleiri orsøkir til, at henda heimasíða um nazistiskt virksemi í Føroyum er gjørd, men tað er í øllum førum undirhaldandi lesn- aður, hóast hann møguliga ikki setir Føroyar í gott ljós við rasistiskum tekstum og samrøðum við gátufullu og helst fiktivu Vibeke Øster- gaard, umframt at fleiri links til antizionismu og líknandi eru at finna. Hevur onkur hug at lesa meiri um Vibeke Østergaard og hennara verkætlanir í Før- oyum, sum vit føroyingar tó ikki hava varnast, er hetta heimasíðan: wsd.matriots.com/trisk/edu.html. Myndin av "skúlanum" er her: wsd.matriots.com/trisk/#articles Nýggjur naziskúli í Kirkjubø Um nakar heldur, at hesin bygningur hevur til endamáls at hýsa blómandi list, fer hann skeivur. Sambært enskari heimasíðu er hetta nýggi naziskúlin í Kirkjubø, sum byrjaði á heysti í fjør, og 46 børn ganga á skúlanum…? Meðan sjálvt trygg- ingarvirksemið hevði eitt hall á 1,5 millión, hevði Tryggingar- felagið Føroyar P/F 1,4 millión í yvirskoti í 2003, og eginognin er nú 301,4 milliónir. Hetta eru høvuðstøl- ini í ársroknskapin- um fyri 2003 ÁRSROKNSKAPUR Heini í Skorini heini@sosialurin.fo P/F Tryggingarfelagið Før- oyar hevur júst lagt fram ársroknskapin fyri 2003, og samlaða úrslitið var eitt avlop á 1,4 milliónir. Sjálvt tryggingarvirksemið end- aði við einum undirskotið á 1,5 milliónir, men orsakað av fíggjarinntøkum gjørdist úrslitið tó eitt avlop. Undir- skotið á tryggingarvirk- seminum er sambært stjór- anum Mortani Poulsen or- sakað av hørðu kappingini á føroyska tryggingarmark- naðinum. Eginognin hjá risafyritøkuni er nú 301,4 milliónir. Umskipaði bygnaðurin í felagnum er býttur í trý. Fyrst er móðurfelagið Tryggingarfelag Ognartak- aranna, sum eigur parta- brøvini, og tað hevði eitt avlop á 44,1 millión áðrenn skatt og 38,6 milliónir eftir skatt. Síðani er tað Trygg- ingarfelagið Føroyar Hold- ing P/F, ið rekur íløguvirk- semið, sum ikki er tengt at tryggingarvirkseminum, og hetta felagið hevði eftir skatt eitt avlop á 15,2 milliónir. Niðast er so sjálvt tryggingarvirksemið í Tryggingarfelagnum Før- oyar P/F, sum hevði eitt av- lop á 1,4 milliónir. Ónøgdur stjóri Stjórin í Tryggingarfelag- num, Mortan Poulsen, er greiður, tá vit spyrja hann um úrslitið. – Vit eru ongantíð nøgdir við eitt hall á sjálvum tryggingarvirkseminum, og málið er at fáa eitt avlop hesum viðvíkjandi, men harða kappingin hevur higartil ikki gjørt tað gjør- ligt, sigur Mortan Poulsen. Stjórin leggur afturat, at hetta úrslitið var í ár roknað við, men í næsta ár verður so aftur farið eftir málinum at fáa avlop á tryggingar- virkseminum. – Hesi tølini eru altíð torfør at fáa at mala runt, og ringt er at siga, nær tryggingar fara at geva yvirskot, men tað er so av- gjørt mál okkara longu í næsta ár, greiðir Mortan Poulsen frá. Nýtt virksemi í væntu Seinastu tíðina hava røddir verið frammi um, at felagið møguliga fer undir annað fíggjarvirksemi, t.d. í bankavinnuni, og stjórarnir báðir Gunnar í Liða og Mortan Poulsen hava ikki avsannað hetta, tá fjølmiðl- arnir hava viðgjørt málið. Mortan Poulsen sigur, at í løtuni kanna teir møgu- leikarnar fyri nýggjum íløguvirksemi, og við bygnaðarbroytingunum eru karmar skaptir fyri nýggj- um virksemi, hóast einki ítøkiligt enn er at siga um hetta. – Vit eru jú farnir undir bilfígging, og hetta hevur higartil eydnast væl. Nú er vit í tí fasuni, har vit kanna aðrar møguleikar, men meiri ítøkiligt er ikki at siga um framtíðarætlanir okkara, vísir Mortan Poul- sen á. Tá møguleikarnir verða kannaðir, tykist sostatt nýtt virksemi vera í væntu í Tryggingini, hóast stjórnar- nir ikki ítøkiliga hava sagt, á hvørjum økjum teir hava í hyggju at kasta seg út í nýggjar íløgur. Tryggingarfelagið Føroyar: Avlop á 1,4 milliónir - Vit eru ongantíð nøgdir við eitt hall á sjálvum trygging- arvirkseminum, men harða kappingin hevur higartil ikki gjørt tað gjørligt, sigur Mortan Poulsen, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar 15 14 Nr. 96 - 22. mai 2004 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Minningarorð um abba mín Niclas Petur D. Niclassen 17. februar 1931 2. mai 2004 Góði elskaði abbi. Torført var at síggja teg so sjúkan, sum tú vart í seinastuni, og verri varð at missa teg. Man hevði hug til at taka alla pínuna frá tær, men hetta bar tíverri ikki til. Men sunnukvøldið 2. mai 2004 fór tú frá okkum. Mong eru minnini um teg. Líka frá tí eg var fødd fyri meira enn 20 árum síðani, hevur tú givið mær kærleika og víst, hvussu góður tú hevur verið við meg og okkum. Frá tí eg var heilt lítil plagdu eg at sova hjá tær og ommu. Tú plagdi ofta at fara tíðliga upp fyri at geva okkum drekkamunn upp á songina, og so sótu vit og drukku drekkamunn meðan tú segði frá søgum. Eisini teir mongu túrarnir til Velbastaðar, har tú vart vanur at siga frá søgum frá tá tú var smádrongur í bygdini. Tú plagdi at siga mær, hvussu hvør steinur og hvørt vatn æt, og vit plagdu at eygleiða neytini hjá bóndanum. Viðhvørt vóru vit niðri á bakkanum, har var so hugnaligt at vera saman við tær. Hvørja ferð, vit vóru á Velbastað, vóru vit inni í tínum barnaheimi. Vit plagdu at geva urtapottunum vatn, og onkuntíð settu vit okkum at spæla kort, áðrenn vit fóru til Havnar aftur. Eisini hevði tú egna veltu á Velbastað, sum tú passaði til tín síðsta dag. Til síðst plagdu vit øll at skiftast um at koma við tær at taka epli upp. Og øll løgdu vit til merkis, at hetta var tað tú elskaði. Tú kendi bygdina sum tín egna lumma. Góði abbi, saknurin eftir teg er stórur. Vit sakna teg øll so nógv. Tú var eitt og alt fyri okkum øll. Tú gjørdi alt fyri okkum. Um vit skuldu avheintast, so vildi tú altíð at vit skuldu ringja til tín, so komst tú beinanveg eftir okkum. Eisini minnist eg, at tá eg byrjaði í fólkaskúlanum, plagdi tú at lesa við mær og ikki minst, læra meg at rokna. Tú elskaði at læra okkum børnini at rokna. Og góður lærari, tað var tú so heilt sikkurt. Tú var altíð líka tolin við okkum. Frá tí at vit vóru heilt ung, var tú vanur at spyrja okkum systkini um, hvat vit ætlaðu okkum í lívinum, tú vildi vita, hvat vit ætlaðu at læra til. Eg minnist, at tú altíð segði við okkum, at vit skuldu fáa eina útbúgving, sum ein kundi nýta í Føroyum. Tú elskaði Føroyar. Tú hevur siglt um allan heim, men eitt er vist, og tað er, at tín kærleiki til móðurlandið altíð var líka stórur. Eisini minnist eg fyri tveimum árum síðani, tá ið eg var sjúk og bleiv send niður á Ríkissjúkrahúsið. Tá kom tú niður við. Tá sat tú ofta í fleiri tímar og helt í hond míni, meðan tú bað til, at eg bleiv frísk aftur. Innast inni veit eg, at tú eigur stóran part av, at eg gjørdist frísk aftur. Tú var altíð so raskur at arbeiða. Hóast tú ofta hevur verið sjúkur og innlagdur, bæði í Føroyum og Danmark, so hevur tú ongantíð gloymt títt arbeiði. Tú arbeiddi saman við tveimum øðrum í mong ár, men nú hevði tú akkurát starta títt egna smápartafelag. Tú hevði arbeitt leingi við at gera alt til reiðar, men tíverri vildi lagna tín ikki hetta. Abbi, tú hevði eini serlig evni, sum var at fáa okkum í gott lag. Tú gavst okkum altíð títt smíl og góða lyndi. Eg minnist, tá eg var yngri, vildi eg altíð sova hjá tær. Um tað var okkurt, sum mamma ella babba ikki vildu, so sníkti eg meg at ringja til tín, uttan at tey vistu, og so var tú skjótur eftir mær – glaður var tú. Tú hevur altíð forkelað meg, líka frá tí degi, eg var borin í heim, og heilt til tann dag, tá tú fór frá okkum. Tað gekk ikki ein dagur, har tú ikki ringdi til mín, bara fyri at spyrja, hvussu gekk. Eg sakni teg so nógv. Tað gera vit øll. Minnini vilja vit altíð goyma, tey kann ongin taka frá okkum. Men nú er himmalin vorðin ríkari, meðan vit øll eru blivin fátækari. Góði abbi, sjálvt um tú ikki ert her hjá mær longur, so fari eg altíð at minnast teg og elska teg. Tú hevði allan tann kærleika og allar teir eginleikar, sum eitt abbabarn kundu ynskja sær. Eg hevði viljað livað allar ævir saman við tær, men eg veit, at tú nú ansar eftir okkum, og at vit einaferð síggjast aftur. At enda vil eg takka tær fyri tey 20 góðu árini, vit fingu saman. Ærað veri minnið um teg, góði abbi. Hvíl í friði. Tina M. Niclassen Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæri pápi, abbi og beiggi okkara Niels E. Holm fyrrv. skipari ættaður úr Hvalba og búsitandi í Keypmannahavn andaðist mikudagin 19. mai 2004, 83 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Frederiksberg Kirkju mikudagin 26. mai 2004, kl. 11. Vivian, Ilse og Carsten við familjum Hilda, Hilmar og Erik Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá ið elskaði maður, pápi, verpápi og abbi okkara Niclas Petur D. Niclassen andaðist og varð jarðaður. Hjartans tøkk til B8 fyri tykkara hjálp og umsorgan tit hava sýnt honum. Eisini vilja vit takka prestunum, Bergur D. Joensen og Sverra Steinhólm fyri góð og troystarrík orð, sangarum og berarum. Tøkk tit, sum hjálptu til við ymiskum til jarðarferðina. Tøkk fyri kransar, blómur og uppringingar, og øll tit sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk tit øll somul. Martina, Jóhan Petur, Gorm, Annvør, Jona,Tina, Ann-Bjørg, Niclas Petur, Jóhanna og Svend Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Óli Olsen andaðist og varð jarðaður. Tøkk til prest, kirkjutænarar og sangarar. Eisini ein tøkk til tykkum, sum lótu peningagávur til Leirvíkar kirkju og fyri blómur og kransar. Tøkk tit øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Bina, Oddvør, Rannvá og Óli Andlát 16. mai Frida Debes,Gjógv,87 ár. 17. mai Maria Holm Marstein,76 ár. KONRSERT Tíðindaskriv Sunnudagin, 23. mai, fer Kirkjukórið Ljómur undir leiðslu av Dorte Tilma at hava árligu várkonsertina á Tvøroyri kl.16.30 og í Vági kl.19. Konsertirnar verða hildn- ar í samband við, at Ljómur og Vágs kirkja í ár hava 65 ár á baki. Á skránni vera føroyskir og danskir sálmar og sangir. Tá ið kórið fyri stuttum var í Danmark og sang til Mikines-framsýning, smíð- aði Pauli í Sandagerði lag til yrkingina ”Lendið” eftir Chr. Matras. Í morgin verður høvi at hoyra hetta lag sungið fyrstu ferð í Føroyum. Sum nakað nýtt fer eitt gentukór eisini at syngja á konsertunum. Ljómur várkonsert í Vági og á Tvøroyri C M Y K 14