hósdagur 20. mars 2014síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. mars 2014 · Nr. 34
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Uppgávurnar
Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum,
• at fyrireika og viðgera innkomnar klagur
• at hava eftirlit við stovnum og málsviðgerð á
útvaldum økjum, eisini tá tað snýr seg um umstøður
hjá børnum og ungum, og
• kunningarvirksemi um fyrisitingarlig evni og um
virksemið hjá umboðsmanninum.
Talan er um eitt rættiliga avbjóðandi og sjálvstøðugt
starv í tøttum samstarvi við verandi ráðgevarar og
umboðsmannin.
Setanartreytir
Sum umsøkjari skalt tú hava prógv sum løgfrøðingur
og hava drúgvar starvsroyndir á baki. Serligur dentur
verður lagdur á, at tú dugir at granska og viðgera klagur,
og at tú dugir at málbera teg lýtaleyst á føroyskum í skrift
og talu. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur starvsroyndir
innan almennu fyrisitingina.
Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya sum ráðgevi.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum o.a. skulu verða
umboðs manninum í hendi í seinasta lagi 11. apríl 2014.
Adressan er:
Løgtingsins umboðsmaður
undir Bryggjubakka 11
Postsmoga 2008
110 Tórshavn
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meira fæst at
vita um starvið við at venda sær til Sólju í Ólavsstovu,
umboðsmann á tlf. 358500/218691.
Umboðsmaðurin verður valdur av Løgtinginum og hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja skyldur sínar, og
at almenna umsitingin ikki fremur órætt móti einstaka borgaranum. Umboðsmaðurin kann viðgera klagur um avgerðir hjá myndug-
leikunum, eins og viðferð teirra av borgarum og málum. Umboðsmaðurin kann eisini taka mál upp til viðgerðar av sínum eintingum.
Á skrivstovuni starvast dagliga umframt umboðsmannin, tveir løgfrøðiligir ráðgevar og ein skrivstovufulltrúi.
Løgfrøðiligur ráðgevi til Løgtingsins umboðsmann
Virksemið hjá umboðsmanninum verður 1. oktober 2014 víðkað til eisini at fevna um eitt serligt
eftirlit við rættindum hjá børnum og ungum. Eitt starv sum løgfrøðiligur ráðgevi er tí leyst at søkja
at byrja tann 1. juni 2014 ella eftir avtalu.