Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-20, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. mars 2014síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 34 · 21. mars 2014 2 VIKUSKIFTI Moskva Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Í 1922 varð eitt 50 metrar høgt metaltorn reist mitt í russiska høvuðsstaðnum. Lenin gav boð um, at tornið skuldi gerast, so tað kundi senda radio, sum var til frama fyri landsins leiðslu. Síðani hevur Sjukhov tornið staðið stutt frá Kreml, men tað hevur ongantíð verið tað stóra ferðamálið, sum onnur torn í øðrum londum eru blivin. Ein orsøk er, at tað ber ikki til at sleppa upp í tornið. Av tí sama hevur tornið ikki havt tað meira enn næstbest, og hóast eitt uppskot var frammi í 2009 um at varð­ veita tornið, er einki hent, og stand­ urin er nú versnaður munandi. Nú er ætlanin at taka tornið niður og møgu­ liga endureisa tað seinni. Tornið skal standa Fleiri kendir arkitektar, mentafólk og onnur hava nú tikið seg saman í roynd at bjarga torninum og lata tað verða standadi. Heimskendi bretski arkitekturin Norman Foster hevur áður staðið á odda fyri eini bjargingarætlan av torninum, tí hann helt tað vera imponerandi og hava søguligan týdning. Nú hava fólk sum Rem Koolhaas og Elizabeth Diller og onnur latið teirra undirskrift til eina innsavning av undirskriftum, sum skulu stuðla áheit­ anini um at varðveita tornið. Tey eru ímóti, at tornið verður tikið niður, men heldur umvælt og styrkt, sum tað stendur. Vit foreldur eru ókey! Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin Forsíðumynd: Norsk skovkat, Joan Jacobsen / Mynd: Felicious Studios klumman Lenin reisti Sjukhov tornið mitt í Moskva. Nú er tornið í so ringum standi, at mælt verður til at taka tað niður Smábarnaforeldur eru ein bólkur í sam­ felagnum, sum tað tykist verða í lagi at finnast at. Í løtuni síggja vit javnan greinar um miðla­vanar – vit foreldur surfa ov nógv, hyggja meira eftir telefonini enn okkara børnum, og tá tað kemur til børnini sjálv, spæla tey alt ov nógv telduspøl. Hvør skal endin verða? Vit curla eisini børnini, stuðla teimum so tey gerast handlingslammaðir lítlir borgarar, ið vænta sær alt servera tann dagin, tey skulu klára seg sjálvi. Endin kann ikki gerast annað enn katastrofalur! Tað eru sjáldan greinir um, hvussu nógv vit foreldur stríðast fyri at okkara børn skulu fáa tað so gott sum gjørligt. At samfelagið krevur, at vit arbeiða fulla tíð, og børnini eru í skúla ella á stovni størsta partin av degnum. Fríløtan, tá vit hyggja í telefonina er kanska eftir ein strævnan arbeiðsdag, heintan av børnum í barnagarði, og eftir at døgurðin er farin í ovninum. Børnini hava verið saman við javnaldrum allan dagin og hava brúk fyri at seta seg niður og taka tað róligt. Hví ikki eina løtu framman fyri einum gevandi telduspæli? Eg haldi heldur ikki, at miðlanýtslan skal yvirdrívast, og eg haldi avgjørt ikki, at børn hava gott av at spæla ov nógv. Men viðhvørt er ræðslan fyri tí nýggja tað, sum stýrir okkum meir enn sunt fornuft! At børn verða curlað er eitt »ikki- problem«, sum eg bara verði irriterað av at hoyra um. Hugsa ístaðin um øll tey børn, ið hava foreldur, sum misnýta, sláa, og ikki elska børnini sum foreldur. Har hava vit teir veru­ligu trupulleikarnar. At curla er kanska ikki tað besta, eitt foreldur kann gera, men tey, sum gera tað, elska síni børn og vilja hjálpa teimum á lívsins leið. Nær er tað vorðið so galið? At lívið ikki altíð er so lætt, finna børnini nokk út av, óansæð um tey hava curlandi foreldur ella ikki. Eg sigi sum svenski barnarithøvundin Astrid LIndgren segði »Gev barninum kær­ leika, meira kærleika og enn meira kær­leika – so kemur fókaskikkurin av sær sjálvum!« So einfalt trúgvi eg faktiskt, at tað er. Elska børnini! Og tað vænti eg neyvan, at nakað klókt høvd setir spurnartekin við! So segði hon... Russiskt radiotorn stendur fyri falli – Tað hevur altíð verið tónleikurin, sum hevur hjálpt mær ígjøgnum tungu løturnar í lívinum Døgg Nónsgjógv, songkvinna Inna Törnroos Arkitektar, mentafólk og onnur stríðast nú fyri at varðveita Sjukhov tornið í Moskva