leygardagur 22. mai 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 96 - 22. mai 2004
19
Hálv-
finalur á
skránni
Sunnudagin verða fyrru
hálvfinalurnar í kapp-
ingini um Løgmans-
steypið leiktar.
Í Gundadali kemur VB
fyri triðju ferð í ár á vitj-
an, og eftir at teir í fjórð-
ingsfinaluni sendu B36
úr kappingini, eru tað
hesaferð HB, sum tekur
ímóti. Dagfinn Olsen
verður dómari í dystin-
um.
Hin hálvfinalan stendur
millum eysturoyarliðini
bæði, NSÍ og ÍF. Fyrra
uppgerðin teirra millum
er í Runavík, og verður
tað Lassin Isaksen, sum
fer at døma hendan
dystin.
-jm
Jones
sóknast
eftir lið-
feløg-
unum
Tá ÍF í 1979 fyri higartil
einastu ferð gjørdist før-
oyameistari í fótbólti,
var ein av leikarnum á
liðnum bretski David
Jones.
Nú 25 ár eru liðin, síð-
ani søguliga heitið kom
til høldar, er David Jon-
es farin at sókinast eftir
teimum, sum hann tá
var á liði saman við.
Hetta hevur hann gjørt
umvegis eitt sonevnt
forum á alnetinum, har
føroyskur fótbóltur er
eitt av evnunum. Higar-
til eru tað ikki so nógv,
sum hava svarað fyri-
spurningi hansara, men
hann sigur seg gleðiliga
taka ímóti góðum orð-
um frá øllum fótbólts-
hugaðum føroyingum.
Slóðin til kjakforumið
um føroyskan fótbólt er
http://www.network54.c
om/Forum/26970, og til
ber eisini at senda David
teldupost
á
davey_jones54@hotmai
l.com.
-jm
B68-Skála 0-4 (0-2):
Tað var stórur munur á
Meðan skálamenn við
4-0 sigrinum á
Svangaskarði vístu
hugflog og stóra
spæligleði, hekk tað
ikki væl saman hjá
illa sperdu tofta-
monnunum
B68-SKÁLA
Jóannes Hansen
Tað var ikki ilt at síggja,
hvør tað var, sum er í topp-
inum, og hvør tað er, sum
hevur heilt annað at hugsa
um. Tað eru nýggjar fót-
bóltstíðir. Bæði á Toftum
og á Skála. Mótsatt síðsta
sunnudag, tá ið B68 í
Runavík var óheppið ikki at
fáa stig burturúr, tí spælið
hekk hampuliga væl sam-
an, og tí teir komu til mál-
møguleikar, so hekk tað
ikki saman ímóti Skála, og
toftamenn høvdu so at siga
ongar málmøguleikar. Tað
var lítil ella eingin broddur
og tyngd í, og tað var bert
hendingaferðina, at teir
fingu lagt innfyri, uttan at
nakað spurdist burturúr.
Hjá B68 var tað steinur
oman á byrði, at tveir spæl-
arar noyddust at taka seg
aftur, tí teir vóru skaddir.
Mikkjal Thomassen, sum
sunnudagin vísti, at venj-
ingarstøðan er nógv batnað,
men sum ikki hevði verið
so eyðsýndur hesa ferð,
noyddist at fara av vøllin-
um síðst í 1. hálvleiki, og
Bogi Petersen, sum hevur
verið rættuliga drúgvur í ár,
noyddist at taka seg aftur, tá
ið tað væl og virðiliga var
greitt, at Skála fór at vinna.
Øssur Hansen og Jákup
Eli Olsen royndu í vinstru,
og Jóhan Petur Poulsen var
onkra ferðina um reppið at
gerast leysur, men síðsta
tíman hevði B68 ikki nakra
nevni verduga roynd ímóti
málinum hjá Igor Kostic,
sum ikki hevði høvi at vísa,
at tað er størri dugur í hon-
um, enn hann vísti, tá ið ÍF
vitjaði á Skála.
Skil í tingunum
Hjá Skála gongur tað við
rúkandi ferð rætta vegin.
Tað var ikki alla tíðina so
hugflogsríkt og væl skipað
á Svangaskarði, men tað
var í ríkt mál nóg mikið til
at vinna.
Heilt sjónskt var tað, at
Skála liðið er nógv meiri
samanspælt, enn liðið hjá
B68 er tað. Tá ið tað onkra
løtuna gjørdist ov óruddu-
ligt, so hevði Skála sítt
grundspæl at detta aftur á.
Bólturin varð spældur aftur
á vøllin og tvørturum, og tá
ið teir royndu at mynda
álop, so tóktust spælararnir
væl vita, hvat tað gekk út
uppá og harvið, hvussu
álopini skuldu byggjast
upp, og hvat skuldi spyrjast
burturúr.
Arnhold Berg er vorðin
rættuligur lyklaspælari í
miðverjuni, og á sentrala
miðvøllinum er liðformað-
urin Pauli G. Hansen sera
stúttur.
Ofta
ber
tað
vandamiklar støður við sær,
tá ið tað verður skift langt
og neyvt frá vongverjunum
báðum, Bárði Danielsen og
Iulian Florescu, Alexandur
Johansen og eisini Hanus
Thorleifsson eru skjótir og
tryggir í borðunum, og
liðið verður eyka vanda-
mikið, tá ið teir hava tveir
sovornar hvirluvindar á
toppinum,
sum
Jónleif
Frederiksberg
og
Bogi
Gregersen eru.
Dusan Jaic í miðverjuni
og Nenad Stankovic tykjast
vera góður fongur, og teir,
sum komu inn av beinkin-
um, tóktist uppsettir at vísa,
at tað altíð kann loysa seg
at geva teimum møgu-
leikan.
Bogi aftur tvær ferðir
Hjá tí, sum liggur undir,
raka mistøk eyka meint.
Fyrsta málið hjá skála-
monnum var dømi um
hetta. B68 var á veg í álop,
tá ið teir mistu í vinstru.
Skálamenn gjørdu skjótt av
og spældu innfyri til mið-
vallaran í vinstru, Alexand-
ur Johansen, sum var
blankur, áðrenn B68 aftur
hevði funnið røttu støður-
nar í verjuni, sendi millum
beinini á málverjanum og
so var 1-0.
So var tað, at Bogi Greg-
ersen enn eina ferð skoraði
tvey mál. Tjúgu minuttir
eftir fyrsta málið og tveir
minuttir undan steðginum
økti hann til 2-0. Mortan
Hansen hálvbjargaði roynd
hjá Jónhardi Frederiksberg,
og Bogi var fyrstur á retur-
inum. Miðskeiðis í 2. hálv-
leiki smekkaði Bogi Greg-
ersen umvegistvørtræið í
málið. Eftir hornasparks-
innlegg úr vinstru frá Nen-
ad og afturum handara
stólpan, varð spælt út frá og
so var 3-0 og greitt, at øll
stigini skuldu á Skála. Í
síðstu sekundunum skoraði
Nenad til 4-0.
B68-Skála 0-4 (0-2)
0-1: Alexandur Johansen 23.
0-2: Bogi Gregersen 43.
0-3: Bogi Gregersen 67.
0-4: Nenad Stankovic 90.
Dómari: Oddmar Andreasen
B68: Mortan Hansen — Oleif Joensen, Herbert í
Lon Jacobsen, Kári Sigvardsen, Jákup Eli Olsen —
Bogi Petersen (Jóhan Dávur Højgaard, 78.), Mikkj-
al Thomassen (Alex Troleis, 45.), Øssur Hansen,
Eyðstein Skipanes — Jóhan Petur Poulsen, Øssur
Jacobsen
Gult kort:
Skála: Igor Kostic — Bárður Danielsen (Ronni
Hansen, 80.), Dusan Jaic, Arnhold Berg, Iulian
Florescu — Hanus Thorleifsson, Pauli G. Hansen,
Nenad Stankovic, Alexandur Johansen (Rúni Ras-
mussen, 80.) — Bogi Gregersen (Eugen Stanciu,
80.), Jónhard Frederiksberg
Gult kort: Bogi Gregersen
FAKTA UM DYSTIN
Bogi hevur aftur skorað, og fagnaðurin á liðfeløgunum er stórur. Tað hava teir eisini alla orsøk til á Skála, sum nú eftir fýra umfør hevur lagt seg einsamalt á odda
Mynd: Álvur Haraldsen
19
18
Nr. 96 - 22. mai 2004
Tað var ikki fyrr enn
eftir steðgin, at ÍF
tveitti ovurstóru
virðingina fyri borð,
men tá hevði HB
fyrimunin, og teir
megnaðu eisini at
staðfesta hendan
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er ikki frítt, at fótbólts-
hýrurin í Fuglafirði er fyri
uppgangandi. Eftir at ÍF í
fjør spældi seg upp aftur í
bestu deildina, hava teir í ár
sýnt spennandi taktir í
steypakappingini, og hóast
landskappingin ikki hevur
givið eins góð úrslit, so
tykjast vónirnar kring vøll-
in framvegis at vera stórar.
Nakað sum eisini endur-
speglaðist í uppmøtingini,
nú meistararnir úr HB
komu á vitjan Kristi himm-
alferðardag.
Ovurstór virðing
Men stóran part av fyrra
hálvleiki máttu vónríku
heimaáskoðararnir smyrja
seg við, at hetta við at hitta
meistararnar var ein ov
stórur gloypibiti. Hóast
eina optimistiska byrjan,
har fuglfirðingarnir royndu
at vera við til at mynda
dystin, so gekk tað alt
meira tann vegin, at talan
gjørdist um eitt einvíst HB-
trýst. Eftir fyrsta korterið
ella har á leið fall heima-
liðið alt ov langt aftur á
vøllin, soleiðis at Bartal og
Magni – tá hesir vóru
frammi í álopinum – vóru
alt ov einsamallir, og tí fekk
HB at kalla hvørja ferð fat-
ur í returbóltunum, soleiðis
at nýtt álop kundi byrja.
Tað gekk tó leingi, áðr-
enn HB fekk nakran veru-
ligan møguleika burturúr
yvirvágini. Eitt skjótt tikið
innkast, tá ÍF-verjan snork-
svav, tóktist vera tað nærm-
asta, men ta ferðina stór-
bjargaði Karsten Joensen
royndini frá leysa Rúna
Nolsøe.
Tað tóktist tó greitt, at tað
fyrr ella seinni fór at kasta
mál av sær, og stutt undan
steðginum fekk HB so
forloysingina. Fyrst brakaði
Heðin
á
Lakjuni
eitt
dundurskot á undirsíðuna
av tvørtrænum, og Rógvi
Jacobsen so sendi returin
innaftur, kundi Rúni við
høvdinum bera í bøtuflaka
fyri misnýtta risamøguleik-
an.
Tað skal tó eisini nevnast,
at umframt spakliga ÍF-
spælið, so arbeiddu gestir-
nir í sínum lagi sera væl.
Serstakliga sótu markering-
arnar tætt á miðvøllinum,
soleiðis at ÍF lítið og einki
hevði at geva av, og á
hendan hátt fekk HB tað
trýstið báðar vegir, sum teir
hava havt so stórt gagn av
seinnu árini.
Vertirnir mentust
Eftir steðgin broyttist spæl-
býtið. HB tók seg nakað
meira aftur á vøllin, nú teir
høvdu eina leiðslu at verja,
og hetta gav líka sum fugl-
firðingum trúnna uppá, at
teir kundu vera við til at
mynda dystin.
Teir fluttu nú eisini meira
fólk fram á vøllin, og tó at
opnu
málmøguleikarnir
vóru fáir, so bylgjaði dyst-
urin meira aftur og fram.
Serliga tóktist HB verjan
at koma undir trýst, tá tað
eydnaðist fuglfirðingunum
at koma ígjøgnum í síðun-
um, soleiðis at bóltar kundu
sendast móti høvdinum á
Bartali, og tað var júst eftir
slíkt uppspæl, at ÍF fekk sín
størsta møguleika. Bartal
fekk við høvdinum stýrt
bóltinum móti handaru
stong til ein púra leysan
Bárð á Lakjuni, men Pól
kom væl út úr málinum,
soleiðis at hálvfluktarin hjá
Bárði kom í krovið á mál-
verjanum.
Heilt so væl stóð Pól seg
ikki nakað seinni, tá ÍF átti
fríspark í høgru. Áki Peter-
sen
sendi
innfyri,
og
HB’arni
mundu
halda
vandan vera av, tá Pól rópti
eitt hart »havi«. Málverjin
hevði tó mistikið seg full-
komuliga, og hann mundi
draga andan nakað nógv
lættari, tá bólturin tók í
handaru stong fyri síðani at
fara út aftur í spælið.
Heine punkteraði
dystin
Vertirnir mundu nú kenna á
sær, at eitt útjavnandi mál
als ikki var ómøguligt, men
so var tað, at HB sýndi
eginleikararnar hjá stóru
liðunum. Talan var um mis-
skiljing millum verju á
málmann, tá Rógvi Jacob-
sen slapp ímillum, so hann
kundi prika bóltin fram við
málverjanum, har ein púra
leysur Heine Fernandez
kundi rulla í tóma málið.
Hetta punkteraði endal-
iga dystin, og tó at ÍF aftur
royndi at trýsta, so gjørdist
tað sjáldan til meira enn
eina hálvhjartaða roynd.
Ein
hampuliga
stóran
møguleika høvdu teir í
seinastu minuttunum av
yvirtíðini, men sum so
kundi tað gera tað sama,
um hesin fór inn ella ikki.
Stigini høvdu kortini farið
til Havnar. Fyrst og fremst
tí HB í nógv størri mun
sýndi dygdirnar, sum eitt
oddalið skal hava, og tí at
fuglfirðingarnir í ov langa
tíð tóktust mest sum impo-
neraðir av stóru mótstøð-
uni.
Øll telja líka
nógv
Hóast spælið kanska
ikki var av tí allar-
besta, so tóktist hetta á
ongan hátt at taka
gleðina um sigurin frá
Heðini á Lakjuni, sum
aftur hesaferð var part-
ur av HB-álopinum.
– Tað eru jú stigini
sum telja, so tað var
tað
týdningarmesta.
Annars haldi eg, at vit
spæla ein rímiligan
fyrra hálvleik, har vit
hava eitt gott trýst á
teimum. Seinna hálv-
leik var skilið ikki so
gott, og teir fáa eisini
onkran
møguleika,
men tíbetur, so megna
vit at avgera.
Júst tað málið tóktist
annars
eitt
sindur
kloddur hjá heimalið-
num, men eisini tað
var Heðin púra kaldur
yvirfyri.
– Tað er nokk ein
misskiljing, har Rógvi
kemur ímillum, men
hvat. Tað telir eins
nógv og øll onnur mál.
Og við sigrinum
tykist HB av álvara at
hava lagt seg út í odda-
stríðið. Eitt oddastríð,
har teir annars høvdu
ilt við at vinna fram
fyrstu umførini.
Eru tit nú av álvara
farnir at trúgva upp á
møguleikan aftur?
– Vit hava so ong-
antíð mist trúnna uppá,
at tað skal bera til. Vit
hava tikið ein dyst í
senn, og tað gera vit
framvegis.
Stigini
skulu nokk fara at
koma, eri eg sannførd-
ur um.
-jm
Fakta um dystin
ÍF-HB 0-2 (0-1)
0-1: Rúni Nolsøe, 43
0-2: Heine Fernandez, 76.
ÍF: Karstin Joensen – Árni Petersen (Torstein
Joensen, 78.), Viggo Johannesen, Áki Petersen, Rúni
Elttør, Eyðolvur Petersen, Roy Róin (Bárður á
Lakjuni, 46.), Fritleif í Lambanum, Hanus Eliasen
(Høgni Zacariasen, 46.) – Magni á Lakjuni, Bartal
Eliasen
Gul kort: Firtleif í Lambanum, 37., Rúni Elttør, 90.
HB: Pól N. Joensen – Hallur Danielsen, Vagnur M.
Mortensen, Símun Eliasen, Janus M. Joensen –
Rókur F. Jespersen (Hans á Lag, 80.), Rúni Nolsøe,
Rógvi Jacobsen, Kári Nielsen – Heine Fernandez,
Heðin á Lakjuni
Gul kort: Janus Joensen, 76.
Dómari: Suni Johansen: Tóktist alla tíðina at hava
gott tamarhald á, og sæð burtur frá einum sera
bíligum gulum korti til Rúna Elttør, var lítið og einki
at finnast at.
Ov bangnir
ÍF-venjarin, Sigfríður Cle-
mentsen, var á ongan hátt
ósamdur, tá vit eftir dystin
spurdu hann, um virðingin
hjá hansara monnum fyri
HB ikki hevði verið ov stór.
– Jú, tað var. Serliga í
fyrra hálvleiki. Eg haldi
annars, at vit eru væl við
fyrstu 20 minuttirnar ella
so, men so fellur alt liðið
aftur á vøllin, soleiðis at
teir fáa alt ov góðar treytir.
– Vit royna so at bøta um
tað í steðginum, og eg haldi
eisini, at vit eftir hetta eru
munandi betri við. Vit
skapa so eisini nakrar
møguleikar, men tá vit so
ikki gera nyttu úr hesum,
verða vit revsaðir. Og so er
tað sjálvandi typiskt, at tað
hendir beint eftir, at vit
hava havt okkara besta
møguleika.
Undan kappingini rokn-
aðu fleiri við, at ÍF fór at
ota seg nakað upp á talvuni.
Nú fýra umfør eru leikt, eru
bert trý stig fingin til
høldar, men hetta tykist tó
ikki vera nakað, sum nervar
venjaran.
– Vit royna at koyra á, tað
sm vit eru mentir. Í seinna
hálvleiki í dag var inn-
satsurin í øllum førum heil-
hjartaður, og tað mugu vit
halda fast um, var einasta
viðmerkingin, sum venjarin
hevði til hetta seinasta.
-jm
ÍF-HB 0-2 (0-1):
Ræddir fuglfirðingar
Við einum ektaðum centerforward-málið sløkti Heine Fernandez alla vón hjá fuglfirðingum, tá
teir annars vóru við at arbeiða seg aftur í dystin
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
18