Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-20, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. mars 2014síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 34 · 21. mars 2014 14 VIKUSKIFTI Siðsøga við Óla Jacobsen Sluppu væl frá skaða­degnum tollaks­messudag 1913 Ein maður sum 90 ára gamli Símun hevur upplivað nógvan framburð, men hann hevur eisini upplivað, hvussu nógv tað er gingið afturá hjá bygdum sum Hattarvík, sum fyrr var eitt livandi samfelag F yrst eg minnist vóru nógvir smá­ dreingir í bygdini. Tá vit vóru 10 ára gamlir fingu teir stong. Tá kundu teir fara at læra seg at fleyga. Hetta var upprunaliga eitt spæl. Vit knýttu eina spjørr saman ella ein bøkk. So kastaði ein drongur hetta upp, og so skuldi hin fleyga. Á henda hátt lærdu vit at fleyga frá smádrongi av. So var at royna hetta eisini burtur frá húsum. Tá kundi tað henda seg, at man fekk onkran lunda. Eydnaðist tað, so var tað óført. Nakað seinni sluppu dreingirnir við, tá ið róð var norður undir land. Umframt at hava stongina við, varð eisini roynt við snarum. Hetta vera eitt sindur óbehagiligt, tá gjálv var í sjónum, og tað var kalt. Tá gjørdi sjóverkurin seg eisini galdandi. Eisini slapst við onkran túr at taka hellu­ fugl, og stongin var eisini við. Tá var farið vestur um Skorðarnar. Her var so at sleppa sær uppá land, har tað bar til, og so ráddi um at fáa fuglin í netið. Eg minnist serliga ein ófýsnan túr, tá eg var 13 ára gamal. Vit fóru vestur um, og tað bleiv ringt í sjónum. Vit drógu bátin upp í Mølini, so til gongu heim. Hetta var ein ófýsin túrur, tað var eingin tráður turrur, tá ið vit komu til hús. Tá ið ein so var blivin 14 ár, tá slapp mann at fleyga sum aðrir. Menninir fóru til skips Tá vóru nógvir fiskimenn í oynni, eisini í Hattar­vík. Tá ið komið var út í mars, fóru menn­inir at gera seg til at fara til skips. Teir mundu vera um 25 skipsmenn hiðani. Summir høvdu tann skikk at ganga í húsini at siga farvæl. Tá so farið var oman á hellu, tóku teir eisini í hondina á øllum, áðrenn teir fóru í bátin. Tá teir so róðu umborð, høvdu teir tann skikk, at teir veittraðu tríggjar ferðir inn móti fólkinum á landi, og hesi svaraðu aftur við at veittra á sama hátt. Tað var einki eftir av mannfólkinum heima uttan eldri menn og dreingir. Tey mannfólk, sum vóru eftir heima, høvdu altíð nóg mikið at takast við. Millum annað skuldu neytini passast. Tá komið var út í apríl, skuldu tey rekast niðan í hagan. Onkur av teimum gomlu veltu eisini akrar, og teir kundu fara onkran túr við stong eftir havhesti. Teir kundu eisini flota bát og fáa nokk so fitt av reyðfiski og brondingi út fyri víkini. Konufólkini høvdu eitt gott stríð, eisini tá tað kom fram móti jólum. Tá skuldu tey fara at gera mannfólkini til at fara til skips, og ofta vóru teir fleiri í sama húsi. Teir skuldi mill­um annað hava føroysk undirklæði við. Tað skuldi vera fleiri sett, so tað skuldi nógv til. Fyrst skuldi ullin spinnast áðrenn tað kom til bindingina. Tað var rokkur í hvørjum húsi. Eisini var vovið vadmal, sum bleiv seymað til buksur. Klæðini skuldu eisini tøvast. Klæðini vórðu koyrd í eina stóra balju við lúti. So varð tøvt við hond ella tey trampaðu á pløggini. Land varð brúkt, men skolað var eftir við sápu. Tá ið komið var út í mai komu skips­ menn­inir aftur av Suðurlandinum. Tá plagdu børnini at fara í húsini at vænta sær bomm. Tey fingu eitt ella tvey, og tað var ógvuliga for­kunnugt. Skipsmenninir vóru so heima einar 14 dagar, tá var nógv at gera sum at skera torv og slíkt. Teir plagdu eisini at fara á flot út á Høvdan, har fingu teir nógva hýsu, sum teir avreiddu til handilsmannin. Men prísurin var ógvuliga lágur. Hann var 2½ oyra fyri fyri pundið. Teir fóru so avstað aftur seinast í mai ella fyrst í juni. Tá mátti onkur vera heima at gera heimaarbeiðið. Tað vanliga var tá, at dreingirnir fóru til skips 14 ára gamlir. Men so var tað genturnar. Summar av teimum fóru burtur at læra. Nakrar fóru at læra at seyma, aðrar at tæna. Onkrar máttu tó vera heima at hjálpa til við hús. Tað var jú kúgv í hvørjum húsi, í summ­ um húsum 3-4. Fyrst eg minnist var tað konu­ fólkaarbeiði burturav at mjólka. Handil Handil var í Hattarvík. Hann var hjá Ólavi uppi í Smiðju, sum eisini keypti fisk fyrst ið eg minnist. Hann keypti kortini ikki livur. Men tað kom fyri, at menn koyrdu livurin í eina tunnu og avreiddu hana í Klaksvík Ólavur flakti og saltaði fiskin. Tað kom eisini fyri, at fiskurin varð turkaður, og hetta gav arbeiði. Vit róðu eisini út um veturin, tá ið líkindi vóru, men Hattarvík er eitt ringt vindpláss, so tað blivu ikki so nógvir dagar. Kirkja var heldur frægari í so máta, men har var so tungur dráttur. Tað vóru fimm 5-mannafør í bygdini, tey vóru Lundin, Hálvdan Úlfsson, Grettir, Høgni og Floksmaðurin. Seinni komu aðrir bátar. Vit í Uppistovu høvdu ein sum kallaðist Viking. Teir vóru altíð á floti, tá ið viðraði, eisini um veturin. Teir høvdu nógvar leiðir at rógva á. Við snøri var tað gjarna út fyri víkini, norður úr íðuni og inn frá gjómunnanum. Farið var út á rákaleið, tá ið góður streymur var, og út á miðhavsleið, og her var tað bæði við línu og snøri. Tað eg minnist hava teir van­liga ikki róð havmiðini. Undir krígnum bleiv nógv drivið uppá Símun Gullaksen: 2. partur Símun og Olga, sum var úr Svínoy Skúlin í Hattarvík var nýggjur, tá ið Símun gekk har. Nú er langt síðani, at nakað skúlabarn var í Hattarvík