hósdagur 20. mars 2014síða 48
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 34 · 21. mars 2014
Bangin í skúlanum!
Almennur fyrileystur um ótta
í Skúlanum við Løkin
kunning.fo
Hann er óførur
Bergur skal byggja brýr millum Norðurlond
portal.fo
Eisini Hans Jørgen?
Ria heldur skil á 59 leikarum
í Víkingahúsinum
in.fo
Í ranga
strúpan
Carré á bókasavni
Í hesum døgum ber til at uppliva framsýning hjá
listamanninum Philippe Carré. Hann sýnir verk
fram á Býarbóksavninum í Havn. Framsýningin er
ein rannsókn inn í samanrenningina av náttúru
og menniskjaskaptum verkum og tankum, ein
kanningarferð aftur til upprunan til tekn og stavir,
og í samspælinum millum innandura og uttandura
rúm.
Philippe Carré
Býarbókasavnið í Havn
Fram til 1. mai
Lena á Christiania
Leygarkvøldið verður aftur føroyskt kvøld á Christiania,
tá Vágaverk, Lena og Knút fara á pall í Operaen.
Seinastu árini hava alsamt fleiri føroysk tiltøk verið
á Christiania, tónleikatiltøk av alskyns slag við
rokkbólkum, poppbólkum, fólkatónleikarum, rapparum,
punkarum og øllum møguligum øðrum.
Lena, Vágaverk & Knút
Operaen á Christiania
Leygarkvøldið 22/3 frá kl. 22.00
baksíðan...
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
– Okkara samfelag broytist
til tað betra – skjótari enn vit
geva okkum far um
– Hetta sær
út sum ein
operasalur
Niels Arge Galán í røðu
á grækarismessu
Martin Juul Jarnskor
í Degi og Viku um
nýggja Betesda
Kjøtkvøld
Leygarkvøldið verður Kjøtkvøldið á Hotel Føroyum.
Kappast verður millum annað um at finna besta
kjøtið í Førouyum, og kjøt er úr hesum støðum:
Fugloy, Norðoyri, Vestmanna, Norðagøta, Hestur,
Lítla Dímum, Sandavágur og Funningur. Garnatálg
úr ymsum heraðshornum verður eisini roynt.
Kjøtkvøld
Hotel Føroyar
Leygarkvøldið 22/3
Monica Z
Svenska jazzsongkvinnan Monica Z fekk sítt
gjøgnumbrot í 1960’unum og hevði eina framúr
yrkisleið. Men tá ið hon ikki var á pallinum
stríddist hon við manglandi viðurkenning frá
familjuni og einum skiftandi kærleikslívi. Per
Fly hevur gjørt film um Monicu Z, sum nú kann
upplivast í biografi.
Monica Z
Biograffilmur
Frá hósdegnum 20/3
– Eg segði við
foreldrini, at eg ætlaði
mær at vera sjónleikari,
og tey sóu helst fyri sær
eina arbeiðsleysa kvinnu,
men tey eru sera fegin
um, at tað hevur gingist
mær so væl
Emilia Clarke, sjónleikari í røðini
Game of Thrones