mánadagur 24. mars 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. mars 2014 · Nr. 35
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
JOHAN DAHL
KJAK SÍÐA 10
Innlit í
almenna
fyrisiting
Jógvan Arge
Kjak síða 23
Komm
unur í
tvístøðu
– Fólkaflokkurin skræðir samfelagið
sundur. Fólkaflokkurin hevur fulla
ábyrgd av tí óskili, sum Føroya fólk
var vitni til í dokumentarsendingini
um Anitu.
So hvassorðaður er formaður
Javnaðarfloksins, tá hann loysti frá
posabandinum fríggjamorgunin.
Beinleiðis tilsipingin hjá javnað
arformanninum er, at samgongan
tvær ferðir hevur felt uppskotið hjá
Javnaðarflokkinum um, at tað skal
vera ein treyt fyri at fáa fiskiloyvi í
Føroyum, at skipið hevur sáttmála
við manningarfeløgini. Uppskotið
er aftur á tingborðið, og verður
helst felt fyri triðu ferð.
At tað er sera stór ósemja millum
Javnaðarflokkin og Fólkaflokkinum
um arbeiðsmarknaðarviðurskifti og
fiskivinnupolitikk – ella í heila tikið
um politikk – framgongur týðuliga
av retorikkinum teirra millum.
Aksel V. Johannesen hevur gjørt
greitt, at so leingi, sum hann er for
maður í Javnaðarflokkinum, fer
flokkurin ikki í samgongu við Fólka
flokkin. Hesa útmelding stendur
hann við, og tað fer so at vísa seg
eftir næsta val, hvørja ávirkan tað
fær.
Eyðvitað fær tað ávirkan, tí
Javnaðarflokkurin og Fólkaflokk
urin samstarvað nógv – í eini 16 ár
– síðani teir í 1975 skipaðu fyrstu
samgonguna sínamillum saman
við Tjóðveldisflokkinum.
Vit hava ført tað so mangan fram
á hesum stað, at Fólkaflokkurin
hevur stórt vald, tá hann er í sam
gongu. Hann hevur tveir sterkar
mans í landsstýrinum í dag, Jørgen
Niclasen, floksformann, og Jacob
Vestergaard,
landsstýrismann
í
fiskivinnumálum. Søguliga sæð, so
er Fólkaflokkurin sterkasti fiski
vinnuflokkurin í Føroyum. Upp
á skift hava Javnaðarflokkurin,
Tjóðveldi og Sambandsflokkurin
givið Fólkaflokkinum valdið á fiski
vinnuøkinum. Í dag er tað Sam
bandsflokkurin, sum gevur Fólka
flokkinum valdið. Í blaðnum í dag
hoyra vit løgann muta ímóti leist
inum hjá Jacob Vestergaard – men
tað mugu vit síggja í verki, áðrenn
nakar trýr tí.
Meðan tað kann verða lutvíst
ókeypis hjá Javnaðarflokkinum at
útiloka Fólkaflokkin, so er øðrvísi
hjá Tjóðveldinum. Hugsjónarliga
munnu
Javnaðarflokkurin
og
Tjóðveldi draga somu línu á fiski
vinnuøkinum, eins og á so mongum
øðrum økjum – men fyri Tjóðveldi
hevur loysingin mest at siga, og tí
slítur flokkurin seg sjálvan sundur,
um hann skal leggja sjógv til Fólk
aflokkin.
Men loysingin man verða løgd á
»hold« fyribils. Tí kann ein altern
ativ samgonga verða millum Javn
aðarflokkin og Tjóðveldi – kanska
saman við Sambandsflokkinum.
Í øllum førum mugu hesir tríggir
flokkarnir so ella so semjast, skal
Fólkaflokkurin ikki framhaldandi
hava ræði á fiskivinnuni.
Men tey fáa bara tað vald, sum
onnur geva teimum.
skerpa politiska tónan
– Hetta er sera ódemokratiskt
og ófrættakent.
Tónin í orðadráttinum
ímillum
Javnaðarflokkin
og Fólkaflokkin harðnar al
samt.
Fríggjadagin brúkti Aksel
V. Johannesen støðuna hjá
útlendsku
manningini
á
Anitu sum fømi um, at »Fólk
aflokkurin skræðir samfelag
ið sundur«.
Hann sipar til, at Fólka
flokkurin vil ikki gera nakað
fyri at bøta um viðurskift
ini.
Hetta, saman við øðrum
málum, fær nú formannin í
Javnaðarflokkinum at mæla
øllum flokkum til at boykotta
Fólkaflokkin.
Men Fólkaflokkurin svar
ar aftur – minst líka hvass
orðaður.
Í hesum sambandi heldur
Jákup Mikkelsen, formaður
Fólkafloksins á tingi, at
Aksel V. Johannesen er bæði
óbúgvin, ódemokratiskur og
ófrættakendur.
– Tað er spell at formaður
Javnaðarflokksins
brúkar
eina deyðsvanlukku umborð
á Anitu til partapolitiskt
stríð ímóti Fólkaflokkinum,
sigur Jákup Mikkelsen.
Hann vísir á, at málið um
Anitu er meldað til løgregluna,
og at Fiskimálaráðið kannar
eisini viðurskiftini.
– Er brot á galdandi lóg og
reglur, skal tað sjálvandi fáa
fylgjur beinanvegin, sigur
formaður Fólkafloksins á
tingi.
Aksel Johannesen brúkar
eisini hetta málið til, at fáa all
ar flokkar á Tingi at útihýsa
og boykotta Fólkaflokkin, tí
Javnaðarflokkurin er ósamd
ur við politikkin hjá sitandi
samgongu.
– Er Javnaðarflokkurin
vorðin ein intolerantur flokk
ur, sum ikki skammast við at
seta fólkaræðið til síðis, spyr
Jákup Mikkelsen.
Hann spyr eisini, hvussu
formaður Javnaðarflokkins
kann »niðurgera og tileinkis
gera« meir enn 20 prosent av
veljaraskaranum?
Jákup heldur at Aksel
skal skammast
– Leygardagin 29. mars mugu
klaksvíkingar minnast til
at hava pening tøkan, tí tá
skipar ABC barnahjálp fyri
hurð til hurð innsavning
í Klaksvík. Tað vera børn
saman við vaksnum, sum frá
klokkan 13.00 fara at savna
inn undir heitinum Børn
hjálpa børnum
Soleiðis heitir ABC barn
ahjálp á foreldur í Klaksvík
um at tekna seg at hjálpa til
við innsavningini saman við
børnum sínum. Innsavningin
er eitt gott høvi hjá foreldrum
at gera nakað øðrvísi og gott
saman við børnunum.
Tey, sum ynskja at hjálpa
til við innsavningini, kunnu
ringja til ella skriva til ABC
barnahjálp á telefon 222585
ella skriva til abc@abc.fo.
Eisini ber til at tekna til
gjøgnum Facebook.
Innsavnararnir
skulu
møta í hølunum hjá ABC
barnahjálp, leygardagin 29.
mars kl. 12.00, har tey fáa
eina bússu og eina rutu at
ganga eftir.
Innsavningin Børn hjálpa
børnum,
sum
byrjar
kl.
13.00, er til frama fyri børn
á barnaheiminum hjá ABC
barnahjálp í Monrovia í
Liberia og børnunum í skúl
anum í Dakar í Senegal.
Hetta er fyrstu ferð, at
ABC barnahjálp skipar fyri
hurð til hurð innsavning.
Tiltakið er ein royndarverk
ætlan, sum er samskipað
saman við Monicu í Hol
usteini. Monica er í starvs
roynd hjá ABC barnahjálp
í sambandi við útbúgving
sína ”3K” á Diakonissestift
elsen á Frederiksberg. Ætl
anin er so við og við at víðka
innsavningina til at fevna
um alt landið.
Børn hjálpa børn
um í Klaksvík
Upp á skift hava teir givið
Fólkaflokkinum valdið...
Jákup Mikkelsen og Aksel V. Johannesen eru í miklum
hugsjónarligum orðadrátti – sum er sprottin úr, at
javnaðarformaðurin ikki vil í samstarv við Fólkaflokkin