mánadagur 24. mars 2014síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 24. mars 2014 · Nr. 35
Jákup Mørk
Tað var ikki tann besta føð
ingardagsgávan.
Jónleif
Sólsker, venjari hjá StÍF, fyll
ir 49 í dag, og ivaleyst hevði
hann vónað, at spælararnir
fóru
at
geva
honum
eina framskundaða gávu í
gjár.
Hendan varð tó av ong
um móti Kyndli, har Jónleif
eigur flestu av sínum aktivu
hondbóltsárum. Við einum
Høgna Klein Olsen í hopla
og annars framúr væl upp
løgdum Kyndils-spælarum,
vórðu
finaludreymarnir
hjá strandingum lagdir í
skeljasor.
Kyndil var annars ikki í
bestu skørum undan dyst
inum. Árið er farið at halla,
og teir grønu hava ikki long
ur tað heilt stóra at spæla
fyri. Hetta sást eisini aftur
í, at Kyndil bert hevði tveir
útskiftarar á dómaraseðl
inum, men tað munaði bara
slettis einki.
Frá byrjan leyp Kyndil
avstað, og longu eftir lítlum
korteri stóð greitt, at hetta
kundi gerast ein sera tungur
dagur hjá vertunum. StÍF
fekk kanska loftað sær nak
að, sum dysturin leið, men
teir vóru ongan tíð í nær ná
mind at hótta Kyndli, sum
vann ein knúsandi sigur í
tí, sum á pappírinum líktist
kanska truplasta útidyst
inum á árinum.
Hetta lýsir kanska eisini
sera væl kappingarárið hjá
Kyndli.
Finalumøguleikin
hevur fyri tað nógva verið
hampuliga
langt
burturi,
men í løtum hevur Kyndil
víst, at teir á einum góðum
degi standa fyri helst besta
hondbóltinum í landinum.
Tað vístu teir í gjár, og tað
hava teir eisini víst aðrar
dystir. Men botnstøðið hevur
hinvegin verið alt ov lágt,
og serliga hevur tað verið
dýrt, at teir hava mist sjey
stig móti Team Klaksvík og
Neistanum. Skjótt er at stað
festa, at hesi høvdu munað
sera væl í stríðnum um at
sleppa í finaluna, men tað
er tó ein staðfesting, sum
Kyndil ikki fær brúkt til
nakað í dag.
Vestmenningar
í finaluni
Í Havn var VÍF á vitjan hjá
Neistanum, og her eydnaðist
teimum gulu at staðfesta
finaluplássið.
Tað vóru bara tvey mál
á muni, tá dysturin end
aði, men kortini er tað ein
veruleiki, at veruligur spenn
ingur ongan tíð kom í dystin.
Vestmenningar lupu avstað
alt fyri eitt, og hóast teir bláu
eftir steðgin royndu at fáa
samband aftur, so eydnaðist
hetta ongantíð heilt.
Tá
strandingar
sam
stundis taptu sín dyst, er
støðan nú, at VÍF er fýra stig
framman fyri StÍF. Hartil er
VÍF betri enn StÍF í innan
hýsis uppgerðunum, og tí
hevur VÍF nú matematiska
vissu fyri finaluplássinum.
Hugsa um bronsuna
Seinasti dysturin hetta viku
skiftið var í Hoyvík, har
Team Klaksvík vitjaði leygar
dagin.
Sum væntað, so endaði
hetta
við
tryggum
sigri
til vertirnar, sum soleiðis
halda
fast
í
teoretiska
møguleikanum fyri pláss í
FM-finaluni. Men í veruleik
anum man tað helst vera
møguleikin
fyri
bronsu
merkjum, sum vigar meira
í hugaheiminum hjá hoy
víkingum.
jakup@sosialurin.fo
hondbóltur
H71 - Team Klaksvík 33-27 (16-9)
10 min: 4-3
20 min: 7-7
40 min: 21-13
50 min: 26-21
H71: Rúni Højgaard 6, Jónas Djurhuus 4(1), Bogdan Florea 4, Bogi G. Davidsen
3, Birgir Poulsen 3, Andor Sivertsen 3, Tróndur Arge 3, Hans Kári Hansen 2,
Sigmundur Dahl 2, Sigmundur Nolsø 2, Djóni Højgaard 1
Team Klasvík: Sámal á Tjaldrafløtti 9, Dusko Petrusic 5(1), Andrias
Ellingsgaard 4, Vilhelm Vilhelmsen 3, Jens Pauli Mohr 3, Niclas Niclasen 2,
Otto Jacobsen 1
Brotskøst: H71 2/1, Team Klaksvík 3/1
Útvísingar: H71 4, Team Klaksvík 3
Dómarar: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen
StÍF - Kyndil 25-38 (13-22)
10 min: 2-8
20 min: 8-15
40 min: 15-28
50 min: 21-34
StÍF: Jógvan G. Joensen 5, Marius Joensen 4(1), Allan Norðberg 3, Borgar
Danielsen 3, Fríði R. Djurhuus 2, Sveinur Justinussen 2, Leivur Justinussen 2,
Jákup Berthelsen 1(1), Kjartan Joensen 1, Pauli G. Hansen 1, Steinar Prestá 1
Kyndil: Høgni Klein Olsen 18(11), Bárður Johannsen 4, Hørður Fannar
Sigtórsson 4, Ludvík Súnason 3, Finnur Hansson 3, Andrias Sólsker 2, Josef
Abrahamsen 2, Bjarni Sørensen 2
Brotskøst: StÍF 2/2, Kyndil 12/11
Útvísingar: StÍF 4, Kyndil 3
Dómarar: Daniel Rapa & Ragnar Simonsen
Neistin - VÍF 31-33 (13-19)
10 min: 3-5
20 min: 8-12
40 min: 18-23
50 min: 23-26
Neistin: Teitur Magnusson 10(5), Andras Joensen 7(1), John í Innistovu 4, Rói
Hansen 4, Herbjørn Lava 2, Torstein Balle 2, Sjúrður Thomassen 1, Jugoslav
Djumic 1
VÍF: Sámal Joensen 5, Julian Olsen 5, Mads Eriksen 5, Zarko Pejovic 4(1),
Sjúrður Nielsen 3, Sámal Jákup Djurhuus 3, Joen Pauli Høgnesen 2, Agnar
Joensen 2, Filip Jojic 2(1), Áki Egilsnes 1, Andrias Eriksen 1
Brotskøst: Neistin 6/6, VÍF 2/2
Útvísingar: Neistin 8, VÍF 6
Dómarar: Heri Petersen & Hans Thomassen
Atlantic Airways Deildin menn
nr. Lið
Dystir
Vunni
javnt
tapt
+mál
-mál
Munur
Stig
1 KÍF
21
14
1
6
615
537
78
29
2 VÍF
22
14
1
7
671
599
72
29
3 StÍF
22
12
1
9
596
591
5
25
4 H71
21
10
3
8
562
530
32
23
5 Kyndil
21
9
4
8
563
547
16
22
6 Neistin
21
7
2
12
557
597
-40
16
7 Team Kl.
22
3
0
19
562
725
-163
6
StÍF varð pent sagt hølvað ígjøgnum av einum framúr væl uppløgdum
Kyndils-liði, og nú eru allir dreymar um eina FM-finalu foknir
Finaludreymurin í knúsi
Mynd: Álvur Haraldsen