Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mars 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. mars 2014 · Nr. 36 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Jón Brian Hvidtfeldt Spurningurin, hvørt talan er um eina leigu ella eina fíggj­ arliga leasing, er avgerandi, nú lógaruppskotið hjá Ja­cob Vestergaard um hav­rann­ sóknarskip kemur til við­ gerðar í løgtinginum. Fiskimálaráðið, sum hevur smíðað lógaruppskotið, sig­ ur í viðmerkingunum til sítt egna lógaruppskot, at upp­skotið er gjørt út frá tí fortreyt, at talan er um leigu og ikki um fíggjarliga leasing. Tað merkir, sambært ráðnum, at árliga leigan skal takast við sum ein rakstrarútreiðsla í landsroknskapinum á hvørj­ um ári í leigu­tíðar­skeið­in­um. Men ikki øll eru av somu fatan. Í Sosialinum fríggja­dagin setti Jørmann Petersen, statsaut. revisor, indikatiónir uppá fíggjarliga leasing upp ímóti nevnda lógar­uppskotoinum hjá lands­stýrismanninum. Sambært Jørmann Pet­ er­sen peikar leisturin beint ímóti, at talan er um fíggj­ar­ liga leasing: – Tað er lítil og ongin ivi um, at leasingtakarin vil yvirtaka ognina, tá avtalan gongur út. Leasingtíðarskeiðið dekk­ ar stóran part av ”øko­nom­ isku livitíðini” hjá skip­in­um. Nútíðarvirðið av gjald­ing­ unum til leasinggevara svar­ ar stórt sæð til kostvirðið á ogn­ini. Leasaða ognin er so serútgjørd, at bert leasing­ takarin kann brúka hana, sig­ur Jørmann Petersen. Niðurstøðan hjá statsaut. grannskoðaranum var tí greið: – Tað eru fleiri viðurskifti, sum benda á, at talan er um fíggjarliga leasing, stað­festi Jørmann Petersen í Sosial­in­ um fríggjadagin. Tann niðurstøðan merk­ir á vanligum føroyskum, at øll útreiðslan til havrann­sóknar­ skipið skal útreiðsluførast í landsroknskapin beinan­ vegin. Í fíggjarmálaráðnum ynskja tey ikki at gera fleiri við­merkingar til málið í løtuni. – Eg vil ikki úttala meg um, hvørt lógaruppskotið um havrannsóknarskip gev­ ur røttu, fíggjarligu myndina, sig­ur Bjarni Askham Bjarna­ son, aðalstjóri í fíggjar­mála­ ráðnum. Aðalstjórin vísir til fíggjar­ karmarnar fyri næstu árini, soleiðis sum teir eru lýstir í búskaparfrágreiðingini, ið fylgdu við játtanarkørmunum í fjør. Har er útreiðslan til leigu av havrannsóknarskipi, 12 milliónir krónur um árið, sett inn í fíggjarkarmarnar frá 2016. Landsgrannskoðarin, Beinta Dam, hevur enn ikki sett seg inn í allar smálutir í samband við lógaruppskotið, og tí vil hon í løtuni ikki gera viðmerkingar til uppskotið. Men hon staðfestir tó turt: – Fyri tí at viðmerkingar til eitt lógaruppskot siga, at talan er um leigu og ikki leas­ ing, so merkir tað also ikki, at tað neyðturviliga er soleiðis, sigur Beinta Dam. Í síni grannskoðan av landsroknskapinum fyri fíggjarárið 2004 umrøddi Lands­grannskoðanin ætlaðu og alternativu fíggingina av Hovstunnlinum, ið tá lá í kort­inum. Boðskapurin var greiður: Ein fíggjarlóg skal geva eina rættvísa mynd av tí virksemi og teimum bind­ ingum, sum tað almenna átek­ur sær. Leasing Reimund Langgaard er bæði løgtingsmaður fyri Sam­ bandsflokkin og eisini ein av fýra løgtings­grannskoðarum. Hann hevur fylgt málinum um havrannsóknarskipið, og hansara niðurstøða er greið: – Hetta er ikki rætti mátin at gera tingini uppá. Her er eftir míni bestu sannføring talan um fíggjarliga leasing, og tí skal útreiðslan taka við í roknskapin undir ein­um, og ikki spjaðast yvir fíggj­ar­ lógirnar næstu 20 árini, sigur Reimund Langgaard. Sambært løgtings­mann­ in­um sjálvum hevur hann gjørt sínum egna flokki greitt, hvat hann heldur um alterna­tiva fíggingarleistin, ið landsstýrismaðurin leggur upp til í lógaruppskotinum. – Eg veit, at onnur í Sam­ bandsflokkinum eru samd við mær í hesum sjónar­mið­ um, sigur Reimund Lang­ gaard og heldur fram: – Tað kundi væl hent seg, at eg fari at atkvøða ímóti hesum lógaruppskoti, hóast eg avgjørt haldi, at vit skulu hava eitt nýtt hav­rann­sókn­ ar­skip. Dilemma Reimund Langgaard vísir á, at tá øll útreiðslan til nýggja havrannsóknarskipið kortini skal førast í landsroknskapin beinanvegin, so reisir tað spurningin, hví tað almenna yvirhøvur skal lata onkran privatan byggja fyri seg. – Tað kann sjálvandi vera eitt argument, um ein privatur fær munandi inn­ tøkur burtur úr skipinum, tann partin av árinum, tá tað almenna ikki hevur brúk fyri skipinum, og samlaða rokningin fyri tað almenna harvið gerst munandi lægri enn hon annars vildi verið, sigur Reimund Langgaard. Sambært lógarupp­skot­ in­um fær ein privatur eig­ari ræðisrættin yvir skip­in­um í tríggjar mánaðir í tíðar­ skeið­num frá november til februar. Løgtingsmaðurin og løg­ tingsgrannskoðarin sigur seg tó ivast í, um nøkur veru­ lig sparing verður fyri lands­ kassan. Eitt annað atlit er somu­ leiðis við til at sannføra Rei­mund Langgaard um, at leisturin hjá lands­stýris­ manninum er skeivur: – Eg eri bangin fyri, at hetta kann skapa fordømi fyri aðrar verkætlanir. Sum politikari kanst tú avrika nógv meira, um tú ikki út­ reiðsluførir ætlanina beinan­ vegin, men í smáum bitum yvir eitt 20 ára skeið. Men roknskaparliga hava vit regl­ur at ganga eftir, sigur Reimund Langgaard. Hóast hann persóniliga er sannførdur um, at í døminum við havrannsóknarskipinum er talan um fíggjarliga leasing, so heldur løgtingsmaðurin fyri Sambandsflokkin, at ser­frøðin skal koma til orð­ anna: – Tað skal standa púra greitt, áðrenn løgtingið skal atkvøða um lógaruppskotið, hvørt talan er um fíggjarliga leasing, sigur Reimund Lang­ gaard. Hetta er ikki rætti mátin – Eftir míni bestu sannføring er talan um fíggjarliga leasing, og tí eigur øll útreiðslan til havrannsóknarskipið at bókast beinanvegin, metir Reimund Langgaard, løgtingsmaður og løgtingsgrannskoðari, sum er ímóti leistinum hjá landsstýrismanninum Tað er eitt fíggjarligt argument, sum liggur aftanfyri lógaruppskotið hjá Jacob Vestergaard, sum biður løgtingið um loyvi at langtíðarleiga eitt havrannsóknarskip. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur í fleiri umførum sagt seg kunna staðfesta, at politisk undirtøka er ikki í samgonguni fyri at seta neyðugu pengarnar av á fíggjarlógini, soleiðis at fiskivinnutjóðin Føroyar kann byggja ein avloysara fyri 35 ára gamla og niðurslitna Magnus Heinason. Íløgukarmarnir eru ov trongir. Pláss er ikki fyri havrannsóknarskipinum á fíggjarlógini næstu árini. Tí leggur lógaruppskotið hjá landsstýrismanninum eisini upp til, at løgtingslógin frá juni 2011 um at byggja nýtt havrannsóknarskip fer úr gildi. Í staðin skal landið leiga eitt nýbygt, spildurnýtt havrannsóknarskip frá onkrum privatum, sum hevur hug og pengar til at byggja eitt slíkt skip. Skipið, sum privati skal átaka sær at byggja, er longu projekterað eftir kravspecifikatiónum frá Havstovuni, og landið hevur higartil brúkt góðar átta milliónir til skipið. Lógaruppskotið leggur upp til, at landið leigar skipið í upp til 20 ár. Harvið sleppur landið undan stóru íløguni í eitt tílíkt skip, og tí er pláss til aðrar íløgur. Í hvussu er, soleiðis sum landsstýrismaðurin leggur upp til. Lógaruppskotið hjá Jacob Vestergaard kemur til 1. viðgerð í løgtinginum í morgin, mikudag. FAKTA – stutt um málið: - Hesin fíggingarleistur kann skapa fordømi fyri aðrar verkætlanir. Sum politikari kanst tú avrika nógv meira, um tú ikki útreiðsluførir ætlanina beinanvegin, men í smáum bitum yvir eitt 20 ára skeið. Men roknskaparliga hava vit reglur at ganga eftir, sigur Reimund Langgaard, løgtingsmaður og løgtingsgrannskoðari. Fríggjadagin viðgjørdi Sosialurin lógaruppskotið hjá Jacob Vestergaard um havrannsóknarskip. Niðurstøðan hjá Jørmann Petersen, stats.aut revisor, var greið: her er talan um fíggjarliga leasing