týsdagur 25. mars 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. mars 2014 · Nr. 36
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
5 ár í
Føroyum
Vilmund Jacoben
Toskurin á Føroya Banka
er sjáldsamur og serstakur.
Hann hevur eina miðalvekt
uppá sløk 8 kg, tá hann er
trý ára gamal, og er hetta
heimsmet fyri vøkstur. Tað
eru gjørdar nógvar vísinda
ligar kanningar av honum,
hann er sera protein ríkur og
sera vælsmakkandi. Í Spania
er Føroya Banka navnið ein
“legenda” hjá saltfiskaídn
aðinum – Bacalao – og í Ong
landi var navnið Faroe Bank
eitt gylt navn.
Í sínari tíð hevði Bankin
stóran týdning fyri føroyska
fiskiskapin og enn minnast
fólk, tá týskur kavbátur í 1917
søkti fleiri sluppir á Bank
anum. Seinast loyvda veiða
á Bankanum var umleið í
2005, tá sløk 6.000 tons vóru
veidd. Seinni árini hevur
Bankin verið stongdur fyri
veiðu, hóast nakað av roynd
er framvið kantinum og
nakrar snellubátar sleppa
um summarið á økið.
Magnus
Heinason
er
tvær ferðir um árið á Bank
anum, har hann hevur 29
hál á sama staði á hvørjum
ári. Seinast hann var á Bank
anum, í September í fjør,
fekk hann bert 36 toskar!
Vánaligasta úrslitið nakran
tíð. At so illa stendur til í
løtuni á Bankanum er ein
samanrenning av ovurveiðu
og ætinum. Í løtuni er sera
nogv til av reyðæti, sum
makrelur og sild livir av.
Eisini er sjóvarhitin kring
Føroyar vaksin við einum
stigi. Ein slík hækking hevur
sera stórar broytingar við
sær, sum vit fara at síggja
komandi árini.
Í hesum døgum er Magnus
Heinason aftur á bankanum,
og hevur hann fingið nakað
av stórum toski. Havstovan
hevur samstarv við Áarstovu,
sum aftur komandi vikuskifti
fer at borðreiða við hesum
forkunnuga toski. Tað skiltst,
at sera stórur áhugi er fyri
tiltakinum.
Afturvið toskinum verður
borðreitt við hvítvíni úr
Chablis økinum í Fraklandi.
Chablis er gamal havbotnur,
og vínstokkarnar standa í
dag á gomlum botni líkur
honum á Føroya Banka.
Samanrenningin av smakki
av Grand Cru Chablis víni
úr
franska
havbotninum
og
toskinum
av
Føroya
Banka, gera Føroya Banka
toska kvøldini til eina stóra
gastronomiska
uppliving.
Tað eru nógv sum halda, at
Føroya Banki eigur at verða
fullkomuliga friðaður og at
verða settur á World Heritage
listan hjá ST. Toskurin av
Føroya Banka verður eisini
við at grundfesta altjóða
gastro-ferðamannavinnuna
í Føroyum.
King Cod – Føroya Banka toskurin