týsdagur 25. mars 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. mars 2014 · Nr. 36
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Borgarstjórin ikki
tíð til politikk
Rannvá G. Fossaberg
- Heðin Mortensen er fittur
og blíður, ja meinlíkur Bast
ian, politimeistara í Karda
mummubýnum. Hann vil
gera øll glað, og glæstri
borgin skal glitra allatíðina,
men at útinna tær politisku
avgerðirnar í verki, tað ger
hann ikki nóg gott, sigur
Marin Katrina Frýdal, sum
herfyri í lesarabrævi vísti á
sína ónøgd um samstarvið
í býráðnum í Tórshavnar
Kommunu.
- At fara út og siga, at
mann hevur eitt breitt sam
starv í býráðnum, og so ikki
tekur øll við, tá avgerðir verða
tiknar, tað haldi eg ikki er
nóg gott, sigur Marin Katrina
Frýdal, sum ikki vil taka und
ir við umraðfestingini í íløgu
ætlanini hjá kommununi.
Hon heldur tað ikki vera í
lagi, at umraðfestingar verða
gjørdar í íløguætlanini, uttan
at allir býráðslimirnir verða
tiknir við upp á ráð.
- Nógvar av umraðfest
ingunum hava ikki fingið
ta viðgerð, tær eiga. Hvørki
politiskt ella fakliga. Tær eru
gjørdar í óðum verki, hetta er
ósaklig, og hetta kann eg ikki
taka undir við.Tað hendir
ov nógv aftan fyri tjøldini,
sjálvt um tað skal eitast, at
vit hava eitt breitt samstarv í
býráðnum, sigur Marin Katr
ina Frýdal.
Marin
Katrina
Frýdal
er ónøgd við, at hon her
fyri fekk eitt skjal frá fíggj
arnevndini, sum vísti tær
umraðfestingar,
sum
eru
gjørdar í íløguætlanini hjá
kommununi, sum annars
bleiv samtykt í desember í
fjør.
- At broytingar verða
gjørdar, uttan at øll vita av
tí, tað haldi eg sera harmiligt,
staðfestir
Marin
Katrina
Frýdal.
Vantar stýring
Tað eru tvær høvuðsorsøkir
til, at Marin Katrina Frýdal
ikki trívist í selskapinum í
býráðnum og tí ger vart við
sína ónøgd.
- Tað er fyrst og fremst
vantandi stýring, sum er
orsøkin, men eisini at tað,
sum skuldi verða so gott, er
farið fullkomiliga av leið,
sigur Marin Katrina Frýdal
og greiðir nærri frá:
- Eg sakni ein skipara á
brúnni. Heðin er eitt arbeiðs
grev, hann vil øllum tað bes
ta, og hann velur eisini at
brúka tíðina upp á at hitta
borgararnar. Alt gott um
tað, men ein av fremstu upp
gávunum hjá einum borgar
stjóra er at útinna tað í verki,
sum politiskar samtyktir eru
gjørdar um. Og tað er júst
tað arbeiðið, hann eftir míni
meting, ikki ger nóg gott, sig
ur Marin Katrina Frýdal.
Hon finst at, at tað kemur
ov lítið av skafti hjá borgar
stjóranum og vísir á árið í
fjør sum dømi.
- Seinasti veruligi arbeiðs
tøksáttmálin,
sum
bleiv
undirskrivaður, var Boða
nesheimið í 2010, og tað stóð
liðugt í 2012. Síðani er eingin
stórur sáttmáli undirskrivað
ur, og tað hendi akkurát einki
í fjør. Tað er nakað, sum eg
finnist at, sigur Marin Katr
ina Frýdal.
Eitt nú harmast hon um,
at arbeiðið við at byggja
nýggjan musikkskúla og at
gera brúgv um Sandá ikki er
komið longri.
- Alt ov lítið kom av skafti
í 2013, og nú tykist tað mær,
sum at borgarstjórin er farin
í panikk, og nú skal alt hen
da. Tí tekur mann nakrar
skjótar avgerðir uttan at taka
alt býráðið við upp á ráð.
Ivingasom um
breitt samstarv
Marin Katrina Frýdal heldur
ikki, at tað breiða samstarvið,
sum skal eitast at vera í
býráðnum, riggar sum ætl
að.
Tvørturímóti
heldur
hon, at júst manglandi breitt
samstarv er nakað, sum er
gjøgnumgangandi í býráðs
samstarvinum.
- Heðin Mortensen hevði
eitt gott val og hevði einsa
mallur meiriluta, men valdi
ikki at brúka tann meiri
lutan. Ístaðin blivu vit øll
bjóðað til borðið, og alt skul
di verða so gott. Vit settu
okkum so niður at gera eina
raðfesting við íløgunum, sum
vit blivu samd um. Brádliga
blíva umraðfestingar gjørdar,
har
bara
fíggjarnevndin
verður tikin við upp á ráð,
og vit onnur hava ikki ver
ið partur av arbeiðinum við
broytingunum í íløguætlan
ini. Tað virkar, sum at fíggj
arnevndin verður brúkt sum
samgonga nú, greiðir Marin
Katrina Frýdal frá.
Hon vísir á, at hon frá
fyrsta degi, ivaðist í, hvussu
tað breiða samstarvið fór at
rigga í praksis.
- Eg var ivingarsom bein
anvegin, og eg sá fyri mær, at
tað fór at verða drúgt, tá vit
13 fólkini altíð skuldu verða
samd um einhvørja avgerð.
Eg sakni kjakið, sum er so
sunt fyri allar avgerðir, har
øll sjónarhorn eru umboðað,
sigur Marin Katrina Frýdal.
Sjálv hevur hon eitt boð
uppá, hví hon ikki altíð
verður tikin við upp á ráð
sum til dømis nú, tá íløgu
ætlanin verður broytt.
-
Borgarstjórin
velur
sjálvandi lættastu loysnina,
hann leggur ætlan og ger
umraðfestin saman við hin
um fýra monnunum í fígg
jarnevndini, sum í stóran
mun eru meinlíkir í hug
sunarháttir. Tað er jú so
nógv lættari og sparir tíð hjá
borgarstjóranum sjálvandi,
sigur Marin Katrina Frýdal
og heldur fram:
- Eg haldi, at tað hevur
nakað at gera við, at borgar
stjórin tímir ikki at taka tað
arbeiðið við, sum tær ymsu
avgerðirnar krevja. Hann
velur at brúka tíðina upp á
onnur ting enn tað, sum eftir
mínum tykki er umráðandi
fundarvirksemi,
heldur
Marin Katrina Frýdal fyri.
Hon leggur dent á, at hon
ikki ger vart við sína ónøgd
bara fyri at gera uppreistur.
- Als ikki. Sjálvandi mást
tú fara á kompromis, tá tú
ert í politikki og skalt vera
partur av semjum, men
henda umraðfestingin av
íløguætlanini er gjørd aftan
fyri mín rygg, og tað haldi
eg, er at fara ov langt og
sera óvirðiligt fyri restina av
breiða samstarvinum, tað vil
siga teimum, sum ikki eru í
fíggjarnevndini.
Tekur seg ikki úr
Hóast Marin Katrina Frýdal
týðiliga er ónøgd við sam
starvið í býráðnum, hevur
hon ongan ætlanir um ikki at
vera partur av selskapinum.
- Eg eri limur í teknisku
nevnd og í trivnaðarnevndini
og eri eisini í nevndini um
brúnna við Sandá. Fari eg
útum, havi eg als onga ávirk
an. Eg haldi avgjørt, at eg geri
ein mun í býráðnum, og míni
sjónarmið eru eisini við til
at ávirka og broyta avgerðir,
sigur Marin Katrina Frýdal
og heldur fram:
- So leingi eg føli, at eg geri
ein mun, so haldi eg, at tað er
tað vert. Enn føli eg, at mín
ávirkan er galdandi í hesum
starvinum,
sigur
Marin
Katrina Frýdal og vísir á, at
hon kennir eina ábyrgd yvir
fyri teimum omanfyri 400
fólkunum, sum valdu hana
inn í býráðið.
- Hesar útsagnirnar koma
frá mær og ikki flokkinum,
men eg veit, at nógv eru
samd við mær, bæði úr mín
um egna flokki og øðrum
flokkum, sigur Marin Katr
ina Frýdal.
Hon er tó tilvitað um, at
hon kann blíva sett uttanfyri
til ein og hvørja tíð.
-
Borgarstjórin
hevur
makt til tað, um tað er tað,
hann vil. Eg havi áður kent
fylgirnar av at tala borgar
stjóranum ímóti, ella tá eg
havi talað ímóti onkrum av
tí, sum fer fram í býráðnum.
Men eg kenni eina stóra
ábyrgd yvir fyri mínum velj
ara skara, og tí vil eg ikki
bara geva skarvin yvir uttan
víðari, sigur Marin Katrina
Frýdal.
rannva@sosialurin.fo
- Eg eri sannførd um, at borgarstjórin tekur ikki alt býráðið við upp á ráð, tá stórar avgerðir skulu takast, tí
hann gevur sær ikki stundir til tað fundar og fyrireikingararbeiðið, sum stóru avgerðirnar hava við sær. Ístaðin
vil hann møta borgarunum allastaðni og vera sjónligur, og tað gongur út yvir politiska gerningin. Soleiðis
sigur Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, sum enn einaferð hevur sett seg upp ímóti borgarstjóranum