týsdagur 25. mars 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 26. mars 2014 · Nr. 36
Religiøsa syndin og sjálvhvørvisjónin!
Aftursvar til Rana Andrasson Skaalum (RAS)
Teitur Vágadal
Fráfallin kristin
Satt at siga, tími eg ikki at
skriva hetta aftursvar, men
tá okkurt so skeivt, bæði
faktuelt og í mun til Bíbluna,
verður sagt, kenni eg meg
noyddan at svara.
Fyrst myturnar:
1) At taka tað, sum var fyri
2000 árum síðani er jánka
sligt og tápuligt. Prógvar
ella
mótprógvar
einki.
Staðfestir bert søguna
og púrasta óviðkomandi
fyri nútíðina. At onkur
einstakur missir matar
lystin er so eisini tápuligt.
2) Tað er ikki neyðugt við
nakrari kanning at stað
festa at menniskjan er
ikki eitt djór. Her hevur
RAS ikki eingong gjørt
sær ómak at koma við
nøkrum beinleiðis kann
ingum. LGBT vísur til eitt
ótal av staðfestingum/
kanningum
3) Givið er at nakrir LGBT
fyrr, hava kanska frávalt
hjúnalagið. Men vit liva
altso í nútíðini og tað
gloymir RAS. LGBT vil
hava javnrættindi. Hjúna
bandið hevur altíð verið,
og er tað eisini staðfest
at hetta hevur kirkjan
kopiera og gjørt heilagt.
Her hevur LGBT eisini
drúgva sakliga greinarøð
um hetta. Sum RAS heldur
ikki vil viðgerða.
4) Her svarar RAS onkrum,
sum LGBT slettis hevur
sagt. Ìstaðin skiftir hann
fokus og vil at vit skulu
taka
synd
í
teimum
kristnu,
sum
forrestin
ikki líða nakra neyð. Tey
hava síni rættindi, men
eru byrjað at grenja um at
tey eru fyri ágangi, tá tey
faktiskt bara fáa aftursvar
til trúarspurningar.
5) LGBT vil ikki hava ser
rættindi, tey vilja hava
javnrættindi. Og so møsn
ar hann víðari um at
kristin eru fyri ágangi, tá
fólk faktiskt bara svara
teimum kristnu aftur.
6) Her er ikki eingong sam
svar við yvirskrift og
innihald, men at finnast
at
altjóða
viðurkenda
Gallup
kanningarhátti,
sum Sosialurin, Dimma og
aðrir miðlar vildu brúka er
djarvt ella tápuligt. “Tað
sum tvey ella trý vitna
um....”
7) Og her vísur RAS okkum
sítt innlit í lógina og
kirkjurituali
og
tess
mynduleika.
At
verða
vígdur av presti ella borg
arligt kostar stórt sæð
einki enn vanligi skatturin,
og so hevur ein per auto
matikk forsyrgjaraskyldu,
automatiskan
arva
rætt o.s.fr. At fara til ein
sakførara at fáa øll hasi
viðurskiftini
í
rættlag
kostar ein lítlan bónda
garð. Og tey kunnu ikki
taka tað frá skattinum, so
hvussu tað er javnrættindi,
má vera sera fantasifult
fatað av RAS.
8) Aftur somu misskiljingar
og
javnrættindi
førd
fram sum Mytu 7. Og so
møsn um tolsemi. Tol
semi er ikki, at ein sam
felagsbólkur sleppur at
afturhalda einum øðrum
samfelagsbólki at liva við
somu rættindum. Manna
rætturin
hjá
teimum
kristnu verður ikki brotin.
At tey kristnu ikki duga at
svara aftur atfinningum
móti sær, er teirra trupul
leiki, og eisini prógv um
teirra misskiljing av øllum
hesum málinum.
9) LGBTarar hava ikki melda
seg
úr
samfelaganum.
Afturhaldin og tollut so
kallað kristin royna at
nokta teimum at liva eitt
vanligt lív við somu javn
rættindum sum øll onnur.
Tað er ikki undarligt at
RAS heldur tey seg hava
tikið úr samfelaganum.
Nógv teirra eru rýmd
undan tí misskilta døm
andi religiøsitetinum í Før
oyum. Lukkuvís er hetta
vent í holuni, og síggja
tey møguleika fyri einum
góðum lívið í Føroyum.
Tíanverri eru tað nógv
dømandi religiøs enn í
Føroyum, men tey tollyntu
kristnu tykjast til at vinna
frama.
Endamýtan:
Ein nøkulunda endurtøku
um
javnrættindi,
sum
LGBTarar IKKI hava. Og at
tey kristnu verða gingin ov
nær í teirri trúgv. Og hvat so?
Svara aftur ella ignorera tað!
At nokta onkran at liva sítt
lív, er so avgjørt ikki kristið!
Myndin, sum LGBT for
telur um Føroyar, má eg
tíanverri skuffa RAS við:
Hon er sonn. Vit hava til
afturskomin religøs, ið hava
misskilt
kristniboðskapin
og Bíbliuna. Og hesi hava
í áratíggju stygt tey sam
kyndu vekk úr Føroyum.
Við hatri og fúlum vemmi
ligum
religiøsiteti.
Jesus
hataði syndina, men elskaði
syndarin. Ein linja sum eg
havi hoyrt ótal av ferðum á
møtum og í guðstænastum.
Tíanverri duga tey religiøsu
ikki munin millum syndarin
og syndina.
Leikluturin hjá
teimum kristnu
Eg havi umtalað RAS og tey,
samd við honum, sum relig
iøs. Hetta, tí at um tey skiltu
leiklutin sum kristin, høvdu
tey fylgt Jesu fyridømi og
víðari fyridømi hjá ápostul
unum. Ongastaðni síggja vit
at Jesus fanst at heidningum.
Hann gjørdi tað einaferð tá
ein heidninga kvinna bað um
hjálp. Hann samanbar hana
við ein hund sum skuldi fáa
breyð barnanna. Men hon
var vís og hevði trúgv og
svaraði aftur at hundarnir
(heidningar) ótu molarnir
ið duttu av borðinum. Og
hon fekk sítt ynski uppfylt,
tí at Jesus sá hennara stóru
trúgv.
Teir einastu Jesus hevði
at var fariserarnir. Og tað
var tí at teir vórðu myrkir
og kúgandi í sínum sinni.
Vildu bert døma fólki og
trælbinda tað. Og her er
tað at tey religiøsu eru sum
fariseranir. Tey halda at
kristnitrúgvin skal beinleiðis
ráða í Føroyum, at verja tann
kristna siðaarvin, hvat so enn
tað er. Men Jesus kom ikki at
verja lógina. Hann kom til
syndararnar, tey sjúka, at
veita frælsi frá synd og sjúku.
Og á henda hátt fullførdi
hann lógina. Hann spilti ikki
tíð uppá ríka unglingan sum
segði nei til tilboði hjá Jesus.
Men brúkti hann sum dømi,
um hvussu tyngjandi og
oyðileggjandi ríkidømi kann
verða. Hann kastaði ikki
steinin, sum farieserarnir
(tey religøsu) vildu. Hann
straffaði hana ikki, men vísti
henni náði. Og bað hana ikki
synda longur. Og so mátti
hon um rest. Hvørt hon
fylgdi hansara boðum vita
vit ikki. Jesus forðaði ikki
syndarum at liva, hann segði
hvat var tað rætta lívið og so
var tað upp til tann einstaka
at liva lívið, rætt ella ikki.
Og hetta er tað kristin
skulu gera. Boða gleðiboð
skapin, og lata fólk sjálvi
avgerða, hvussu tey liva sítt
egna lív. Eitt kristið lív er ikki
sambæriligt við eitt heiði lív,
og tað er ikki uppgávan hjá
kristnum at blanda seg í livið
hjá heidningum.
Vil enda við hesi áminning
til kristin í Føroyum:
1. Jóh 2:6: “Tann, ið sigur
seg verða verandi í Honum,
er eisini bundin at hava somu
atferð sum Hann.”
Skal Anita vera ímyndin av føroyska
fiskivinnupolitikkinum?
Kristina Clementsen
Vegna Unga Tjóðveldið
Summi føroysk skip fiska í
dag við útlendskari manning
og einum føroyingi umborð
sum flaggskipari, og einki av
hesum tilfeingi kemur før
oyska samfelagnum til góðar.
Skipini hava føroyskan upp
runa, og fiska við føroyskum
fiskiloyvi – men aftanfyri alt
er ein privatur einstaklingur,
ið hevur selt føroysku virðini
til útlond, og letur útlendsku
manningina sigla undir van
virðiligum korum.
Í gjárkvøldið sendi Kring
varpið frálíku sendingina
“Anita”, ið gav okkum innlit
í málið um garnbátin Anita.
Umborð á bátinum hendi ein
syrgilig vanlukka, ið kravdi
mannalív. Ein 34 ára gamal
indonesiskur maður varð
slongdur fyri borð 11.februar,
og lat lív. Hetta málið kunnaði
fólkið um, at tað eru lágløntir
útlendingar,
sum
koma
til Føroyar við føroyskum
fiskiloyvum. Føroyar lata hesi
fiskiloyvini útskrivað, men
trupulleikan loysa vit ikki í
Føroyum – hann skal sendast
til
Uttanríkismálaráðið
í
Danmark.
Føroyska Sjóvinnustýrið
metti ikki, at teir skuldu
taka skipið Anitu inn aftaná
vanlukkuna, og vil tað siga,
at Sjóvinnustýrið metti, at
trygdin umborð á bátinum
Anita var í lagið, tí tað er
ábyrgd teirra. Stjórin í reiða
rínum vildi vera við til, at
tað var góð terapi at lata teir
sigla víðari. Eg loyvi mær at
siga, at hevði tað ikki verði
góðtikið hevði talan verið um
ein føroying, ið var farin fyri
borð. Hvussu kunnu vit tá
taka synd í londunum longri
burtur, har rotinskapur og
siðspilla gongur fyri seg? Vit
seta í sama mun útlendingar
í júst somu støður á okkara
kæru oyggjum, ið vit meta
er vanvirðiligt fyri menn
iskju aðrastaðni á heims
breddanum. Føroyar hevur
sett seg ímóti sær sjálvum,
og er hetta ikki leiðin, ið vit
skulu seta fyri føroyska fiski
vinnu og føroyskan sið, um
vit ynskja ein ráðandi fiski
vinnupolitikk.
Í Føroyum skulu allir
føroyingar ráða
Í Føroyum skrivar landsstýrið
fiskiloyvir út ókeypis, ið fara
til privatar einstaklingar,
ið vinna sær egnan pening
burtur úr loyvunum. Fiski
loyvi, ið tú fært hevur sera
stórt virði, tí tað gevur tær
framíhjárætt at fiska í før
oyskum sjóøki. Tí kann tað
tá gera tað sama um tú ert
eitt lítið ella stórt partafelag
– fiskiloyvi skal bara seljast
fyri mest møguligar pengar,
og kann tað tá gera tað sama,
hvar pengarnar til tín koma
frá – hægsta boðið vinnur.
Garnbáturin
Anita
er
eitt ófatiliga syrgiligt dømi
á, at føroyski fiskivinnu
politikkurin ikki er í lagið,
og fer hetta vónandi at lata
blind eygu síggja veruleikan,
og áseta eina grundleggjandi
broyting
innan
føroyska
fiskivinnu! Fiskivinnupoli
tikkurin tryggjar ikki, at fisk
urin er ogn Føroya fólks – og
hetta vil Jacob Vestergaard,
fiskimálaráðharri, einki gera
við. Jacob Vestergaard vendir
blinda eyga til, og letur pengar
gleppa frá landskassanum.
Hann sigur, at tað skapar
størri vøkstur í føroyska
samfelagnum, tá fiskiloyvini
verða latin til privat fólk og
privatar einstaklingar. Tá
trygdin av ogn Føroya fólks
ikki er í lagið, er tað einki
veruligt grundarlag fyri, at
lata fiskiloyvini út í blindum
– og sjálvandi skal føroyski
privati einstaklingurin ikki
fáa framíhjárætt av tí, ið er
ogn Føroya fólks.
Skulu vit bara gloyma
Anitu, tí ábyrgdin ikki er
málsøki okkara? Kann tað
veruliga passa, at uttan
umtosið hjá landsstýris
manninum og vinnunevndar
formanninum skal rigga?
Vit noyðast at lata vera við
at trúgva, at landsstýris
maðurin einki kann gera.
Indonesararnir komu við
Anitu til Føroyar at fiska
eina kvotu, ið Fiskimálaráðið
útskrivaði. Teir fiskaðu
undir føroyskum flaggið, og
guldu skatt í Føroyum, enntá
meira enn vanligir føroyingar
– men tá ið á stóð var tað ikki
ábyrgdin hjá landsstýrinum
og Føroyum longur, men um
trupulleikin skuldi verða
viðgjørdur, varð hann bert
sendur av Føroyum og til
Danmarkar, og er hetta enn
ein grund til, at vit í Føroyum
skulu lata føroyingar ráða!