Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-25, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mars 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. mars 2014 · Nr. 36 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Brúkarin hevur goldið SEV Viðmerkingar til grein í Sosialinum mikudagin 19. mars 2014. Johan Dahl landsstýrismaður Heðin Mortensen sigur: “Kommunurnar hava sett SEV á stovn. Tær hava goldið tað, tað kostar og fingið tað at rigga. Allar íløgur, sum eru gjørdar, og tann raksturin, sum kommunurnar hava goldið, síðan SEV varð sett á stovn, skulu kommunurnar hava endurgjald fyri, um landið ætlar at yvirtaka SEV... Talan er um nógvar 100-tals milliónir...” Brúkarin hevur goldið SEV Tað er ikki rætt, at komm­ un­urnar hava goldið fyri íløgur og rakstur hjá SEV. Egin­ognin hjá SEV er kom­in av inngjøldum frá brúk­ar­ unum, og ikki komm­un­un­ um, burtursæð frá upp­ runaegininnskotinum sum samanlagt var umleið 4 mió. kr. Ein møgulig broyting av eigaraviðurskiftunum eigur einans at fara fram, um tað verður landið, ið verður nýggi eigarin, og við tí fortreyt, at peningur ikki verður tikin úr skipanini við flytingini av eigaraskapinum. Avgerandi er, at tey virðir, sum eru skapt gjøgnum virksemið hjá SEV, og sum eru goldin av elbrúkarunum, vera ver­ andi í SEV. Um peningur verð­ur tikin úr skipanini og fluttur kommununum, vil tað svara til, at el brúkarin, sum einaferð hevur goldið fyri SEV, skal rinda einaferð afturat. Kommunal luttøka í veit­ingarvirksemi kann sum grundregla bert fara fram við tí endamáli at upp­fylla borgarans tørv á ávísu veitingini. Endamálið hjá kommununum er ikki búskaparligur vinningur til kommunukassan. Verða broytingar gjørdar í eigaraviðurskiftunum hjá SEV, soleiðis at landið kemur at yvirtaka SEV, heilt ella partvíst, verður talan ikki um eina vanliga sølu av SEV, men um eina lógarreguleraða uppgávuflyting frá komm­un­ unum til landið. Elveiting verður mett sum ein av teimum mest týðandi samfelagsuppgávunum í samfelagnum í dag, og samstundis verður staðfest, at samanfall er ikki millum av­gerðarrætt og ábyrgd inn­ an elveitingarøkið. Týdn­ inga­r­mikið er, at yvirskipaði politikkurin á orkuøkinum og eftirfylgjandi avgerðir og handlingar fylgjast. Ein av høvðusaktørunum og tann, sum hevur eina mest ávirkan á orkuøkið, er SEV. Viðmerkingar til Jákup Suna: Í Føroyum er sera av­mark­ að kapping galdandi innan eløkið, nevniliga í tilgongdini, tá ið loyvi (vindloyvi) verða boðin út. Ongin verulig kapping er annars galdandi, hvørki á framleiðslusíðuni og enn minni á netsíðuni. Eitt av aðalendamálunum í elveitingarlógini er at tryggja, at aðrir framleiðarar enn SEV fáa møguleika at fáa loyvi til elframleiðslu, tó við neyðugum fyriliti fyri m.a. framleiðslukostnaði/elprísi og veitingartrygd. Tvey út­ boð hava verið av loyvum til elframleiðslu úr vindorku, og hevur SEV vunnið bæði hesi útboðini. Soleiðis sum bygnaðurin hjá SEV er í dag, har SEV einsa­ malt og við somu persónum stýrir bæði net- framleiðslu- og søluparti, og sjálvt setir treytir fyri íbinding av nýggj­um framleiðarum í el­ netið, ja so hevur SEV í út­ gangstøðinum ein stóran fyri­mun í kappingini um nýggj elframleiðsluloyvi. Ein av uppgávunum hjá landstýrismanninum/ mynd­ugleikanum er sakliga at tryggja, at neyðug fyrilit verða tikin í kappingini um nýggj framleiðsluloyvi, so­ leiðis at veruligar og reellar um­støður verða skaptar fyri, at nýggir elfremleiðarar kunnu fáa loyvi, soleiðis sum elveitingarlógin miðar eftir. Tað er sostatt ikki ein spurn­ingur um, hvørt lands­ stýrismaðurin heldur við Røkt ella er ímóti SEV, men tvørtur ímóti at tryggja veru­ ligar møguleikar fyri kapping innan elveitingarøkið. Tann tvørligi opinleikin Súni Selfoss næstformaður Starvsmannafelagið Starvsmannafelagið mót­ mæl­ir hvassliga, at Johan Dahl, landsstýrismaður talar fyri at skerja innlitslógina, tí at hon er ov víðgongd og orkukrevjandi. Sum ráðharri fjølmiðlanna eigur løgmaður at sláa fast, at talan verður ikki um, at skerja opinleikan og gjøgnumskygnið í al­ mennu fyrisitingini Lógin um alment innlit er ov víðgongd og eigur at vera herd, tí hon gevur ikki fyrisitingini arbeiðsnáðir og er ov arbeiðskrevjandi. Hetta heldur landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum hevur kunn­gjørt sínar taknar um opinleikan í almennu fyri­ sitingini í Radaranum og í al­mennum lesarabrævi hesa vikuna. Sum fakfelag hjá journal­ ist­um og starvsfólki annars í Kringvarpinum vilja vit hvass­liga mótmæla tann hugburð, sum lands­stýris­ mað­urin gevur til kennar og mæla til, at løgmaður alment tekur frástøðu frá hesum tank­um. Bundin av hægri lóg Rætturin til skjalainnlit í almennu fyrisitingina er eitt ta týdningarmesta amboðið í arbeiðnum hjá fjølmiðlunum. Uttan skjalainnlit ber illa til at tosa um veruligt pressu­ frælsið, sum sambært manna­rætt­inda­sátt­mál­an­ um er ein grundfortreyt fyri øðrum frælsisrættindum í okkara fólkaræði. Tí er upplýsingarfrælsið og rætturin hjá fjølmiðlunum at útvega sær upplýsingar hjá tí almenna so týdningarmikil, at tey eru vard í fleiri altjóða sáttmálum. Bæði í ST og í Evroparáðnum, sum fyri fáum árum síðani samtykti ein sáttmála um rættin til skjalainnlit hjá almennum myndugleikum. Møguleikin at royna tað, sum fyriferst á afturlatnum ráðharrastovum og aðra­staði í fyrisitingini liggur somu­ leiðis sum ein grundtóni í teirri ríkisgrundlóg, sum Jo­ han Dahl ivaleyst man taka undir við. At skrúva tíðin aftur við at skerja rættin til alment innlit verður sum at innføra óbeinleiðis sensur. Og hettar letur seg neyvan gera, uttan at koma í krambolasju við hægri lóg. Hvussu fegin lands­stýrismaðurin enn kundi hugsa sær hetta. Fyri ar­beiðsfriðin skyld. Misvísandi útsøgn Í Radaranum vildi Jóhan Dahl vera við, at føroyska innlitslógin er ov víðgongd. Hann vísti til nýggju donsku innlitslógina, sum honum dámdi betri, eftir sum lóg­ in eftir hansara tykki gevur fyri­sitingini betri arbeiðs­ frið. At nýggja danska innlits­ lógin bara er eitt afturstig fyri opinleikan í almennu fyri­sitingini er tó ein mis­ skilj­ing. Rætt er tað, at nýggja danska innlitslógin er herd á tann hátt, at hon víðkar rættin hjá ráðharrum at halda ávísum skjølum aft­ur, sum ferðast millum eitt nú ráðharrastovur og undir­lagd­ ar stovnar. Sum skilst er tað hetta, landsstýrismaðurin kundi hugsað sær at vit fingu í Føroyum. Hóast tað varð júst hetta sum mikil orða­dráttur stóðs av í Dan­ mark, og sum summi meta kann vera í stríð við nýggju kon­ven­tiónina hjá Europa­ ráðnum um alment innlit. Tað, sum Jóhan Dahl ikki nevndi er, at nýggja danska lógin eisini hevur eina røð av broytingum, sum eru eitt fram­stig fyri opinleikan og fjøl­miðlarnar. Lógin hevur m.a. fingið eina endamálsgrein, sum í § 1 sker út í papp, at endamálið við lógini er m.a. at stuðla undir upplýsingar- og talu­ frælsið og eftirlitið við al­ mennu fyrisitingini. Slíka endamálsgrein - ið talar bein­ leiðis og greitt fyri opin­leika og upp­lýsingar­frælsi - hevur tann føroyska innlitslógin ikki. Eisini er beinleiðis lógar­ fest, at myndugleikarnir hava skyldu, at taka støðu til, um teir kunnu lata press­ uni meira innlit, enn hon hevur rættarkrav um. Tá myndugleikarnir meta um hetta meirinnlit hava teir som­u­leiðis skyldu at leggja serl­igan dent á pressu­ frælsið, júst sum ma­nna­rætt­ indakonventiónin leggur upp til í grein 10. Eina so­vorðna skyldu at meta um meir­ innlit – sum talar greitt fyri opinleika og pressufrælsi – hava vit heldur ikki í Før­ oyum. Ei heldur nevndi lands- stýr­is­maðurin, at eittnú notat­skyldan og ikki minst tann týdningarmikla svar­ freistin í innlitsmálum, eru strammað upp í donsku lóg­ ini. Eisini hettar verður mett sum eitt framstig fyri tey ið vilja hava opinleika í fyri­ sitingini. Samanumtikið er tað meira enn ivasamt um Jó­ han Dahl og hansara fólk høvdu fingið meira frið fyri pressuni, um danska lógin varð sett í gildi í Føroyum. Men eftir øllum at døma eru tað bert herðingarnar í nýggju donsku lógini, sum hava fangað hansara áhuga og ikki liberaliseringarnar í lógini. Ófrættakendur hugburður Johan Dahl sigur seg vilja skerja týdningarmesta am­ boðið hjá pressuni, so fyri­ sitingini ikki verður so nógv tyngd av innlitsumbønum. Til hetta er at siga, at víst geva innlitsumbønir um­sitingini eyka arbeiði. Og tað skulu tær. Arbeiði at veita alment innlit er minst líka týdningarmikið, sum alt annað arbeiði, sum embætisfólkini gera fyri Jóhan Dahl og hini lands­ stýrisfólkini. Arbeiði hjá fyri­sitingini eigur at tola dagsins ljós og lógin tryggjar longu sum er, at opinleikin ikki verður so stórur, at tað umsitingarliga maskinaríið steðgar upp. Uttan gjøgnumskygni og opinleika í almennu fyri­ sitingini kann alt annað fyri sovítt gera tað sama. Tá hava vit ikki fólkaræði. Tá hava vit einaræði. Tí kennist tað ófrættakent, tá ið ein landsstýrismaður fer at tosa um, at alment innlit er ov tvørligt fyri umisitingina og at lógin eigur at verða herd. Sum felag hjá journalistum og starvsfólkum annars í KvF vilja vit tí heita á løgmann - sum ráðharra fjølmiðlanna - um alment at taka frástøðu frá úttalilsunum hjá Jóhan Dahl. Hetta so, at vit kunnu kenna okkum vís í, at talan bert er um úttalilsini hjá einum landsstýrismanni. Og ikki um støðuna hjá løgmanni og eini heilari samgongu.