Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mai 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 96 - 22. mai 2004 33 Hóast B36 var aftan- fyri og undirmannað, so eydnaðist árstals- felagnum at tryggja sær eitt stig, tá teir hósdagin tóku móti NSÍ FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tað stóð einki til hjá B36 í hálvleikinum hósdagin. Eftir ein fyrra hálvleik av teimum heldur linligu, har tað var hampuliga langt millum møguleikarnar, tóktist heimaliðið at missa alt burtur í løtunum undan steðginum. Fyrst hevði Gert Lang- gaard lagt gestirnar á odda, og síðani hevði Bárður Mortansson hjá vertunum fingið march-ordra frá dómaranum, eftir at hann hevði hevnt seg á Sjúrða Jacobsen. Djørv venjaraavgerð So tað stóð einki til, og sum so mundi hálvleiksstøðan eisini vera í lagi. Hóast talan ikki var um nakra greiða yvirvág, so høvdu runavíkingarnir verið teir vandamiklaru, og millum annað hevði Gert tað einu ferðina lobbað upp um málverjan men beint framvið málinum. Men Gert gjørdi so skað- an góðan aftur undan steðginum. Ivaleyst hevði bólturin longu verið innanfyri, tá B36-leikari kortini fekk skavað útfrá, men bólturin kom ikki longur enn til Gert, sum altso kundi staðfesta fyri linjuverjanum, at nú var altso innanfyri. Ridlaði báðar vegir Hetta noyddi vertirnar longur fram á vøllin, og tí kom tað sum vera man illa við, tá teir brádliga fækkað- ust í tali. Jóannes Jakobsen sýndi tó frá byrjan av seinna hálvleiki sera stórt dirvi. Heldur enn at offra ein álopsleikara, valdi hann nú at spæla við mann ímóti manni í verjupartinum, so- leiðis at talan var um 3-3-3 uppstilling. Frameftir vøll- inum gav hetta B36 møgu- leikan at fasthalda upp- runligu spælskipanina, og eftir tíggju minuttum fingu teir eisini lønina, tá John Petersen høgdi til returbólt, eftir at Arnbjørn Danielsen fyrst hevði roynt seg við skoti. Eftir hetta varð heimalið- ið tó aftur umskipað, so- leiðis at størri dentur varð lagdur á verjupartin, men hóast hetta, so eydnaðist tað ikki NSÍ at tiltvinga sær eina veruliga yvirvág. Møguleikar vóru báðar vegir, og tann størsta hevði B36 helst, tá Santos varð sendir einsamallur avstað. Jens Martin sýndi tó sann- an landsliðsklassa, tá hann forðaði fyri skotroyndini. Í hinum endanum hevði NSÍ ta einu ferðina bóltin á stólpanum, men inn fór hann ikki, og soleiðis eydn- aðist tað hvørgum av pørt- unum at seta seinasta seym- in í. Samanumtikið, so mundi javnleikurin tó vera á eini leið. Kanska kunnu B36’ar- nir ikki vera nøgdir um, at teir annan heimadystin á rað missa stig, men hin- vegin kundu runavíkingar- nir neyvan heldur vera nøgdir um, at teir í yvirtali og við leiðslumáli ikki megnaðu at halda tætt. B36-NSÍ 1-1 (0-1): Vespurnar tóku ikki stikkið heim Tað loysti seg hjá B36, tá teir eina løtu satsaðu við at spæla mann móti manni í verjupartinum Máltindurin 1. deild menn Bogi Gregersen Skála 4 Heine Fernandez HB 3 Rúni Elttør ÍF 3 Áki Mørk B36 2 Egil á Bø B36 2 John Petersen B36 2 Magni á Lakjuni ÍF 2 Atli Danielsen KÍ 2 Erling Fles KÍ 2 Gert Langgaard NSÍ 2 Sjúrður Jacobsen NSÍ 2 Jónhard Frederiksberg Skála 2 Støðan, 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Skála 4 3 - 1 - 0 11 4 7 10 2 B36 4 2 - 2 - 0 10 3 7 8 3 HB 4 2 - 1 - 1 5 4 1 7 4 GÍ 4 2 - 1 - 1 6 6 0 7 5 KÍ 4 1 - 3 - 0 6 5 1 6 6 VB 4 1 - 2 - 1 4 3 1 5 7 NSÍ 4 1 - 2 - 1 7 8 -1 5 8 ÍF 4 1 - 0 - 3 9 11 -2 3 9 EB/Streymur 4 0 - 2 - 2 2 8 -6 2 10 B68 4 4 2 10 -8 0 Støðan, 2. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 TB 4 4 - 0 - 0 16 5 11 12 2 Royn 4 3 - 0 - 1 13 8 5 9 3 B71 4 3 - 0 - 1 10 11 -1 9 4 AB 4 2 - 1 - 1 6 5 1 7 5 FSV 4 2 - 0 - 2 15 9 6 6 6 Sumba 4 2 - 0 - 2 8 8 0 6 7 B36 4 2 - 0 - 2 8 10 -2 6 8 KÍ 4 0 - 1 - 3 7 12 -5 1 9 VB 4 0 - 1 - 3 5 12 -7 1 10 LÍF 4 0 - 1 - 3 4 12 -8 1 Pól Thorsteinsson hjá B36 tykist vera alt annað enn nøgdur um, at teir bert hava fingið javnleik í tveimum heimadystum á rað. – Tað er bestemt ikki nóg gott. Hinvegin má eg siga, at meðan eg var vón- brotin av stigamissinum móti KÍ, so er kenslan eitt sindur øðrvísi hesaferð. Tað ferðina mistu vit jú trygga leiðslu, meðan vit hesaferð vinna okkum aftur, hóast vit eru í undirtali, so fortreytirnar eru nakað øðrvísi. – Hinvegin, so hava vit møguleikar at avgera dystin, og tí er tað kanska ein heldur løgin kensla, sum vit sita. Partvíst, tí vit eru nøgdir um at megna javnleikin, men partvíst eisini, tí vit missa stig á heimavølli, har vit hava møguleika at avgera dyst- in, segði Pól Thorsteins- son um dystin. -jm Blandað kensla Helgi L. Petersen er als ikki ósamdur við Pól Thorsteinsson, tá hesin sigur, at tað var ein heldur blandað kensla, sum tey í B36 sótu við eftir dystin. – Onkra staðni eru vit vælsaktans nøgdir við at fáa javnleik á útivølli móti B36. Tað er í øllum førum ein trupul dystur, so eitt stig er nokk meira, enn flestu av hinum liðunum fáa her. – Hinvegins, so eiga vit at koyra dystin heim, soleiðis sum gongdin er. Frammanfyri og í yvirtali, so eiga vit at halda leiðsl- uni, men tað megnaðu vit so ikki. Fyrst og fremst, tí B36 hevur eitt sera sterkt lið. Teir hava eisini nakrar leikarar, sum altíð kunnu skapa møguleikar, og so er tað stórt sæð líkamikið, um teir eru ellivu, tíggju ella níggju leikarar. – Og so er tað heldur ikki altíð, at fyrimunurin av at vera í yvirtali er so stórur. Tað inniheldur fót- bóltssøgan altso nógv góð dømi um, heldur hann. Jøvn kapping Um úrtøkuna higartil í ár heldur Helgi, at tað serliga vóru fyrstu dystirnar, sum teir iðra seg um. – Nú hava vit so fingið fýra stig í tveimum dyst- um, sum hjá okkum altíð eru truplir, so í so máta er gongdin á góðari leið. Men fyrstu tvey umførini fingu vit bert tvey stig, og tað mugu vit so vinna innaftur. – Hinvegin haldi eg, at talan er um eina ógvuliga javna kapping í ár, so megna vit at raka ein góðan stima, so kann tað vera heilt skjótt, at vit aftur eru frammi í oddi- num. Vit hava so á ongan hátt avskrivað okkum sjálvar, staðfestir Helgi at enda. -jm Eru enn við B36-NSÍ 1-1 (0-1) 0-1: Gert Langgaard, 38 1-1: John Petersen, 56 B36: Tróndur Vatnhamar – Kenneth Jacobsen, Jó- hannis Joensen, Pól Thorsteinsson, Egil á Bø – Ronnie Samuelsen, Jens Erik Rasmussen (Jens Kristian Hansen, 70.), Arnbjørn Danielsen – Bárður Mortansson, John Petersen, Alex dos Santos Reytt kort: Báður Mortansson, 40 NSÍ: Jens Martin – Brynjálvur Nielsen, Óli Han- sen, Dánjal Hansen, Sjúrður Jacobsen – Jústinus R. Hansen (Eddie Mikkelsen, 86.), Alexandar Jovevic (Áki L. Hansen, 73.), Ian Højgaard – Gert Lang- gaard (Andy Olsen, 73.), Helgi L. Petersen, Jón- stein Petersen Dómari: Páll Augustinussen FAKTA 33 32 Nr. 96 - 22. mai 2004 Føroya ferðin hjá FCK tryggjað Todi Jónsson skrivaði enn eina ferð før- oyska fótbóltssøgu, tá ið FCK vann steypa- finaluna, og nú er tað greitt, at FCK fer at spæla tveir dystir í Føroyum DANSKA STEYPAFINALAN Jóannes Hansen Todi Jónsson skrivaði eitt nýtt blað í føroyskari fót- bóltssøgu hósdagin. Tá var hann tann fyrsti føroying- urin nakrantíð, sum var við til at vinna donsku steypa- finaluna í fótbólti. Hetta var 50. steypafinalan í Dan- mark. Tann fyrsta var í 1955 ella sama árið, sum tað fyrstu ferð varð spælt í føroyskari steypakapping — um Ísafjarðarbikarið. FCK vann 1-0 á AaB. Talan var ongantíð um stórt fótbóltsligt upplivilsi. FCK fekk málið, tá ið fyrra umfarið var umleið ein hálvan tíma gamalt. Mál- skjútti var miðvallarin Morten Bisgaard. Skotin- um av brotsteigar markin- um og eitt sindur til vinstru bilti einki. Bólturin smeyg sær inn við handara stólp- anum. Møguleikin stóðst eftir eitt sindur tilvildarligt spælt mitt fyri. Todi Jónsson var ikki millum teir fyrstu ellivu hjá FCK. Í álopinum vóru Álvaro Santos og Peter Møller. Hvørgin teirra var á vøllinum, tá ið dysturin var liðugur. Miðskeiðis í 2. hálvleiki varð Peter Møller rikin av vøllinum, tí dóm- arin metti, at hann hevði rent ælbogan upp ímóti andlitinum á einum av mótstøðumonnunum. Longu frammanundan varð Álvaro Santos farin av vøllinum. Hann tók seg burturúr, tá ið 2. hálvleikur var tólv minuttir gamal, tí hann var skaddur. Todi Jónsson varð settur í álopið fyri Álvaro Santos. Tá ið Peter Møller var farin av vøllinum, var Todi Jónsson einsamallur í FCK álopinum. Fyritreytirnar hjá honum vóru ikki nakað serligar. Seinna partin av 2. hálvleiki ráddi tað hjá FCK mest um at verja. AaB trýsti fyri at javna til 1-1. FCK verjan var stak væl skipað, og tað var bara í hendinga førum, at AaB spælararnir komu í støður, sum kanska kundu havt borið mál við sær. Dýrt keyptur sigur Danska pressan vildi hava tað til, at svenski FCK venjarin, Hans Backe, eftir dystarenda græt við øðrum eyganum og hevði hug at smílast hinumegin. Orsøk- in, til at teir í FCK vóru eitt sindur ivasamir sunnu- kvøldið, var tann, at nú eru uppaftur fleiri av føstu monnunum skaddir og leikbannaðir, enn tað vóru frammanundan finaluni. Sunnudagin fóru Álvaro Santos og Michael Silber- bauer av vøllinum, tí teir vóru skaddir. Í FCK vóna teir, at hesir verða førir fyri at spæla við í morgin, tá ið AaB í næstsíðsta umfarin- um í landskappingini enn eina ferð fer at vitja í Parkini. Tað er undir øllum um- støðum greitt, at Peter Møller og Hjalte Bo Nørre- gaard ikki fara at spæla við í morgin. Reyða kortið ber við sær, at Peter Møller verður leikbannaður í báð- um umførunum, sum eru eftir í landskappingini, meðan Hjalte Bo Nørre- gaard verður tøkur aftur í síðsta umfarinum. Todi nærri teimum fyrstu ellivu Todi Jónsson er ovurfegin um, at tað endiliga eydn- aðist hjá honum at vera við til at vinna steypakapping- ina. Men hann og hinir lið- felagarnir gjørdu einki burturúr sunnudagin. – Sjálvandi eri eg fegin um, at vit vunnu, og at eg fekk høvi at vera við. Sum eg fleiri ferðir havi sagt síðstu vikurnar, so taka vit ein dyst í senn. Vit royna at gloyma steypasigurin í nakrar dagar. Nú fokusera vit upp á landskappingar- dystin sunnudagin í Parkini ímóti AaB. Tað er sera týdningarmikið hjá okkum at fáa øll stigini burturúr tí royndini. Um tað fer at eydnast, so fer tað at síggja rættuliga gott út hjá okkum, og møguleikin verður stór- ur fyri at vinna the double, sigur Todi Jónsson. Tá ið vit frættu í gjár var ikki greitt, um Todi fer at vera á FCK liðnum í morg- in. Men tað er sumt, sum bendir á, at Todi verður millum teir fyrstu ellivu. Tað eru bara hann og Jesper Bech og kanska Álvaro Santos tøkir til álopspláss- ini. Tað kann væl hugsast, at Jesper Bech, sum sunnu- dagin var á beinkinum rættuliga leingi, verður á miðvøllinum í vinstru, tí Morten Bisgaard kanska verður fluttur inn á sentrala miðvallarplássið, sum er opið, nú Hjalte Bo Nørre- gaard, sum sunnudagin av ítróttartíðindamonnunum í Parkini varð kosin besti stríðsmaðurin í finaluni, er leikbannaður. Føroya ferðin tryggjað Nú er tað heilt greitt, at FCK fer at spæla í Føroyum fyrst í juli. Ivamálið komst av, at FCK skuldi spæla í Intertoto Cup fyrsta viku- skiftið í juli, um teir gjørd- ust nummar trý í lands- kappingini. Steypasigurin ber við sær, at FCK longu nú hevur tryggjað sær pláss í UEFA Cup kappingini. Harvið er tað heilt víst, at teir ikki skulu spæla í Intertoto. FCK kemur til Føroya sunnudagin 4. juli. Mána- dagin 5. juli skulu teir spæla ímóti KÍ í Klaksvík, og mikudagin 7. juli skulu teir spæla í Gundadali ímóti HB. FCK fer aftur til Dan- markar hósdagin 8. juli. Um teir í morgin ella eftir síðsta umfarið í landskapp- ingini fara at endurvinna meistaraskapin, so fara teir eftir Føroya ferðina at fyrireika seg til innleiðandi umfarið í europeisku kappingini fyri meistaralið. Íslendska Landsbankadeildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Keflavík 2 2 - 0 - 0 5 2 3 6 2 Fram 2 1 - 1 - 0 4 1 3 4 3 FH 1 1 - 0 - 0 1 0 1 3 4 ÍBV 2 0 - 2 - 0 2 2 0 2 5 ÍA 2 0 - 2 - 0 1 1 0 2 6 Grindavík 2 0 - 2 - 0 1 1 0 2 7 Fylkir 1 0 - 1 - 0 1 1 0 1 8 KA 1 0 - 0 - 1 1 2 -1 0 9 KR 2 0 - 0 - 2 1 4 -3 0 10 Víkingur R 1 0 - 0 - 1 0 3 -3 0 Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (ÍA), Fróði Benjaminsen og Hans Fróði Hansen (Fram) Higartil hevur Fram ikki tapt, og ÍA hevur hvørki roynt at vunnið ella at tapt í landskappingini, har nýuppflutta Keflavík er á odda ÍSLAND Jóannes Hansen Tríggir av teimum fimm dystunum í øðrum umfari í íslendsku landskapping- ini vórðu spældir Kristi himmalsferðardag. Bæði feløgini við føroyskum spælarum vóru í eldinum, og í báðum førunum end- aði tað við javnleiki. Fram við Hans Fróða Hansen í miðverjuni og Fróða Benjaminsen á sentrala miðvøllinum var í Vestmannaoyggjunum og spældi ímóti ÍBV. Úrslitið varð 1-1, eftir at heima- liðið hevði verið á odda í 1. hálvleiki. Málið fingu teir í 26. minutti eftir snarálop. Fram javnaði til 1-1 tólv minuttir undan leikloki. Málið varð stútað eftir hornaspark. Báðir partar endaðu dystin við tíggju monnum. Fram misti fyrst ein mann, og so varð ein hjá ÍBV rik- in av vøllinum. Fróði og Hans Fróði spældu allar 90 minuttirnar. Hvørgin teirra var málskjútti, og teir vóru báðir á vøllinum allar 90 minuttirnar. Julian Johnsson og ÍA høvdu vitjan av Grindavík við Alberti Sævarsson í málinum. Einki mál kom í tí dystinum. Fram hevur fýra stig eftir tvey tey fyrstu umførini, og bæði ÍA og Grindavík hava saman við ÍBV tvey stig. Nýuppflutta Keflavík hevði vitjan av meistara- liðnum úr KR. Heimaliðið vann 3-1 og er oddalið við seks stigum, sum er fult stigatal. Tað hevur roynst illa hjá KR, sum hevur tapt báðar teir fyrstu dyst- irnar og er aftast av teim- um tíggju liðunum í bestu deildini. Víkingur og KA skuldu spæla í gjárkvøld- ið, og síðsti dysturin í øðr- um umfari verður í dag, tá ið Fylkir og FH skulu spæla. Týsdagin í næstu viku verður Føroya uppgerð í Íslandi. Tá fer Fram á Laugardalsvøllinum í Reykjavík at fáa vitjan av ÍA. Feløgini við føroysku landsliðsspælarunum skulu í fjórða umfarinum spæla týsdagin 1. juni. Tá skal Fram spæla í Grinda- vík, og ÍA skal spæla á heimavølli ímóti KA av Akureyri. Fróði og Hans Fróði hava ikki fingið frí til landsdystin ímóti Hol- landi, sum verður spældur 1. juni. Enn hevur einki verið at hoyrt um, at Julian Johnsson ikki fer at fáa frí. Feløgini nýtast ikki at geva føroysku spælarun- um frí at fara til Sveis, tí talan er ikki um FIFA ásettan dag at spæla lands- dystir. Eitt stig í part í Íslandi So eydnaðist tað. Todi Jónsson kann nú umframt tvey – og kanska skjótt trý - DM-heitið eisini skriva danskur steypavinnari á visitkortið C M Y K 32