Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-25, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mars 2014síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. mars 2014 · Nr. 36 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 merkisdagar • • • • • • • • • • • • • Silvurbrúdleyp Týsdagin 13. mei hava Heidi og Rúni Winther, Sandur, verið gift í 25 ár . Dagurin verður hildin leygardagin 10.mei kl.19.00 í Bygdarhúsinum Samljóð í Skopun. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin um at siga okkum frá innan 15.apríl. Tlf: 361727 – 221727 - 287727. Øll eru hjartaliga vælkomin. 70 ára føðingardagur Tann 26. apríl verður Kaj Olsen, Skála, 70 ár. Dagurin verður hildin í Bygdahúsinun í Leirvík kl. 18.00. Tey íð ynskja at halda dagin saman við Kaj verða vinarliga biðin um at siga frá áðrenn 14. apríl á tlf. 211612/441365 ella T.post olsen.skala@gmail.com 80 ára føðingardagur Mikudagin 2. apríl fyllir Nancy Rasmussen, Lamba, 80 ára. Dagurin verð­ur hildin í Elim í Søldar­firði frá kl. 17.00. Øll eru hjartaliga væl­ komin! 75 ára føðingardagur 1. apríl verður Martin Andreasen í Vági 75 ár. Dagurin verður hildin heima á Fossavegi 32 tann 5. apríl, frá kl. 14.00 til 19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. 70 ára føðingardagar Í sambandi við at Jens Christian og Ingrid Hentze fylla sjeyti tann 28. februar og 24±. mars verða dagarnir hildnir í missiónshúsinum í Hvalba leygardagin 29. mars millum kl. 13 og 18. Øll eru hjartaliga væl­komin. Jens Christian og Ingrid Prógv Andreas Andreasen hevur lokið prógv sum Bachelor of Commerce and Administration við Victoria University of Wellington, New Zealand. Andreas arbeiðir í Wellington sum sjálvstøðugur forritari. Prógv Elsa Magnussen hevur 22. november 2013 lokið prógv sum løgfrøðingur (cand.jur) frá Københavns Universitet. Brúðarvígsla Leygardagin 5 apríl giftast Vár Hansen úr Fuglafirði og Christopher John Peter Wakefield úr Dundee í Skotlandi. Vígslan verður kl 13:00 í Siloa í Fuglafirði, og aftaná verður ein drekkamunnur. Tað hevði glett okkum at sæð so nógv sum møguligt. Vár og Chris