Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mars 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. mars 2014 · Nr. 37 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Jógvan Sundstein Tíðargrein síða 15 Politisk ómegd og happing Theodor e. d. olsen Eygamálið síða 14 Tøgn kemur ikki á ting Í 2012 gingu Sosialurin, Nám, Kring­ varp­ið, Føroyska málnevndin, Dimma­lætting og Mentamálaráðið sam­an um at hátíðarhalda 25. mars sum móð­ur­málsdagin. Orsøkin til, at mar­i­umessa á vári varð vald til henda dag í Føroyum – heldur enn 21. febr­uar, sum ST hevur lýst sum al­heims móðurmálsdag til tess at varð­veita tað málsliga marg­feld­ið, sum er í heiminum, var, at hetta er føð­ing­ar­dagur Hamm­ers­haimbs. Og tað er eitt gott val, tí eingin eig­ur so stóran heiður fyri, at vit varð­veittu og endurskaptu móð­ur­ mál­ið, sum júst Vencelslaus Ulricus Hamm­ers­haimb. Tí var tað eisini, at Málnevndin fyri fleiri árum síðani skeyt upp fyri Ment­a­mál­a­ráð­num, at 25. mars skuldi verða móðurmálsdagur. Fyriskipararnir av móður­máls­ degn­um í 2012 søgdu, at nú skuldi móð­ur­málið setast í miðdepulin ein fast­an dag, 25. mars. Og víst er nógv sagt og skrivað um Hamm­ers­haimb, og við móð­ur­ máls­degn­um ­var ætlanin at varpa nýtt ljós á týdningin at brúka eitt gott og livandi mál í almenna rúm­ i­num. Mangan verður sagt, at føroyska mál­ið er so trupult og stirvið at brúka – og trupult at læra at stava. Vit, sum dagliga fáast við málið, kunnu tó sanna, at so er ikki – hó­ ast tey lýti, ið vit gera. Treyðugt so treingja ábøtur. Men størstan týdn­ ingin hevur tó hugburðurin til mál­ ið og málrøkt. Um vit hildu árliga móð­ur­máls­dagin, so kundu vit á tann hátt sett málrøkt í hásæti – og giv­ið okkum øllum, sum dagliga nýta málið í okkara starvi, íblástur og nak­að at stremba eftir. At hava góðan hugburð til málið er eis­ini at stuðla hvør øðrum. Og her er tað, at vit sum heild ikki eru nóg tilvitað, tí mangan verður funn­ist harðliga at fólki, ið ikki nýta góðan málburð – ella ikki stava nóg væl – heldur enn at stuðla og stimbra. Vit í Miðl­ahúsinum harmast um, at dag­ur­in ikki hevur verið hildin síð­ani 2012. Tí er okkara áheitan enn sum áður á Bjørn Kalsø um at lýsa 25. mars sum móðurmálsdag. Vit skulu gera okkara til, at ljós verður varp­að á dagin á hvørjum ári. 200 ára dagurin hjá Hamm­ers­ haimb um fimm ár er eitt gylt høvi at varpa serligt ljós á móðurmálið. Hammershaimb hevur uppiborið heið­ur­in – og okkum øllum tørvar ein slíkan dag. Móðurmálsdagurin Tað tykist sum um várið hev­ur fingið bilbugt við keð­iliga veðrinum seinastu mán­að­irnar. Petur Skeel Jac­ob­sen, veðurfrøðingur í Miðla­húsinum, boðar í øllum førum frá góðum veðrið í dag og um alt vikuskiftið. Hitin í dag verður millum 4 og 7 stig – og sama veðrið boðar hann frá í morgin. Góða veðrið verður liggj­andi til næstu viku, og tað verður eisini lýggjari. Sunnu­dag­in og mánadagin verður hit­in millum 8 og 12 stig. Góðveður um vikuskiftið Tað vóru næmingar í Tekn­ iska Skúla í Klaksvík, sum vunnu føroysku und­an­kapp­ ing­ina til finaluna í European Bus­i­ness ­Game. FM kappingin í European Bus­i­ness Game var í Vest­ manna mikudagin, har sjey bólk­ar vóru. – Kappingin var sera jøvn, og vinn­andi bólkurin gjørdist Dip­Fish frá gymnasialu tøkn­ i­breyt­ini á Tekniska Skúla í Klaks­vík, sigur skúlastjórin, Rúni Heinesen. Í kappingini, European Bus­i­ness Game, skulu næm­ ingar stovna eitt hugsað virki, umframt at teir skulu gera eina virkisætlan, fíggj­ar­ ætl­an og kanna marknaðin. – Vinnandi verkætlanin snúði seg um at gera dypp úr livr­a­lýsi við teimum sunnu O­m­ega 3 feittsýrunum. – Teir tríggir næmingarnir, Háv­arð­ur Vinjardsson Gutt­e­ sen, Tummas Vang Magn­us­ sen og Baldur Meitil hava gjørt royndir og funnið fram til eitt væl­smakkandi dypp, sum hósk­ar væl afturvið fiski. Tíggju evropeisk lond eru við í kappingini, og næm­ ing­arnir frá Tekniska skúla hava nú vunnið sær rætt at umboða Føroyar í evr­op­isku kappingini fyri mið­náms­ skúl­ar, sum verður í It­al­ia í summar. Í Tíðargreinini í blað­num í dag hugleiðir fyrr­ver­ andi løgmaður, Jógv­an Sundstein, um, at Javn­að­ ar­flokk­urin i­kki vil sam­ starva við Fólkaflokkin og nú eisini mælir øðrum til at boykotta Fólkaflokkin. Hann samanlíknar hetta við happ­ing. – Eyðkent er, at nøkur (sum halda seg vera) taka seg saman at kúga onn­ ur og skúgva tey til viks. Or­søk­irnar kunnu vera so mangar, men ofta er tað øvundsjúka ella undirlutakensla, sum er ver­uliga orsøkin til happing, skriv­ar Jógvan Sundstein. - Í eini happingarstøðu eru vanliga tveir partar. Ein, sum happar ella kúgar, og ein, sum verður kúgaður. Tann, sum kúgar, heldur seg vera tann sterka og vil halda hin niðri. Men mangan er tað ræðsla fyri dygdunum hjá mótpartinum, sum fær hin til at happa. Hetta samanlíknar Jógv­an Sundstein við tað, sum Aksel V. Johannesen nú førir fram ímóti Fólk­a­ flokk­inum­, sum hann ikki vil sam­starva við. – Nú roynir Aksel Jo­ hann­esen at fáa allar hinar flokk­arnar at bannlýsa Fólkaflokkin. Eyðkennini fyri happing eru nú til stað­ar. Fólkaflokkurin er ov dugnaligur, og Jav­n­að­ar­ flokk­urin ­er ov veikur ella kanska ódugnaligur. Tí má Aksel fáa allar hinar í part við sær og útiloka Fólka­ flokkin frá øllum sam­ar­ beiðs­møg­u­leikum, skrivar Jóg­van Sundstein. Les alla Tíðargreinina á síðu 15. Jørgen er eitt happioffur 25. mars eigur at verða lýstur sum móðurmálsdagur Klaksvíkingar vunnu FM í íverksetan