Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mars 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. mars 2014 · Nr. 37 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 J. C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272 110 Tórshavn • www.setur.fo Vísindastørv í sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya Tvey vísindastørv í sjúkrarøktarfrøði eru leys at søkja á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi. Talan er um lektarastørv ella adjunktstørv treytað av førleika umsøkjarans. Størvini verða sett frá 1. september 2014 ella eftir avtalu. Starvsøki Starvsøkið fevnir um gransking og undirvísing innan sjúkrarøktarfrøði. Granskingin verður í stóran mun tengd at serøki umsøkjarans. Tann, ið verður settur í starv, skal hava ein virknan leiklut í at menna gransking og hægri útbúgving í sjúkrarøktarfrøði og heilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum. Starvslýsing Sæst á www.setur.fo Freist Umsóknarfreist er 7. apríl 2014. Nærri upplýsingar Nærri upplýsingar fáast hjá Hans Paula Joensen, hanspj(at)setur.fo, dekani á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.