mánadagur 31. mars 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. mars 2014 · Nr. 38
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Poul Michelsen
Kjak síða 19
Møgu
ligt at
yvirtaka
loftrúmið
Johan Petersen
Kjaks síða 19
Stakk
als Niels
Winther
At føroyska samfelagnum tørvar
aðrar vinnur enn fiskivinnuna,
er eyðsæð. Tí er tað gott, at dent
ur verður lagdur á at skapa aðrar
vinnur – og tiltakið hjá Íverksetara
húsinum fríggjadagin vísir greitt á
hendan týdningin.
Men í vikuskiftisblaðnum lósu
vit eisini um, hvussu landið á hin
bógvin heldur fast um eina marg
háttliga skipan í fiskivinnuni, har
summi vinnulívsfólk fáa tilfeingi
ókeypis, sum tey so kunnu selja av
landinum til útlendingar, sum fara
við øllum vinninginum – meðan ein
føroysku strámaður verður lívgað
ur á onkran hátt.
Dømið um tað var skomminum
við garnabátinum Anitu.
Skipanin, vit hava, elvir eisini til,
at tað loysir seg betur hjá skipaeig
ara at fara úr vinnuni við at selja
skip pluss loyvi víðari og taka allar
pengarnar úr vinnuni.
So er spurningurin, hví menn við
ávirkan sum til dømis Alfred Olsen
og Jacob Vestergaard halda so fast
um hesa »órættvísu« skipan.
Argumentini hjá Kára Petersen,
búskaparfrøðingi, í Vikuskiftisblað
num fyri at broyta skipanina eru, at
við verandi skipan kann tann, sum
fær hendan einkarrætt, taka yvir
skotið úr vinnuni og brúka tað, sum
honum lystir. Hann vísir á, at hetta
yvirskot er ónormalt og skapar
onga virðisøking í fiskivinnuni –
og tað heldur hann vera tann stóra
fíggjarpolitiska feilin.
Hann vísir á, at landið ikki verð
ur fær tað betri av, at einstakar fyri
tøkar hava risastór yvirskot og lýsir
hetta sum búskaparliga skandalu.
Sjónarmiðið um, at landið í stað
in selur loyvini og gevur pengarnar
útaftur sum skattalætta er áhug
avert. Ella at pengarnnir verða
brúktir til at skapa aðrar vinnur.
Ein generellur skattalætti hevði
gjørt Føroyar meira kappigarførar.
Tí hetta sjónarmið sigur eisini,
at vit í løtuni geva fiskivinnuni 500
milliónir um árið í óbeinleiðis stuð
uli til fiskivinnuna, sum ikki skapar
nakran vøkstur. Virði í fiskivinnuni
verður ikki størri – men einstakir
persónar gerast sera ríkir.
Tað tykist, sum um sjónarmiðið
um tilfeingisgjald fær fastatøkur
millum politikarar – eisini á borg
arliga veinginum. Men enn eru vit
ikki komin har til, at vit seta veið
irættindini til sølu og selja tey fyri
tann prísin, tey eru verd. Landsins
leiðsla ynkir heldur, at einstakir
reiðarar skulu kunna selja hesi
rættindi víðari til útlendingar og
skora hundraðtals milliónir, sum
vit hava sæð dømi um. Tað hevði
verið ynskiligt at førdi politikkurin
setti landið og fólkið í fokus.
arbeiða pengarnir í vinnuni?
– Okkara sjónarmið húsast
ikki í hesi samgonguni, tí er
andstøðan eitt alternativ til
samgonguna.
Tað segði Poul Michelsen,
formaður í Framsókn, við út
varpið um vikuskiftið.
Hann vísir á, at um sam
gongan heldur fram við
politikkinum sum higartil,
so eigur andstøðan at koma
við einum felags uppleggi til
komandi val. Ella andstøðan
eigur at fara til val sum ein
blokkur – sum alternativið til
samgonguna.
Vit hava áður hoyrt hesi
sjónarmið, men ongantíð sæð
tey í verki. Føroyski veljarin
veit ongantíð áðrenn eitt val,
hvat fyri slag av stýri, hann
velur.
Trupulleikin er bara, at
flokkarnir vita ikki, hvønn
blokk teir skulu fara í. Skal
Javnaðarflokkurin halda seg
til sosialdemokratiskan pol
itikk, ella skal hann stríðast
fyri, at Føroyar ikki taka
loysing frá Danmark?
Skal Tjóðveldi føra sos
ialdemokratiskan
politikk
saman við Javnaðarflokk
inum, ella skal hann fara
saman við Fólkaflokkinum
at fremja loysingina?
Loysnin tykist vera hvørt
til sína tíð.
Aksel V. Johannesen hevur
avskrivað Fólkaflokkin sum
samstarvsflokk. Hetta kann
Javnaðarflokkurin gera – og
skora atkvøður upp á tað.
Men tað kann Tjóðveldi
ikki. Høgni Hoydal kann ikki
proklamera, at hann ikki vil
samstarv við Fólkaflokkin og
soleiðis leggja sjógv ímillum
Tjóðveldi og samgonguna.
Javnaðarflokkurin kann
– uttan at bróta lyftið við
víkjandi
Fólkaflokkinum
– fara í samgongu við Sam
bandsflokkin. Hann kann
eisini fara saman við Tjóð
veldinum.
Tjóðveldi
hevur
valið
millum Javnaðarflokkin ella
Fólkaflokkin.
Men tá Poul
Michelsen tos
ar um at gera
blokk,
so
er
tað ein blokk
millum
Tjóð
veldi,
Javnað
arflokkin
og
Framsókn
og
kanska
Sjálv
stýrisflokkin.
Men eisini Poul Michelsen
hevur sítt fyrivarni, tí hann
nenvdi sjálvur í samrøðuni
við útvarpið, at ein onn
ur mynd kann vísa seg, um
samgongan slitnar upp á
fiskivinnupolitikkin.
Tí hava løgmaður og Jørg
en Niclasen neyvan nakað at
óttast í so máta. Aksel fær
valla bestemmað seg til ann
aðhvørt at ganga saman við
Tjóðveldinum ella Sambandi
num. Og Høgni Hoydal fer
ikki bestemma seg til annað
hvørt Javnaðarflokkin ella
Fólkaflokkin.
Tí verður eingin blokkur
til komandi val. Tað verður
tosað um tað, ja. Men and
støðan megnar ikki at skipa
blokkin, sum skal vera altern
ativið til sitandi samgongu.
Tað verður eingin reyður
blokkur til komandi val
Góðveðrið, sum vit hava
havt seianstu viku sær tú
til at halda sær í nakrar
dagar afturat.
Í dag sigur Petur Skeel
Jacobsen, veðurmaður í
Miðlahúsinum, at tað verð
ur turt og sólglottar, og at
hitin verður millum 8 og 11
stig.
Í morgin verður gul til
stívt andøvsgul av eystri,
seinnapartin minni vindur.
Yvirhøvur turt og sólglottar
og hitin millum 5 og 8 stig.
Mikudagin verður lot til
andøvsgul av landsynningi
og eystri, turt og sólglottar.
Og hitin verður millum 8 og
11 stig.
Um veðrið seinni í vikuni
sigur Petur Skeel Jacobsen,
at hósdagin og fríggjadagin
kunnu vit vænta gul til stívt
andøvsgul av landsynningi
og yvirhøvur turt, men
fríggjadagin møguliga regn.
Hitin millum 7 og 11 stig.
Sambært langtíðarfor
søgnini hjá norska yr.no,
so verður regn leygardagin,
meðan sól fer at skína
sunnudagin.
Forsøgnin
fyri næstu viku sær ikki
eins vøkur út, tí tá fara vit
aftur at síggja regn. Men
hitin heldur sær á umleið
6-7 stigum.
Eisini turt veður
næstu dagarnar
Skulu vit selja veiðirætt
indini fyri tað, tey eru verd?
Teir fara helst at tosa um tað – men teir skipa ongan
blokk sum alternativ til samgongna