mánadagur 31. mars 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 31. mars 2014 · Nr. 38
Johan Petersen
Felagið fyri miðlafólki í Før
oyum letur aftur í ár jour
nalisti ella journalisttoymi,
sum við serliga dygdargóðum
journalistiskum handverki,
miðvíst hevur viðgjørt og
sett á breddan eitt týðandi
samfelagsligt
evni
farna
árið, Winther-heiðurslønina,
uppkallað eftir Niels Winth
er, sum gav fyrsta blað í Før
oyum, Færingetidende, út.
Í ár fekk KvF heiðurin
fyri viðgerð av málinum
um Skálafjarðartunnilin og
sendingina
”Skálafjarðar
tunnilin – kosta hvat tað
kosta vil”. Ongin ivi er um, at
hendan sending hevur uppi
borið heiðurin, um tað bert
verður hugt at síðsta parti
av fortreytunum, at seta á
breddan eitt týðandi sam
felagsligt evni farna árið.
Vánaligt journalistiskt
handverk
Men hyggur tú at fyrra part
inum, sum er við serliga
dygdargóðum
journalist
iskum handverki, miðvíst
at hava viðgjørt …. týðandi
samfelagsligt evni … so er
eyðsýnt, at sendingin fellur
so ómetaliga langt uttan
fyri hesa áseting. Sendingin
er ikki bert vánaligt jour
nalistiskt handverk, men
setir beinleiðis allar journal
istiskar reglur til síðis.
Herumframt er hon brot
á løgtingslóg um Kringvarp,
løgtingslóg um fjølmiðla
ábyrgd, public service sátt
málan, leiðreglum hjá miðla
fólki um góðan fjølmiðlasið
og egnar ásetingar hjá KvF.
Brotið leiðreglur
og kringvarpslóg
Skal bert nevna tvey dømi
burtur úr rúgvuni um vána
ligt handverk og um hesi
brot, sum nú verða heiðrað:
•
Leiðreglurnar
hjá
Fjøl
miðlanevndini, sum eisini
standa á heimasíðuni hjá
Føroyskum Miðlafólkum,
áseta, at tey sum standa
fyri skotum eiga at sleppa
at svara og at svarið eigur
at vera hóskandi í vavi. Teir
tveir, sum stóðu fyri skot
um, fingu 10 % av sendi
tíðini, meðan tey 20, sum
skutu, fingu 90 % av tíðini
•
Løgtingslóg um kring
varp ásetur m.a., at KvF
skal vera óheft, fjøl
táttað og sakligt. Teir
20 viðmerkjararnir eru
valdir eftir hvørja met
ing teir høvdu um málið.
Undirritaði og serfrøð
ingar
úr
Eysturoynni
sluppu ikki við, hóast vit
bóðu um tað.
Journalistar uttan
fakligan stoltleika
Er tað veruliga ongin jour
nalistur í Føroyum, sum
hevur so mikið av fakligum
stoltleika, at hann torir at
rópa varskó móti hesum
óhugnaliga ráki í fjølmiðlum,
har tann fremsta uppgáva er
villleiðing, øsing og niður
gerðing? Og sum teir nú eru
farnir at heiðra hvønn annan
fyri. Hetta er stórsta hóttanin
móti okkara fólkaræði.
Stakkals Winther!
Poul Michelsen
løgtingsmaður
Framsókn
Løgtingið tók í 2012 undir
við einum uppskoti til sam
tyktar (løgtingsmál nr. 179/
2011) hjá Framsókn um, at
landsstýrið skal arbeiða fyri
at yvirtaka føroyska loft
rúmið. Síðani hevur ein em
bætismannabólkur arbeitt
við málinum og gjørt nakrar
niðurstøður.
Formaðurin í Framsókn,
Poul Michelsen, hevur spurt
landsstýrismannin, hvørjar
hann heldur høvuðsniður
støðurnar vera, og um lands
stýrismaðurin er sinnaður at
arbeiða víðari við málinum
og – um so er – hvussu hann
heldur, at hetta kann verða
gjørt.
Í svarinum ger Johan
Dahl greitt, at tað er ikki
uttan avbjóðingar at fremja
hetta málið, men at tað ber
til undir ávísum treytum.
Landsstýrismaðurin
sigur,
at hann fer at taka málið
upp við landsstýrið um,
hvussu
frágreiðingin
frá
embætismannabólkinum
skal fylgjast upp, men fær
í løtuni ikki upplýst meira
ítøkiliga um hetta.
Framsókn heldur at tað
er rætt at arbeiða víðari við
ætlanini at yvirtaka før
oyska loftrúmið og heitir
á
landsstýrismannin
um
beinanvegin
at
seta
ein
arbeiðsbólk til at fremja
neyðuga arbeiðið og fáa til
vega neyðugu fíggingina til
hetta. Tað er av allarstørsta
týdningi - bæði fyri vinnu
ligan framburð og tjóðar
bygging - at kanna allar
hugsandi møguleikar fyri
nýggjum
vitanarstørvum
í landinum eins væl og at
greina, hvørji ríkismál kunnu
verða yvirtikin.
Bakgrund – svarið frá
landsstýrismanninum:
Johan Dahl svarar at tað
við verandi lógargrundarlagi
ikki ber til at yvirtaka partar
av loftferðsluøkinum (t.d.
einans loftrúmið). Neyðugt
er at yvirtaka alt málsøkið
loftferðsla, um nakað skal
yvirtakast. Hetta merkir tó
ikki, at ein yvirtøka er ein
fortreyt fyri at kunna skipa
eitt serstakt loftferðsluøki
yvir Føroyum, um Danmark
og Føroyar annars semjast
um tað.
Sambært
Chicago-kon
ventiónini hava allir statir
rættin til loftrúmið yvir tí
øki, teir ráða yvir (føroyskt
landaøki og út á 12 fjórðingar
frá grundlinjunum). Dan
mark hevur tó gjørt avtalu
við Ísland um, at ísland
m.a. røkir eftirlitið við og
veitir tænastur til en-route
ferðsluna
í
føroyskum
loftrúmi.
ICAO hevur samtykt eitt
uppbýti av loftrúminum í
sonevnd FIR-øki, sum eisini
dekka loftrúmið yvir havøki
í altjóða sjógvi. Avtalur eru
í ICAO-regi gjørdar um,
hvør skal røkja eftirlitið
við flogferðsluni í hesum
økjum og um fígging av
kostnaðinum. Føroyar eru
umgyrdar av Reykjavík FIR
á øllum síðum.
Í prinsippinum ber til
at uppsiga avtaluna við Ís
land og fráboða ICAO, at
Danmark/Føroyar yvirtaka
eftirlitið við føroyska loft
rúminum. Í praksis er tó
ivasamt, um hetta hevði
haft nakra ávirkan, tí flog
førini leggja sjálv sínar rutur
til rættis, og kunnu tí velja
at flúgva norðanfyri ella
sunnanfyri føroyska loft
ferðsluøkið, um tað er ov
tvørligt ella dýrt at flúgva
gjøgnum tað. Harumframt
er tað bert ein avmarkaður
partur av transatlantisku
flogferðsluni, sum í verandi
støðu flýgur gjøgnum tað
loftrúmið, sum Danmark/
Føroyar sjálv kundu ásett (út
á 12 fjórðingar).
Um
størri
partur
av
transatlantisku
ferðsluni
skal stýrast í Føroyum, má
víðkast um økið, sum Før
oyar hava ábyrgd av, t.d. við
at fáa ICAO at góðkenna ein
nýggjan føroyskan FIR, sum
fevnir um part av tí FIR-
økinum, sum Ísland í dag
umsitur. Tað verður tó ikki
ein løtt uppgáva at sannføra
ICAO um hetta.
Um politiskt ynski er at
arbeiða víðari við málinum
at
Føroyar
skulu
loysa
uppgávur í s.v. tænastur til
loftferðsluna í loftrúminum
yvir Føroyum, eru serliga
tveir møguleikar:
• At fyrireika eina umsókn
við business-case sum
grundarlag fyri einum
føroyskum FIR
Um Føroyar skulu hava
sjálvstøðuga
ábyrgd
fyri
meira enn avmarkaða før
oyska loftrúminum út á 12
fjórðingar, er neyðugt at
fyrireika eina føroyska um
sókn, sum í smálutir lýsir
teir
búskaparligu,
tekn
isku og/ella operativu fyri
munirnar við at stovna ein
føroyskan FIR. Hetta krev
ur, at tað verður gjørd ein
verulig business case, sum
í smálutum lýsir, hvussu
Føroyar ætla sær at loysa
uppgávuna, og hvørjar av
leiðingarnar vera fyri flog
ferðsluna, bæði figgjarliga,
tekniskt og operativt.
Um henda kósin verð
ur vald, kundi verið settur
ein arbeiðsbólkur við neyð
ugum fakligum innliti í økið.
Arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum
kundi so verið skipað í stigum.
Arbeiðsbólkurin
kundi
í
fyrstu syftu í samstarvi við
ein uttanhýsis ráðgeva við
sergrein innan loftferðslu
útgreinað, hvørji viðurskifti
eru týdningarmest at lýsa
í einari umsókn til ICAO.
Á hesum stigi er helst
viðkomandi at seta seg í
samband við ICAO og lodda
dýpið hjá flogfeløgum, so
tað kann tryggjast, at tað øll
viðkomandi viðurskifti verða
lýst. Eisini kann arbeiðs
bólkurin fáa eina hylling
á, hvat skal til, um nakar
møguleiki skal vera at koma
á mál.
Næsta stig hevði so verið
at gjørt sjálva lýsingina.
Neyðugt hevði verið við
uttanhýsis serfrøði til hetta,
og ein møguligur arbeiðs
bólkur mátti tí havt neyðuga
fígging til arbeiðið, um nakað
munagott
skuldi
spurst
burturúr.
Varð hendan leiðin vald,
hevði tað kostað nakað av
peningi at gera eina business
case, og sannlíkindini fyri,
at umsóknin verður gingin
á møti eru helst avmarkað.
Rákið er í løtuni tað øvugta,
har tosað mest verður um at
leggja loftferðsluøkið saman
undir felags stýring, fyri at
gera skipanina einfaldari
fyri flogfeløgini. Ein føroysk
umsókn um at býta verandi
FIR upp í minni partar hevði
tí gingið beint móti hesum
ráki, og tað er tí serliga
neyðugt, at business casin er
sannførandi og fakliga væl
grundað.
• At loysa uppgávur í s.v.
loftrúmið undir verandi
uppbýti av FIRum
Ein annar møguleiki er, at Før
oyar heldur enn at royna at
stovnseta egnan FIR, í staðin
seta sær fyri at gera avtalur
við viðkomandi partar um,
at føroyskir stovnar og/ella
feløg loysa ávísar uppgávur
í sambandi við eftirlit av
flogferðslu v.m. í Reykjavík
FIR. Fyrsta stig hevði tá verið
at gjørt eitt ítøkiligt uppskot
um, hvørjar uppgávur før
oyskir myndugleikar ella
feløg kundu loyst, og síðan
tikið samband við danskar
og íslendskar flogferðslu
myndugleikar um uppskotið.
Um henda leið verður vald,
eigur helst eisini at verða
settur ein arbeiðsbólkur, sum
kann gera nakrar innleiðandi
kanningar og spurt seg fyri,
møguliga í samstarvi við
uttanhýsis ráðgeva, áðrenn
meira
formligt
samband
verður tikið við Ísland og/
ella Danmark.
Tað er tó neyvan nakar
ivi um, at tað kann gerast
trupult at sannføra aðrar
partar um, at stovnar og/ella
feløg í Føroyum skulu loysa
størri uppgávur í sambandi
við FIRin.
Um tað eydnast, hevði
fyrimunurin við hesum tó
verið, at Føroyar tá stigvíst
átaka
sær
uppgávur
og
betra um førleikarnar á loft
ferðsluøkinum, og at tað
tá betri ber til at átaka sær
meira umfatandi uppgávur
seinni.
Stakkals Winther
Felagið Føroysk Miðlafólk hevur í ár latið Wintherwheiðurslønina
til KvF fyri villleiðing, øsing og niðurgerðing
Tað er møguligt at yvirtaka føroyska loftrúmið