Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-31, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mars 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 nr. 3 I 31. mars 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Serblað frá Sosialinum Ábyrgd: Eirikur Lindenskov Myndir: Álvur Haraldsen snið og umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, sosialurin Temaið hesaferð er um oljuviksemið í føroysku havnunum, nú borað verður eftir olju í summar. Vit vitja Ósbjørn Jacobsen, arkitekt hjá Henning Larsen Arkitekter í Danmark, sum nú hevur stovnað eina deild í Gøtu. Vit tosa eisini við ungan føroyskan kokk á tvey stjørnaðari Michellin matstovu í Stokkhólmi Vinna hesuferð... tað hendir... Vága Floghavn kann nú selja tollfrítt Partafelagið Vága Floghavn hevur nú broytt viðtøkur felags­ins, so felagið umframt at reka flog­havns­ virksemi og aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemi, nú eisini kann reka tollfría sølubúð gjøgnum dóttirfelag, sum felagið eigur einsamalt ella saman við øðrum. Atlantsflog og Vága Flog­ havn eru gingið í felag um at reka tollfríu søluna, sum verður í nýggja termi­nal­ium á flogvøllinu í Vágum. Tveir nýggir nevndarlimir Árligi aðalfundurin í Havnar Handverksmeistarafelag var hildin í Vinnuhúsinum mikudagin 19. mars. Pauli Hofgaard og Jón Sigurðsson tóku ikki við afturvali í nevndina, og fyri teir vóru valdir Torbjørn Hansen og Sámal Erik Hentze. Í nevndini sita nú Magnus Magnussen, Mouritz Mohr, Sámal Erik Hentze, Sjúrður Holm og Torbjørn Hansen. Nevndin skipar seg á komandi nevnarfundi. Sjónvarps­ maður stovnar partafelag Fyrrverandi tíðindamaðurin í Kring­varpinum, Høgni í Jákups­ stovu, sum serliga er kendur úr sjónvarpi, hevur nú stovnað sítt egna smápartafelag við navninum Content. Høgni í Jákupsstovu er sjálvur stjóri. Endamál felagssins er at reka vinnuligt virksemi innan fjølmiðlar og samskifti, sjón­varpsframleiðslu, sjúkra- og heilsu­røkt, útleigan, umframt keyp og sølu og annað virksemi sum er knýtt at hesum vinnugreinum. Ferðavinnufólk savnaðust um sólarmyrking Samstarva um sjúkrahús Fríggjadagin 21. mars hittist stórur partur av ferðavinnuni til tiltakið »Sólarmyrking og ferðavinna«, sum Ferðavinnufelagið skipaði fyri erðavinnufelagið ynskti at savna ferðavinnuna, so at vinnan í einum meira óformligum høpi kundi hittast og tosa um evnið av felags áhuga. – Men nú tað bert er eitt lítið ár til sólarmyrkingina, var tað upplagt at gera hetta til eitt tiltak, har vit eisini fáa varpað ljós á sólarmyrkingina, sum helst er størsta einstaka hending í føroyskari ferðavinnu, skrivar Vinnuhúsið. Tiltakið var tí bæði ein faklig innføring í tað, sum føroyaska ferðavinnan skal gerast heimsmeistari í um eitt lítið ár, nevniliga at vera vertir í sambandi við eina sólarmyrking, eins og tað var eitt tiltak til savnan av aktørunum í føroysku ferðavinnuni og eitt høvi at hugna sær saman. msir ráðgevarar, sum eru í felag um at projektera nýggja H-bygningin hjá Landssjúkrahúsinum, hava stovnað eitt íognarfelag til endamálið. Felagið eitur Í/F Faerport II Konsortium, og hevur heimstað hjá Sp/f Árni Winther Arkitektar í N. Winthersgøtu í Havn. Í leiðsluni fyri stýrisbólkin í felagnum sita: Selmar Nielsen, Gillagøta 14, 188 Hoyvík, (stýrisbólkaformaður) Árni Jakobsen, Smærugøta 19, 100 Tórshavn, (stýrisbólkalimur) Eyðbjørn Brimnes, Gerðisbreyt 18, 176 Velbastaður, (stýrisbólkalimur) Árni Winther, Láarvegur 54, 100 Tórshavn, (stýrisbólkalimur) Endamál felagsins er at skipa innanhýsis sam­ starvi millum luttakararnar í sambandi við at luttakararnir hava gjørt avtalu við Lands­verk um projektering av Hbygninginum á Lands­ sjúkrahúsinum. F Y