mánadagur 31. mars 2014síða 32
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
nr. 3
I
31. mars 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
– Alt velst um, hvat tað skal brúkast til, tí
tað er stórur munur á at tekna okkurt, fólk
skulu búgva ella arbeiða í, og so eitt tónlistar
hús ella eina kirkju, har tað fyri tey flestu er
galdandi, at tey støkka inn á gólvið nakrar
fáar ferðir í lívinum ella kanska bara fáar
tímar um vikuna. Tá er talan um eitt heilt
annað rásarúm, har tú kanst gera ting, tú ikki
kanst bjóða fólki, tá tú teknar teirra heim,
sigur hann.
– Tá tú kemur á til dømis eitt savn, kanst
tú saktans fegnast um okkurt, tú sært, men
ikki kundi búð í. Og fyri tað um ein litur
er øgiliga flottur, so er ikki vist, at tú vildi
málað stovuna hjá tær sjálvum við tí litinum.
Er talan um eitt heim, so er tað ógvulig
týdningarmikið, at tað ikki er arkitekturin, ið
skal fram, men fyrst og fremst trivnaðurin hjá
teimum, sum skulu búgva har. Tað sama er
galdandi fyri býarrúm, ið ikki skulu síggjast
sum eitt »statement« hjá arkitektinum, men
ein roynd at skapa nakrar karmar, sum fólk
sjálv skulu fylla út.
Ósbjørn vísir á, at til allar uppgávur ræður
um at finna íblástur frá onkrum, men at tað
eisini ræður um ikki at taka ting bókstaviliga
og kopiera tey. Hann sigur, at tað snýr seg
um at flysa tað ytsta lagið uttanav og finna
kjarnan, fyri síðani at leggja sítt egna lag
omanyvir og gera sína egnu tulking.
– Um vit hyggja at gomlu føroysku
bygdunum, so sæst við hálvum eyga, at har
er okkurt, vit hava mist á gólvið síðstu 50
árini. Gamla bygdin var ikki stýrd av tekno
kratiskum tankum, men livir sítt organsiska
lív sum ein partur av náttúruni. Tað hevur
nakað við innliving og forstáilsi at gera, í
mun til náttúru og umhvørvi, og tað gamla
føroyska er kjarnin í tí, sum í dag er ein
heimstendensur við burðardyggari bygging og
øllum tí, sigur hann.
– Heldur enn at byggja múrar og byrgja
seg inni í nýggju sethúsabýlingunum, átti
meira at verið gjørt við at farið aftur til gomlu
føroysku býlingarnar, har ein heilt onnur
harmoni er at finna. Nakað av hesum royndi
eg at fara aftur til, tá vit gjørdu miðbýar
ætlanina fyri Klaksvík, sum var mítt íkast
til at endurbrúka gomlu føroysku bygdina,
sum hevur sínar krókar og sína lívd. Tað er
altso ikki nóg mikið at smekka ein svartan
klædning á húsini og geva teimum sprossa
vindeygu, tí tað verða tey ikki føroyskari av.
Harpa kastar skuggar
Nú prátið nærkast endanum, er nokk so
nærliggjandi at fáa Ósbjørn Jacobsen at for
telja eitt sindur um, hvussu hann sær upp á
framtíðina, nú hann eftir mong ár í útlegd er
vendur heimaftur til heimlandið og heim
bygdina. Og tá hann verður spurdur, er hann
eisini skjótur at svara:
– Eg hopi, at vit eru her enn um fimm ella
tíggju ár, tí tað er altso ein stórur dreymur
hjá mær, at blanda altjóða umhvørvi upp í tað
føroyska. Og tað ger seg galdandi fyri bæði
uppgávur og fólk, tí í dag hevur tað ikki so
stóran týdning, hvar tú situr í verðini. Men eg
síggi soleiðis upp á tað, at eins og onnur hava
nógv at geva tí føroyska, hevur tað føroyska
eisini nógv at geva prosjektum aðrastaðni, so
tað snýr seg um at finna eina ella aðra javn
vág, sigur hann.
– Nú havi eg sitið í Kjøpinhavn tað mesta
av mínum professionella lívi og arbeitt saman
við millum 100 og 200 fólkum. Tað eru sjálv
andi nógvir praktiskir fyrimunir við eini
stórari teknistovu, har tú kanst loyva tær at
arbeiða smalt, tí tú hevur fólk til alt hitt, men
samstundis kanst tú í eini minni teknistovu
spenna nógv víðari. Við eini lítlari teknistovu
fært tú so nógv annað í staðin fyri, tí tá verður
talan um tættari viðurskifti, samstundis sum
tað er stutt frá tanka til avgerð.
Áðrenn tað seinasta verður tømt úr kaffi
koppinum, snarar prátið seg aftur inn á hetta
við at vera komin úr tí stóra til tað smáa, og
tað hoyrist framvegis millum orðini, at tað
ikki bara er ein fyrimunur at vera eitt kent
navn, tí tað so sanniliga eisini kann vera ein
forðing.
– Eg má viðganga, at eg havi drigist eitt
sindur við tað sum ein trupulleika, tí tað
meiri enn so kemur fyri, at onkur sigur við
meg, at »hatta tími eg ikki at spyrja teg um,
tí hesum hevur tú ongan áhuga fyri«. Eftir
øllum at døma ímynda fólk sær, at fyri tað
um mítt navn er blivið nógv eksponerað og eg
havi arbeitt við Hörpu øll hesi árini í Íslandi,
so eru so nógvar uppgávur, eg ikki tími í holt
við, tí tær eru ov smáar, sigur Ósbjørn, ið
vísir á, at hann ikki kostar meira enn aðrir
arkitektar, og at verri enn so alt er so fínt og
ekstravagant, sum hann tekst við.
– Eg havi jú arbeitt við øgiliga nógvum
prosjektum, og tað seinasta var eitt veterinert
granskingarhospital í Oslo, sum var ein rein
maskina við lítið av arkitekturi. Har snúði
tað seg meira um smittuvandar enn nakað
annað, og hvussu tú kanst fáa flutt eitt ross
frá A til B. Tað var bara ein øðrvísi avbjóðing,
og soleiðis trívist eg eisini best, tí fyri meg
snýr tað seg ikki so nógv um, hvussu stórt eitt
prosjekt er, men heldur eru tað onnur ting,
sum eru avgerandi fyri, um eg haldi tað vera
spennandi og áhugavert.
Blá
bók
Ósbjørn Jacobsen er 40 ára gamal og gøtumaður um ein háls, tí bæði for
eldrini eru úr Syðrugøtu – uppvaksin næstan hús um hús. Ósbjørn býr í
Syðrugøtu saman við Sigrun Dalsgaard Hansen, sum er ættað úr Saltangará,
og tey eiga børnini Mikal, Sunnevu og Hjørdis, sum eru ávikavist 11, 8
og 4 ára gomul. Ósbjørn gekk í fólkaskúla í Gøtugjógv, har hann for
restin eisini helt fram sum studentur og var við í seinasta klassanum,
sum fekk prógv har í 1993, áðrenn skúlin flutti inn á Kambsdal.
Fakta
Profilurin: Ósbjørn Jacobsen
– At vit nú eru til staðar í
Syðrugøtu, er øgiliga nógv eitt
privat prosjekt hjá mær, sigur
Ósbjørn Jacobsen, sum eftir
nøkur ár í Danmark og Íslandi
er vendur heimaftur til Føroya