mánadagur 31. mars 2014síða 43
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
nr. 3
I
31. mars 2014
lokkan er lítið meiri enn átta,
og tað er hósdagur. Norð
skálamaðurin Jákup Sumberg
hevur verið á fótum eina
løtu. Jákup býr á Forellgatan
í býarpartinum Fisksätra í
Stokkhólm í Svøríki. Hetta er
eitt ghetto-øki við nógvum
tilflytarum. Jákup skal til
arbeiðis seinnapartin til á
miðnátt, so fyrraparturin er hansara løta.
Morgunmaturin er komin niður um.
Kókað egg, salt og pipar. Avokado við lime og
olivenolju. Bacon, breyð og svart kaffi. Aftur
við morgunmatinum hevur Jákup lisið sein
astu síðurnar í Mark Kurlansky og Birdseye
– The Adventures of a curious man.
Tað eru sjey stig í Stokkhólmi henda dagin
og sólin skínur. Enn eru nakrir tímar til hann
skal til arbeiðis, so Jákup hevur skonkt sær
ein munn av kaffi aftrat. Hann leggur klæðir
saman, sum hann vaskaði í gjár og ruddar eitt
sindur. Tað skal vera reint, ruddiligt og skipað
heima við hús. Tað hevur hann lært upp á
tann harða mátan á arbeiðsplássinum. Og tað
hevur hann tikið við sær til hús.
Arbeiðið fyllir nógv í hansara lívi. Arbeiðið
er orsøkin til, at Jákup ikki býr í Føroyum.
Fyri trimum árum síðani búði hann saman
við fimm vinmonnum í Havn. Hann var
kokkur, gjørdi pitsa, kókaði pasta og hevði
tað stuttligt.
Í dag býr Jákup saman við einari familju
úr Ungarn, sum hann ongantíð hevði hitt,
áðrenn hann leigaði seg inn hjá teimum.
Og meðan hann henda fyrrapartin drekkur
kaffi, lesur og ruddar eitt sindur, hugsar hann
um kvøldið, sum er fyri framman. Jákup
arbeiðir í Matsalen hjá Mathias Dahlgren.
Ein tveystjørnað michelin-matstova, hvørs
eigari og høvuðskokkur er einasti sviin, sum
hevur vunnið Bocuse d'Or, heimsmeistara
kappingina fyri kokkar.
Einvegis ferðaseðil úr Føroyum
– Eg fór avstað fyri gott trimum árum síðani.
Ein, sum eg hevði lært saman við, hevði
fortalt mær, at Søllerød Kro, sum liggur
uttanfyri Keypmannahavn, manglaði fólk.
Eg fekk frítíðarløn og keypti ein einvegis
ferðaseðil til Danmarkar. Har sá eg ein
møguleika at royna nakað heilt nýtt. Framm
anundan hevði eg spart so mikið saman, at
gerandisdagurin kundi mæla runt í eina tíð,
uttan at eg fekk nakra inntøku.
– Eg kom beint á Søllerød Kro. Har var eg
í tríggjar mánaðir uttan løn. Støðið var sera
høgt í mun til tað, eg var vanur við. Fyri at
siga akkurát sum er, so var eg simpulten ikki
nóg dugnaligur, eg hevði ikki nóg mikið av
royndum. Men eg vildi gjarna. Og eg stríddist.
– Fyrstu vikurnar gjørdi eg ikki annað enn
at vaska salat og flisa asparges. Hetta gjørdi
eg so nógv, at eg í dag ivist í, um tað er nakar
í heiminum, sum hevur flust so nógv asparges
sum eg. Hetta mátti eg gera, hóast eg varð
útlærdur kokkur og hevði arbeitt í fleiri ár.
Men spakuliga slapp eg meira upp í part. Eitt
nú at rigga matin til á tallerkinum. Tað er
nakað heilt serligt, tí tað gongur so skjótt fyri
seg. Sum eitt pitstop í Formel 1. Øll hava eina
ávísa uppgávu, og tú veitst presis nær, tú skalt
leggja matin hvar og aftaná hvat. Tað gongur
við eini rúkandi ferð, og so fer maturin út.
Men eingin tallerkur fer úr køkinum, uttan
at høvuðskokkurin ella sous chefurin hevur
góðkent tað.
– Dagarnir á Søllerød Kro vóru langir. Vit
arbeiddu frá morgni til myrkurs. Vit byrjaðu
Jákup Sumberg er kokkur og hevur í hálvtannað á arbeitt á eini matstovu við tveimum Michelin-stjørnum. Men vegurin
frá einum pitsaria í Føroyum, til at arbeiða uttan løn á gourmetmatstovum í Danmark, og at enda fáa bjóðað starv á
einum av bestu matstovunum í Svøríki, hevur verið langur og læruríkur. – Sum útlærdur kokkur skuldi eg vaska salat
í fleiri vikur. Eg var stutt sagt ikki nóg dugnaligur at gera mat á so høgum støði, sigur Jákup. Men tað er hann nú
Rólant Waag Dam
K
Frá pitsa
til michelin
stjørnur
Fólk úr øllum heiminum
– Nakað, sum eg havi lært ótrúliga nógv av, er øll tey ymsu fólkini, eg havi arbeitt saman við
hesi árini. Tað hevur kanska verið størsta upplivingin, tí øll koma við hvør sínari bakgrund
og hvør sínari tilgongd og hugskotum. Eg havi arbeitt saman við fólki frá Kanada, Brasil,
Argentina, Kalifornia, Los Angeles, New York, Frankaríki, Hollandi, Póllandi, Russlandi,
Danmark, Svøríki og Noregi, sigur Jákup Sumberg. Hann er nummar trý frá høgru á myndini,
sum Mathias Dahlgren legði á Instagram eftir jólafríðina undir yvirskriftini »Back in business«
framhald...