Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-31, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mars 2014síða 46

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 nr. 3 I 31. mars 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum íðan 2008 hevur altjóða kreppan sett sín dám á føroyska vinnulívið. Stórt sæð allar vinnugreinar hava merkt, at eftirspurningurin fall ógvusliga hesi árini. – Fyritøkur repaðu seglini og søgdu starvsfólki upp, men seinasta árið hevur tó sæð betri út, sigur stjórin í Vinnu­ hús­inum, Marita Rasmussen. Bæði innan tænastuvinnuna og aðrar vinnur merkja fyritøkurnar ein størri eftir­ spurning. Serliga byggivinnan hevur tó stóran vøkstur í løtuni. Í krepputíðini minkaði starvs­fólkatalið í hesu vinnuni við 30 prosentum frá 2008 til 2010. Men tvey tey seinnu árini eru fyritøkurnar byrjaðar at eftir­ spyrja arbeiðsmegi í størri mun. Uppspardur tørvur Ljósglottin, sum vit nú hóma, merkir ikki, at fólk við eitt hava fingið fult álit á búskapin aftur. – Tað er náttúrligt, at eftir eina tíð við fíggjarkreppu og eftirfylgjandi búskapar­ kreppu, har fólk og fyritøkur hava verið varin við at brúka pengar, sæst ein størri eftir­spurn­ ingur. Ting eru slitin niður, og tørvur er á at gera íløgur. Vanligt viðlíkahald av skipanum og amboðum trongir til at verða gjørt. Sostatt vísir ein uppspardur tørvur seg. Tað er ein partur av orsøkini til, at vit síggja at nýtslan tekur seg uppaftur, sigur Martia Rasmussen. Hon heldur, at tað, sum vit síggja nú, er eitt sindur av hvørjum. – Hetta er helst ein blanding av, at fólk hava størri álit á búskapin og at ein upp­ spardur tørvur skapar størri eftirspurning. Men tað merkir undir øllum umstøðum, at fyri­tøkurnar fáa meira at gera. Mangla fólk Serliga byggivinnan manglar fólk við handa­ ligari og tekniskari útbúgving. – Tað er slík arbeiðsmegi, sum ikki er tøk í Føroyum, og tað er ein stór avbjóðing hjá byggivinnuni, sigur Marita Rasmussen. Nógvir føroyingar, bæði handverkarar og verkfrøðingar, arbeiða uttanlands. Hetta er ikki gott fyri byggivinnuna í Føroyum, tí tað er ikki lætt at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya. – Føroyar hevur eina hurð, sum bara gongur annan vegin. Føroyingar arbeiða úti í heimi, men tað er ringt hjá fyritøkum at fáa arbeiðsmegi til Føroyar. Tað skapar trupulleikar m.a. fyri byggivinnuna, sigur Marita Rasmussen. Serliga Noreg dregur nógva arbeiðsmegi til sín – ikki bara úr Føroyum, men eisini úr okkara grannalondum. – Noreg er ein magnetur fyri tíðina, og vit kunnu ikki kappast við Noreg um arbeiðsmegi, sigur Marita Rasmussen. Brúk fyri arbeiðsmegi Um vinnan skal vera før fyri at bjóða uppá uppgávur, er neyðugt at vinnan hevur atgongd til arbeiðsmegi frá øðrum londum, tí arbeiðsmegin er ikki tøk í Føroyum. Í dag stendst nógv arbeiði av at fáa út­ lendingar aðrastaðni enn frá norðurlondum til Føroyar. – Tað er eitt øgiliga stórt pappírarbeiði. Viðkomandi skal fyrst inn á ambassaduna í sínum heimlandi, og so skal fyritøkan her vátta, at hon vil seta viðkomandi í starv. Um tað stendir væl til ganga tríggir til fýra mánaðir, men tað kunnu eisini ganga upp til 12 mánaðir, sigur Marita Rasmussen. Manglandi arbeiðsmegi kann verða við­ virkandi til at t.d. byggifyritøkur ikki tora at bjóða uppá uppgávur, sigur hon. Síðan 2008 hevur vinnan í Føroyum verið undir trýsti, men nú hómast betri tíðir, sigur Marina Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum Marjun Dalsgaard s Gongur framá hjá vinnuni framhald...