mánadagur 31. mars 2014síða 48
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
nr. 3
I
31. mars 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Hon leggur dent á, at fyritøkurnar helst
skulu hava atgongd til arbeiðsmegi, og at
tað skal vera lætt hjá teimum at faa fatur á
teimum.
Útlendingar eingin trupulleiki
Í grannalondunum hevur verið víst á trupul
leikan við sosialari dumping, men hetta er
eingin trupulleiki, um útlendingar verða settir
í starv í føroyskari fyritøku, heldur Marita
Rasmussen.
– Eg haldi, tað er meira, um onkur kemur
í einum bili til Danmarkar og kanska siga
seg hava førleikar, sum teir ikki hava. Um
útlendingar eru í starvi hjá eini føroyskari
fyritøku, tryggjar fyritøkan, at dygdin er i
ordan, og at tað eru fólk, sum hava neyðugu
førleikarnar, sigur Marita Rasmussen.
Tað, sum er av týdningi er, at fyritøkurnar
hava møguleika at bjóða og vinna pening, tá
tíðirnar eru góðar.
– Fyritøkurnar mugu hava møguleika at
vinna pengar, tá tað gongur væl, so tær hava
nakað at standa ímóti við tá gongur illa, sigur
Marita Rasmussen.
Ikki samanhangur millum tøk og tørv
Tað hevur verið so, at um arbeiðsloysi er lægri
enn 3,5 %, lótu Føroyar upp fyri arbeiðsmegi
frá ES. Hetta var eitt stutt tíðarskeið og sera
riggaði væl heldur stjórin í Vinnuhúsinum.
Men tað er ikki altíð at arbeiðsloysi og
tørvurin á fakfólki hongur so væl saman.
Gongdin, sum hevur verið í Føroyum, sum í
flestum londum er, at fleiri fara frá primeru
vinnuni og yvir í sekunderu vinnun. Millum
annað hetta førir við sær, at samanhangurin
millum tøk á arbeiðsmarknaðinum og tørvin
á fakfólki ikki er nóg góður.
– Føroyar eru eittsindur aftanfyri granna
londini í so máta, men har er ein greið
ábending um eina flyting av størvum frá
primeru vinnunum og yvir í sekunderu
vinnurnar, sigur Martia Rasmussen.
Alivinnan skærar burturúr
Orsaka av høgum prísum, hevur alivinnan
skærað burtur frá øðrum vinnum í seinastuni.
– Alivinnan hevur ikki fingið sama toyggið,
sum restina av vinnuni. Tað hevur ikki verið
nóg stórt útboð av laksi á heimsmarknað
inum, tí hava prísirnir verið góðir.
Hetta eru umstøður, sum vit ikki hava
ávirkan á, men eisini góðir karmar, hava gjørt
tað møguligt hjá alivinnuni, at fáa eitt gott
úrslit, sigur Marita Rasmussen.
– Strangar veterinerar reglur og lívfrøðiliga
berandi framleiðsla eru viðurskifti, sum
tryggja, at tað er møguligt, sigur Marita
Rasmussen.
Eisini hevur gingið sera væl hjá pelagisku
vinnuni á sjógvi og landi orsaka av betraðu
atgongdini til rávøru. Nú er avtalað gjørd við
hini strandalondini, og roknað verður við, at
ES marknaðurin letur upp aftur. Hetta er gott
fyri uppsjóvarvinnuna. Trupulleikar eru tó við
bonfiskaveiðuni, sum gevur undirskot.
Íverksetar
eru framtíðin
Tað er av týdningi, at fólk hava hug at stovna egnu fyri-
tøkur – íversektarar í dag eru fyritøkurnar í framtíðini
Marjun Dalsgaard
að er lívsins gongd, at vit
endurnnýggja okkum og
innan vinnuna eru íverksetar
spírarnir, sum skulu mynda
framtíðina. Tað er gott við
nýggjum fólki, nýggjari vitan
og nýggjum hugskotum, sigur
Marita Rasmussen, stjóri í
Vinnuhúsinum.
– Nýggj fólk síggja ofta
møguleikar, har onnur ikki hava sæð teir. Tá
tíðirnar eru góðar, síggjast nógvar nýggjar
fyritøkur í Føroyum, so hugurin til virksemi
er avgjørt til staðar.
– Føroyingar gera ikki so nógv av, teir fara
bara í gongd. Summi sláa ígjøgnum, summi
gera ikki, men tað er ikki ofta, at tey gera so
nógv burturúr sær, sigur Marita Rasmussen.
Eldri minni váðafús
Arbeiði við at marknaðarføra tað, at gera
sína egnu fyritøku, sum Íverksetarahúsið og
vinnuframagrunnurin gera, er av týdningi,
tí vit blíva eldri, tá vit koma út á arbeiðs
marknaðinum.
– Vit fáa betri útbúgvingar, og tað ger,
at vit eru eldri, tá vit koma út á arbeiðs
marknaðin. Tað kann ávirka talið av íverk
setarum, tí vit eru minni váðafús, tá vit gerast
eldri, sigur Marita Rasmussen.
Fert tú undir eina fyritøku, so tekur tú
eina risiko. Tú setur pengar í veg og tú setir
framtíðar inntøkur í veg. Fíggjarligi ótrygg
leikin kann halda fólki aftur, sigur Marita
Rasmussen. Av tí sama er talið av nýggjum
fyritøkum ofta tengt at, um tíðirnar eru góðar.
Um tíðirnar eru ringar, er tað eittsindur
tregari við tí, sigur Martia Rasmussen.
Einaferð íversekti altíð íverkseti
Tað vísir seg tó, at fólk ofta byrja aftur um tey
eru tvungin at gevast við einum hugskotið.
– Tað er so, at er tú einaferð íverkseti er
tú altíð íverkseti. Summi fólk vilja gjarna
stovna fyritøkir og fáa ting at ganga, men tá
tað kemur til vitanartung økir, eitt nú innan
KT og biotøkni, er tað trupult í Føroyum.
Tað krevur ógvuliga nógv at fara í holt við
tílíkar fyritøkur, og tað síggja vit ikki nógv til í
Føroyum, sigur Marita Rasmussen.
Hugurin góður
Eisini millum íverksetarar ttykist ein sólglotti
vera.
– Vit hava sæð, at fyritøkur eru blivnar
burtur, og at tær, sum hava verið, hava sagt
fólk úr starvi, men nú byrjar gongd at koma á
aftur. Eg vildi mett, at hugurin er góður. Tað
er eitt fyrtakssemi í fólkinum, sigur Marita
Rasmussen.
Hon leggur dent á, at arbeiði hjá Vinnu
framagrunninum og Íverksetarahúsinum
hevur stóran týdning. Her kunnu fólk fáa
ókeypis ráðgeving innan ymisk øki, um tey
vilja byrja eina fyritøku. Eisini ringja nógv
til Vinnuhúsið og biðja um ráð. Tá er tað av
stórum stórum týdningi, at man gevur sær
stundir at tosa við tey, og vísa teimum á teir
møguleikar sum eru fyri ráðgeving, sigur
Martia Rasmussen.
T