mánadagur 31. mars 2014síða 50
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
nr. 3
I
31. mars 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Mest upp
á tað besta
að var ein handil av teimum
heilt stóru, tá Skipasmiðjan á
sinni skifti eigara. Fyritøkan
hevði í nógv ár verið ogn hjá
Mohr’unum í Havn, og við Poul
Mohr á odda var talan um eina
tí mest vælkonsolideraðu fyri
tøkuna í landinum.
Risahandilin, sum varð
stjórnaður av Notio, var eitt
nýbrot innan føroyskt vinnulív, og hetta var
eisini í tráð við tíðarandan, har handlar við
virðisbrøvum og fyritøkum veruliga tóku dik
á seg.
Stóri spurningurin, tá búskarskrædlið
rakti, var, hvussu dýrt keyptu fyritøkurnar
fóru at standa seg. Vit hava sæð meira enn
tað eina dømi um fyritøkur, sum ikki hóraðu
undan, men máttu boyggja seg fyri skuldar
byrðuni og einum fallandi umsetningi. Mest
hevur sjálvandi eisini merkt niðurgongdina,
men fyritøkan livir enn sítt sunna lív, og bæði
í vavi av virksemi og stødd á eginogn telist
Skipasmiðjan framvegis millum tær heilt
stóru í landinum.
Gjalda skuld
Tølini her á síðunum fevna um samtakið
kring Mest, har Pam Offshore og
Maskinverkstaðið í Runavík eisini telja við.
Fyrst og fremst, so vísa stabbarnir púrasta
greitt, at tað hevur eydnast fyritøkuni at økja
um umsetningin í stórum. Ein tillagin var
neyðug, tá kreppan av álvara rakti, men tølini
tala sítt týðuliga mál um, at hendan tillagin er
væl og virðiliga gjøgnumførd, og seinastu trý
roknskaparárini hevur botnlinjan verið svørt.
Fyrst og fremst er gjaldførisavlopið, sum
góði raksturin hevur skapt, nýtt til at gjalda
skuldin ahjá felagnum niður. Umframt inn
skotspeningin á 60 mió kr., so varð stórt lán
tikið, tá rakastur og ognir vórðu keypt frá
gamla Skipasmiðju-samtakinum, og hendan
skuldin er minkað støðugt. Lániskuldin topp
aði í 2007, tá hon var 86 mió kr., men í dag er
hon komin niður á 56 mió kr. Samlaða rentu-
og avdráttarbyrðan táttar í 10 mió kr. um árið,
og raksturin tykist nú vera somikið sunnur, at
felagið væl og virðiliga røkkur hesum máli.
Hørð stýring
Tað merkir tó ikki, at felagið nú kann gera,
sum sær lystir. Marginalarnir, sum geva
úrslitið, eru sera smáir. Hóast árið í fjør
var tað besta í søguni hjá felagnum, so er
botnlinjan framvegis bara 5% av samlaða
umsetninginum.
Tá kann vera skjótt, at útreiðsluvøkstur
etur av úrslitinum, og hetta saman við einum
hampuliga væl spentum gjaldføri setir hørð
krøv til fíggjar- og framleiðslustýring-
ina.
Í ársfrágreiðingini staðfestir leiðslan eis
ini, at støðugar tillagingar í rakstrinum og
ein hørð stýring av kredittum eru millum
týdningarmestu tættirnar í búskapargongdini.
Eitt nú verður staðfest, at vanlig siðvenja er,
at skip, ið eru til umvælingar, ikki sleppa at
loysa, fyrr enn umvælingin er goldin, og at
kredit-meting av kundum er fastur partur av
arbeiðsgongdini, áðrenn arbeiðir fara ígongd.
Bjørt útlit
Hóast útlitini fyri fiskivinnuna eru hampuliga
óstøðug, so hevur leiðslan á Mest góðar vónir
til framtíðar úrslitini.
Seinasta árið hevur høvuðsyvirhálingin av
Enniberg verið størsta einstaka arbeiði, men
nýggi motorurin til Smyril og økt virksemi
innan frálandavinnuna bera boð um, at virk
semið ikki fer at minka hetta komandi árið.
T
Árið í fjør gjørdist tað besta hjá Mest higartil. Gamla skipasmiðjan hevur framvegis nógv
skuld frá eigaraskiftinum, men hendan verður niðurgoldin við fullari ferð
Jákup Mørk Myndir: Álvur Haraldsen
150.000
200.000
250.000
300.000
350.000
Nettosøla
Bruttovinningur
Úrslit áðrenn rentur
-50.000
0
50.000
100.000
2009
2010
2011
2012
2013
Ársúrslit
Tað hevur eydnast samtakinum at toga umsetningin
nógv upp hesi seinnu árini. Samstundis er tillagingar
støðugt gjørdar í rakstrinum, so talan nú er um
munandi avlop á botnlinjuni. (øll tøl í tkr.)